Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 8 - 11. januar 2008 Nýggja bókin Hagar og seyðamark er eitt sera hent amboð hjá teimum, sum fáast við seyðabrúk og annan landbúnað bókaútgáva Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nýggja útgávan av bókini Hagar og seyðamark, ið kom út stutt fyri jól, er mun­ andi víðkað í mun til útgávuna frá 2001. Eisini eru yvirlitini yvir hagarnar og festislistin dagførdir, og nýggj kort eru gjørd av høgunum. Gomul føroysk virðismeting Ein long røð av nýggjum og áhugaverdum greinum mynda Hagar og seyðamark hesuferð. Fyrrverandi landsantikv­ arurin Arne Thorsteinsson hevur eina sera forkunnuga og viðkomandi grein um merkur, alin og gyllin sum er gomul føroysk virðismet­ ing, har m.a. verður greitt frá upprunanum til verandi markatal. Eisini er eitt samlað yvir­ lit yvir ognar­ og landsjørð­ ina og hvussu stórt áseyða­ talið er í hvørjari markatals­ bygd. Hartil eru útrokningar, ið vísa, hvussu nógvur seyð­ ur er fyri hvønn fermetur ella fyri hvørja mørk og eisini í hektarum. Seyðasýningar og slátur Víða um landið er tátturin við seyðasýningum tikin uppaftur. Av tí at endamálið við seyðasýningum er rætti­ liga viðkomandi fyri seyða­ brúk í Føroyum, er hetta evnið tikið við í Hagar og seyðamark. Við Arthuri Johansen á Strondum og Poul Samuelsen í Haldars­ vík sum heimildarmonnum er skrivað nakað um seyða­ sýningar í serstakari grein í bókini. Ofta hevur verið kjakast um, hvussu vit best tryggja, at kjøt verður hagreitt rætt. Í hesum sambandi hava Ingi­ bjørg Egholm og Elsebeth Petersen, djóralæknar á Heilsufrøðiligu Starvsstov­ uni, eina sera upplýsandi grein við heilsufrøðiligum ráðum um slátur, og hvussu vit hagreiða kjøtið rætt. Tollakur Djurhuus hevur skrivað grein um seyða­ og gásalitir í Øravík eftir Dánj­ al Jákup Mortensen, sum var seyðamaður í eitt manna­ minni í Øravík. Eisini hevur Ditlev Hammer í Hovi skrivað um gæs og gásahald í Hovi. Myndir og lógir Nógvar nýggjar myndir eru við í útgávuni. Eitt nú er lit­ mynd, ið vísir býtið millum lands­ og ognarjørðina. Eis­ ini eru mynd av uppruna­ seyðinum í Lítlu Dímun Eisini er størri rúmd givin hesuferð fyri at hava allar viðkomandi lógir um land­ búnað við í bókini. Bókin er eitt sera hent amboð hjá teimum, sum fáast við seyðabrúk og ann­ an landbúnað. Harumframt er útgávan viðkomandi hjá teimum myndugleikum, sum nevndir eru í landbún­ aðarlóggávuni m.a. garða­ skoðarar og øðrum. Tað er Kári Thorsteinsson, ið hevur lagt Hagar og seyðamark til rættis og Búnaðgrunnurin, ið hevur givið hana út. Bókin er 186 blaðsíður til støddar, prentað á Estra og innbundin á Prentmið­ støðini. Hent amboð hjá seyðaáhugaðum Kári Thorsteinsson úr Søldarfirði hevur lagt nýggju útgávuna av ”Hagar og Seyðamark” til rættis Journalisturin og høvundurin Peter Øvig Knudsen fær í dag handað Cavling- virðislønina fyri bókaverk sítt um Blekingegadebanden virðisløn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin Í grundgevingini fyri at lata Peter Øvig Knudsen høgt mettu journalistvirðis­ lønina verður millum ann­ að sagt soleiðis: ­ Í eini tíð, har yvirgangur javnan er á breddanum, gevur Øvig Knudsen eitt fjøltáttað, trúverdugt og týðandi íkast til at skilja tær mekanismur, sum elva til politiskan kriminalitet. Serstakt innlit Sambært Cavling­nevndini eru tær báðar bøkurnar um Blekingegadebanden merkt­ ar av journalistiskum yvirliti og neyvleika. Við klassisk­ um, kannandi journalistikki, sakligum skrivistíli og gjøg­ numskygdum keldutilfari gevur høvundurin lesaran­ um eitt serstakt innlit í virk­ semið á danska vinstravong­ inum í 1960’unum fram til 80’ini. Hartil vísir nevndin á, at Blekingegadebanden er ein væl søgd nútíðarsøga, sum vísir, hvussu langt ein bólkur av persónum er sinn­ aður at fara fyri at náa einum politiskum máli. Bøkurnar um Blekinge­ gadebanden hava ligið ovast á donsku metsølulistunum seinastu mánaðirnar. Fremsti heiður Árliga Cavling­virðislønin verður latin journalisti, sum í serligan mun hevur sýnt áræði og evni í farna árin­ um. Virðislønin, ið er fremsta danski journalist­ heiðu, er á 20.000 kr. Hartil fær vinnarin eina lítla stand­ mynd av Henrik Cavling, ið stovnaði keypmannahavnar journalistfelag í 1904. Virðislønin verður hand­ að Øvig Knudsen í dag kl. 15.00 í Journalisternes Hus í Keypmannahavn. Anders Fogh Rasmussen, forset­ ismálaráðharri, ið varðar av fjølmiðlunum, hevur boðað frá luttøku til handanina. Cavling til Blekinge­ gadebanden Journalisturin, Peter Øvig Knudsen, fær í dag fremsta danska journalistheiðurin, Cavling virðislønina Hjalgrim farin av Dimmu 1. juni leggur Hjalgrim Samuelsen frá sær sum fyritaksstjóri á Dimmalætting. Hjalgrim Samuelsen tók við sum fyritaksstjóri, tá Petur F. Christiansen legði frá sær fyri góðum átta árum síðani. Dimmalætting er ein familjufyritøka, sum abbabørn hjá Andras Samuelsen, fyrrverandi løgmanni og formanni Sambandsfloksins, eiga nógv tann størsta partan í. Listbeth L. Petersen og Beate L. Samuelsen eiga meirilutan. Nú Hjalgrim fer frá, er tað fyrstu fer síðani 1936 at eingin eftirkomari hjá Andras Samuelsen er í leiðsluni á ,Dimmalætting. Onkrir eftirkomarar hjá Andars Samuelsen starvast tó framvegis á Dimmu. Lærarar gerast master Á heimasíðu sínari hevur Føroya Lærarafelag spurt politisku flokkarnar nakrar spurningar, um skúlan og skúlamál. Ein av niðurstøðunum er, at allir flokkar eru samdir við Lærarafel­ agið um, at læraraútgbúgvingin skal vera ein fimm ára master útbúgving. Fólkaflokkurin er eitt sindur varin í sínum svari, men allir hinir taka undir við Lærarafelagnum. Sjálv­ stýrisflokkurin tekur eisini ávís atlit, men Lærarafelagið staðfestir tó, at tá hvørki hann ella Fólkaflokkurin er bein­ leiðis ímóti hesum, so verður læraraútbúgvin ein fimm ára master. – Annars er als einki trúvirði í politisku skipanini, slær Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag fast.