hósdagur 31. mai 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 31. mai 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
Niðanfyri nevndu lærarastørv eru leys at søkja til setanar 1. august 2001.
Norðoya skúladømi I: Klaksvíkar, Hvannasunds,Viðareiðis og Kunoyar kommunur:
Klaksvíkar kommuna:
Skúlin við Ósánna
3 lærarar
Skúlin á Ziskatrøð
1 lærari
Kunoyar kommuna:
1 einalærara
Fugloyar kommuna:
1 útoyggjalærari
Eysturoyar skúladømi I: Fuglafjarðar, Gøtu og Leirvíkar kommunur:
Fuglafjarðar kommuna:
3 lærarar
Eysturoyar skúladømi II: Skála, Sjóvar, Oyndafjarðar, Runavíkar og Nes kommunur:
Sjóvar kommuna:
1 lærari
Runavíkar kommuna:
3 lærarar
Nes kommuna:
1 lærari
Eysturoyar skúladømi III: Kommunurnar, ið eru saman um Felagsskúlan á Oyrarbakka:
Eiðis kommuna:
1 lærari
Funnings kommuna:
1 einalærari
Streymoyar skúladømi I: Vestmanna og Kvívíkar kommunur:
Vestmanna kommuna:
2 lærarar
Streymoyar skúladømi II: Kommunur, ið eru saman um Felagsskúlan á Oyrarbakka:
Hvalvíkar kommuna:
1 lærari
Streymoyar skúladømi III: Tórshavnar, Nólsoyar og Kirkjubøar kommunur:
Tórshavnar kommuna:
Kommunuskúlin:
4 lærarar
Eysturskúlin:
5 lærarar
Sankta Frans skúli:
1 lærari
Argja skúli:
3 lærarar
Hoyvíkar skúli:
1 lærari
Nólsoyar kommuna:
1 lærari
Kirkjubøar kommuna:
1 lærari
Vága skúladømi:
Sørvágs kommuna:
1 lærari
Sandoyar skúladømi:
Sandoyar Meginskúli
1 lærari
Suðuroyar skúladømi I: Upptøkuøkið til 8.–10. flokk í norðari helvt:
Hvalbiar kommuna:
Hvalbiar skúli
1 lærari
Tvøroyrar kommuna:
1 lærari
Suðuroyar skúladømi II: Upptøkuøkið til 8.–10. flokk í sunnari helvt:
Vágs kommuna:
1 lærari
Har einki tímatal er viðmerkt, verður roknað við fullum tímatali.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálastýrinum, Fólkaskúladeildin, við starvsstaði í nevnda skúladømi og við fyribils tænastu í
nevnda skúla/nevndu skúlum.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir
Umsókn, sum verður skrivað á oyðublað, ið fæst frá Mentamálastýrinum, skal verða send Mentamálastýrinum,
Hoyvíksvegur 72,postrúm 3279,110 Tórshavn,skjótast til ber og soleiðis,at hon er Mentamálastýrinum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 15. juni 2001.Við umsóknini eiga at verða løgd ljóstøk av próvbrævi og møguligum viðmælum.
Teir umsøkjarar, ið søkja størv í fleiri kommunum, mega skriva eina umsókn til hvørt starv, ið søkt verður.
Tórshavn, 30. mai 2001
Mentamálastýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 – 110 Tórshavn
Telefon 355050 – Fax 355055 – e-postur: MMS@MMS.fo
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Mentamálastýrið
Fólkaskúladeildin
Maskinmeistari
søkist
Søkt verður eftir einum maskinmeistara til at vera
feriuavloysari í summar á elverkunum hjá SEV í
Suðuroy frá uml. 11. juni til uml. mánaðarskiftið
september/oktober í ár.
Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at um-
søkjararnir hava fulla maskinmeistaraútbúgving.
Lønin verður ásett eftir útbúgving og starvsaldri
sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeist-
arafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til verkmeistaran á elverkunum í Suð-
uroy um skrivstovu okkara í Vági, tlf. 373016 ella
til skrivstovu okkara í Tórshavn, tlf. 311366.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
ummælum skul sendast til Elfelagið SEV, Landa-
vegur 92, Postrúm 319, 110 Tórshavn.
Elfelagið
Motorsúkkla
við skaða til sølu
Merki: Suzuki GSX 1100 cc
Árg.: 1995
KM.: 10.923
Motorsúkklan verður seld sum hon stendur nú,tó
við ávísum treytum.
Suni Danielsen, sýnsmaður
e-mail: sd@trygging.fo
Tlf. 448190
at hitta millum–hósdag millum kl. 0830–1030
25
24
Nr. 102 - 31. mai 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Pedagogur/
Hjálparfólk
Innan Almanna- og Heilsumálastýrið og stovnar
undir tí, við fyribils tænastu á Bústovninum og
Sambýlinum á Rúnarvegi í Runavík, er eitt tæn-
astumannstarv sum pedagogur leyst at søkja frá
01/07-2001 ella skjótast tilber.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sett eftir sáttmála
ímillum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagog-
felag, lønt í lønarflokki 11/17 + viðbót.
Uppgávan er at arbeiða í Sambýlinum hjá 3
monnum við autismu, og arbeiðstíðin fevnir um
dag/kvøld/nátt og vikuskiftisvaktir.
Arbeiðið krevur:
at viðkomandi umsøkjari er kroppsliga væl
fyri, fyri at kunna gera kropsligt arbeiði saman
við monnunum, ganga túrar, svimja, fimleik
o.a.
Starvið er ætlað pedagogi, men um ongin skikk-
aður pedagogur søkir, verður starvið fyribils sett
við fólki við aðrari útbúgving.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
fyristøðufólkið á tlf. 448424. Skrivlig umsókn við
prógvi, viðmæli v.m. skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 15/06-2001 og skal sendast til:
Bústovnin Rúnarvegi
Att.: Fyristøðufólkið
FO-620 Runavík
Dagstovnurin
í Kvívík
Søkt verður við hesum eftir 2 pedagogum til
»Dagstovnin í Kvívík«,at byrja frá 15.august 2001,
ella eftir nærri avtalu.
Eitt starv fulla tí (40 tímar) er í vøggustovu við 10
børnum og eitt starv fulla tíð (40 tímar) er í barna-
garði við 20 børnum.
Vit vænta, at umsøkjararnir kunnu arbeiða sjálv-
støðugt og hava góð samstarvsevnir. Dagstovn-
urin kann bjóða áhugaverd størv í einum minni
stovni, har dentur verður lagdur á trivnaðin hjá tí
einstaka barninum,og gott samstarv ímillum for-
eldur og starvsfólk.
Hjálparfólk eru í størvunum, um ongin peda-
gogur søkir.
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving og
royndir,skulu vera inni í seinasta lagi 18.juni 2001
og stílast til Kvívíkar Kommunu.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Føroya Landsstýri.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leið-
aran á stovninum á tlf. 421660.
Kvívíkar Kommuna
Kranførari
til Upernavik
Vit sóknast eftir royndum førara til havnakrana í
tíðini miðjan juni til inn í september mánaða.
Góðir inntøkumøguleikar til rætta fólkið.
P/F E. PIHL & SØN FØROYAR
Ring til Ottar Olsen, tlf. 004545277153 í arb. tíð,
(uttan fyri arb. tíð á tlf. 004532528450)
ella til Boga Hansen, tlf. 317646
Tøkk
Til øll, ið vóru við í verkfallinum á ein ella annan hátt.
Tit, ið stuðlaðu bæði inni og úti, burturi og heima.
Verkfallsvaktir, leiðarar, kokkar, bussførarar, manningar á
strandfaraskipum og annars øll, ið góvu eina hjálpandi
hond undir verkfallinum.
Tey, ið góvu skerpikjøt og annað gott. Eisini ein tøkk til
tey privatfólk, ið stuðlaðu peningaliga, uttan at hava
nakað við okkara øki annars at gera.
Eingin nevndur, men sanniliga eingin gloymdur.
Øll limafeløg hjá FA og nevndir takka fyri sera gott
samanhald, uttan tykkara stuðul megnaðu vit ikki at
vinna stríðið. Samanhald gevur styrki.
Eisini ein tøkk til øll hini verkafeløgini, ið stuðlaðu undir
verkfallinum, bæði við skrivum, lýsingum og samhuga-
verkføllum.
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Tórshavn,hin 28.mai 2001
Fólk søkist til
Bakaríið hjá Símun
Vit sóknast eftir hjálparfólki til bakaríið at byrja
skjótast gjørligt.
Lærlingur til
Bakaríið
Hevur tú hug til at arbeiða á spennandi fjølbroytt-
um arbeiðsplássi, so hava vit eitt lærupláss til tín.
Bakaríið
tlf: 45 64 24 ella 45 50 32, box 299 , 700 Klaksvík
Lesið
-tað loysir seg
C
M
Y
K
24