Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 8 - 11. januar 2008 rúspolitikk venda aftur til gomlu skip­ anina við rúsdrekka­ og nar­ kotikaráðnum. Ringt at stýra løgregluni Tað var ein stórur áhugi millum áhoyrararnar í Miðlahúsinum at seta fram spurningar, og har vórðu eisini settir bæði nógvir og viðkomandi av slagnum. Ein, sum setti fram spurn­ ingar, var Carl August Wang, ið sum kunnugt hev­ ur arbeitt innan økið í mong ár. Hann vildi vita, hvat politikararnir vildu gera við mongu og afturvendandi lógarbrotini á rúsdrekka­ lógina, har tey ungu alt ov lætt fingu fatur á rúsandi løgi. Har var rættiliga breið semja um, at ilt var at gera nakað við hetta øki, tí at ansa eftir slíkum hoyrir løg­ regluni til, og hon er sum kunnugt donsk. Men Finnur Helmsdal vísti esini á, at sjálvt um løgreglan hevði verið føroysk, hevði ikki borið til hjá politikarum at blanda seg í, hvussu løg­ reglan útførir sítt arbeiði, og hvussu hon raðfestir. Nakað annað er so, at tað átti at verið kravt samleika­ prógv frá fólki, tá tey keypa í Rúsuni ella á skeinkistøð­ um, trupulleikin er bert, hvør ið so skuldi hildið eftir­ lit við hesum, løgreglan ella ein loyvisnevd við víðk­ aðum heimildum. Tá tað kemur til ung und­ ir 18 ár, so má tað vera upp­ gávan hjá foreldrunum at asna eftir børnum sínum, men semja var um, at júst hetta var ógjørligt at stýra, tí vildu tey ungu hava fatur á rúsdrekka, so fingu tey tað eisini so ella so. Men at rúsdrekka er ein trupulleiki eisini í Føroyum, var eingin í iva um. Ført varð eisini fram, at allar­ flestu lógarbrot eru rús­ drekkarelaterað. Kjakið kom eisini inn á viðgerðina av rúsevnismis­ nýtarum, og trupulleikan við, at einki »halfway house« var í skipanini, sum kundi tryggjað fólki eina varisliga slúsan út aftur í samfelagið, har tey í dag meiri ella minni bara verða tveitt fyri úlvarnar aftur. Distillera í Føroyum Kjakið var drúgvt og áhuga­ vert, og fleiri viðkomandi spurningar vóru uppi at venda. Ein tann alarmest áhugaverdi var, hví vit ikki bara framleiða tað rúsdrekka – ella í hvussu er part av tí rúsdrekka – sum vit nýta, her í Føroyum. Og her var fyri fyrstu ferð verulig ósemja millum panelluttakararnar. Alfred Olsen frá Sambandinum, Alice Højsted frá Sjálvstýri­ num og Jaspur Langgaard frá Miðflokkinum tóku greiða frástøðu frá, at vit fara undir at bryggja sterkt her í Føroyum. Tey mettu øll trý, at góvu vit loyvi til at bryggja sterkt, var hetta ein glíðibreyt at koma út á, sum fór at føra økta sølu frá bryggjaríunum við sær, eins og tilfeldið er við øl­ bryggjaríunum. Hinir tríggir í panelinum, Hans Norðfoss úr Fólka­ flokkinum, Kristian Magnus­ sen úr Javnaðinum og Finn­ ur Helmsdal úr Tjóðveld­ inum, dugdu hinvegin als ikki at síggja nakað forgjørt í at framleiða nakað í Føroy­ um, sum vit kortini fluttu inn í landið. Teir dugdu held­ ur ikki at skilja argumentini um eina glíðibreyt, tí alt er ein spurningur um at lóggeva á skynsaman hátt. ­ Tá myndugleikarnir vita, hvat fer inn gjøgnum einu hurðina og út aftur gjøgnum hina, og tá teir vita, hvar hetta fer, so dugi eg ikki at síggja nakran trupulleika í hesum, segði Kristian Magnussen. Teir førdu somuleiðis fram, at hetta beinleiðis kundi verið gott fyri fjøl­ broytnið í vinnulívinum, og geva landinum enn eitt bein at standa á. Tíðin flýgur, tá tú hevur tað hugnaligt, og soleiðis var eisini í Miðlahúsnum í gjárkvøldið. So tað var einki at undrast yvir, at far­ ið varð korter út um ásettu tíðina, áðrenn givist varð. Og tað var aðalskrivarin í Bláa Krossi, Hjalmar Han­ sen, ið fekk æruna av at enda fundin við at taka sam­ anum ­ Eg fegnist um, at tað eru greiðar ábendingar um, at flokkarnir vilja gera nak­ að við spurningin um ein rúsevnispolitikk. Eg hald, at vit eru vorðin mikið klók­ ari og hava fingið nógv burtur úr fundinum í kvøld. Eg havi, segði Hjalmar Han­ sen, aðalskrivari í Bláa Krossi. 8 Frá politiska fundinum í Miðlahúsi­ num í gjárkvøldið um rúspolitikk Mynd: Jens Kristian Vang Konsert, café og kjak Undir heitinum “Ungdómur og ávirkan”, skipar Margarin­ fabrikkin fyri alternativum politiskum fundi mánakvøldið. Kvøldið verður skipað sum konsert, café og kjak. Linda Petersen, Fríði Bjørgvin og Guðrið Hansdóttir leggja fyri við tónleiki kl. 19.45. Seinni byrjar kjakið við yngstu valevnu­ num úr hvørjum flokki. Hesi eru Hans Norðfoss (A), Maj­ Britt Jacobsen (B), Sunneva Mohr úr (C), Kristian Eli (Gissa) Zachariassen (D), Tjóðhild Patursson (E), Tóri Høj­ gaard (H) og Bergur Johannesen (L). Hóast tiltakið serliga er ætlað ungdóminum, eru øll hjartaliga vælkomin oman í Margarinfabrikkina mánakvøldið. Høgni og Edla funnu Staðið Ungdómurin í Vestmanna hevur tikið sera væl ímóti kærkomna tilboðnum, sum nýggja ungdómshúsið í bygdini er. Og nú hevur ungdómshúsið eisini fingið navn. Gott og væl 150 uppskot komu inn, tá navnakapping varð útskrivað, og vinnararnir vóru tey bæði Edla Jacobsen og Høgni Waag Høgnesen. Tey búgva síð um síð í Vestmanna, og uttan at vita av hvørjum øðrum, høvdu tey bæði latið sama navnauppskot inn: “Staðið”. Pauli Magnussen er leiðari á Staðnum, og hann sigur at tørvur hevur verið á hesum tilboðnum. Staðið hevur bæði sjónvarp og teldur, og Pauli Magnussen sigur, at hansara dreymur er at gera eini venjingarhøli í Staðnum eisini.