Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti 10 Tey sum fyri sjey árum síðani starvaðust uppi á Hotel Føroyum í Havn minnast kanska frá hesi tíðini Jim Kerr, ein skota, sum eisini arbeiddi á hotellinum. Jim kom til Føroya í august 2000 og fór avstað aftur á vári ella sumri 2001. Jim hevði útbúgving í tænara- og hotellvirki, og tað var serliga tann búskaparligi parturin av hesum arbeiði, sum hann hevði áhuga fyri. Undirritaði kom at kenna Jim Kerr av tí orsøk, at Hotel Føroyar útvegaði honum innivist sum leigara í okkara húsum í Havn. Jim, sum um hetta mundið var eini 44 ár, var friðarligur, vinarligur, skemtingarsamur og sera røkin. Hann hevði stóran áhuga fyri fremmandum ment- anum og visti nógv um føroysk viðurskiftir. Eftir hansara atburði at døma má hann hava verið ein samvitskufullur starvsfelagi og góður at umgangast. Jim fór úr Føroyum á sumri 2001. Hann hevði ein dreym um at koma víðari í hotell- og ferðavinnuarbeiði. Hann fór undir lærdan lestur í Skotlandi, og fyri jól í 2003 kundi hann ovurfegin og sera stoltur boða frá, at hann hevði tikið prógv sum BA (Bachelor of Arts) í altjóða handils- og ferðavinnu frá The University of the Highlands and Islands. Hann fekk prógvið handað á eini hátíðarsamkomu tann 31. oktober 2003 í Perth City Hall, har skyldfólk og vinir og fólk úr tí akademiska heiminum vóru hjástødd, og har hann var klæddur í university robes: tann serliga fróðskaparbúnan. Hetta var, skrivaði hann, “ein tann størsta løtan í mínum lívi.” Ei undur í, tí hann stóð sína roynd with distinction: við framúr góðum úrsliti. Seinni, og ivaleyst sum ein frukt av hesi útbúgving, fekk Jim Kerr starv í býarumsitingini í Perth. Hann hevði serliga við matskaffan at gera og var partur av einum liði, sum hevði ábyrgd av tiltøkum, ið býráð og borgmeistari stóðu fyri, eitt nú borðreiðing, tá virðislønir vórðu latnar, ella umboð fyri vinarbýir vitjaðu. Jim var vældámdur og kendur fyri at vera álítandi og nærlagdur. Jim gloymdi ongantíð Føroyar, og hann hevði ein dreym um onkuntíð at koma aftur at vitja. Men lagnan hevði annað í hyggju. Tað sum síðani hendi er ringt at fata, óveruligt, sum kom tað beint burtur úr einum av hesum krimifilmunum, sum eru at síggja eitt nú í Kringvarpi Føroya hvørt hóskvøld. Á veg heim til hús sunnunáttina tann 22. apríl í fjør bleiv Jim álopin av trimum monnum. Ein teirra, ein drongur á fimtan ára aldri, setti fót fyri Jim, so hann datt. Hinir báðir, David Meehan og Martin Soutar, lupu nú á tann liggjandi mannin, slógu og sparkaðu hann í høvdið og bringuna, og skammfóru hann eisini við onkrum hvøssum, kanska glaspettum. Soutar gavst, tá ein løta var farin, men Meehan helt fram. Tvey ella trý onnur fólk vóru hjá- stødd, men eingin gjørdi tekin til at hjálpa tí verjuleysa manninum. Tá ið teir tríggir fóru víðari, lá Jim og bløddi illa úr sárum í høvdi- num. Teir tríggir hildu leiðina fram og endaðu í einum house party, har teir greiddu frá tí sum hent var og reypaðu av sínum avrikum. Á veg heimaftur komu teir eina ferð enn fram við Jim, sum framvegis lá sum deyður. Teir lótu hann liggja og lótust ikki um vón. Klokkan hálvgum fimm henda morgunin varð Jim funnin av eini konu, sum kom framvið við hundinum. Hon varskógvaði ein hotellstjóra, og boð vórðu send til ambulansuna. Jim varð førdur til Ninewells Hospital, har tað var staðfest, at hann bløddi illa úr báðum síðum á heilanum. Hann fekk ikki vitið aftur og doyði sama dag á sjúkhúsinum. Orsøkin var greið: Jim, ein heldur lágur og klænvaksin maður, varð stutt og greitt sparkaður og bardur til deyðis. Tað tók ikki langa tíð hjá løgregluni at finna gernings- menninar. Meehan og Soutar vóru kenningar hjá politinum. Báðir høvdu blóð á venjingarskónum, og David Meehan hevði eisini blóð á síni T-skjúrtu. Málið kom fyri í Hægstarætti í Edinburgh í november í fjør. Dómarin, Lord Macphail, gjørdi Minningarorð um Jim Kerr Minningarorð Hanus Kamban Tann vinsæli skotin, sum fyri seks árum síðani arbeiddi á Hotel Føroyum, varð myrdur í Perth tann 22. apríl í fjør Jim Kerr heiðraður sum Bachelor á samkomu í Perth City Hall í august 2003