Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 8 - 11. januar 2008 Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo       er sjúklingurin í miðdeplinum eru umleið 200 seingjarpláss eru umleið 20 læknafakligar sergreinir eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Roknskaparfólk til Fíggjardeildina Á Fíggjardeildini er vegna barnsburðar- farloyvi eitt fulltíðar avloysarastarv sum roknskaparfólk leyst at søkja til setan 1. mars 2008 ella eftir avtalu til og við 31. oktober 2008. Møguleiki er fyri leingjan. Landssjúkrahúsið er eitt hitt størsta arbeiðsplássið í landinum og er í støðugari menning og tað setir høg krøv til deildina. Starvið sum roknskaparfólk er eitt sera fjølbroytt starv, og tú kemur at hava samband við nógvar dugnaligar starvsfelagar í gerandisdegnum. Uppgávurnar hjá roknskaparfólkinum eru m.a.: • Fíggjarætlanir • Roknskapararbeiði • Bókhaldsarbeiði • Stemma av • Hagtøl • Tryggingar • Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði Førleikakrøv: • Viðkomandi útbúgving • Hollar royndir innan bókhald, roknskap og fíggjarstýring • Evni til at raðfesta og ráðleggja arbeiðið • Góðan telduførleika á brúkarastøði • Kunna arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni og tænastuhug • Góðan røkjuskap • Kunnleiki til fíggjarskipan landsins er ein fyrimunur Vit kunnu bjóða: • Eitt fjølbroytt starv • Gott arbeiðsumhvørvi • Eitt mennandi starv Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mariannu á Dul Fríðberg, telefon 304500, lokal 1085, lsmardu@ ls.fo ella til Inga Mittún Jacobsen, fyrisitingarleiðara, telefon 304586, lsingja@ls.fo Umsóknarfreistin er 24. januar 2008 kl. 12.00 Læknaskrivari til Bráðdepilin Ert tú læknaskrivari og hevur hug at arbeiða í einum spennandi, tvørfak- ligum umhvørvi, so er hetta heilt víst nakað fyri teg. Á Bráðdeplinum, ið umfatar skaða- stovu, akutta móttøku og intensiva deild, umframt journalarkiv, leiðbeining, sjúklingaskrivstovu og sjúkraflutningstæ nastuna, er eitt starv leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Arbeiðstíð og starvsbrøk kunnu vit tosa um. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú kemur at seta tín dám á arbeiðsøkið og saman við verandi læknaskrivara at virka fyri einum høgum tænastustøði. Upplæring verður givin í teimum telduskipanum, ið verða nýttar. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, so sum: • verða virkin partur av nýggju Talgildu Heilsu Skipanini • skriva journalir frá intensiv og skaðastovuni • avgreiða fyrispurningar frá sjúklingum • ymsar umsitingarligar uppgávur • verða við til at útbúgva læknaskrivara- næmingar • hava fagligu ábyrgdina av journal- arkivinum Vit ynskja ein læknaskrivara, ið: • hevur læknaskrivaraútbúgving • dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi • hevur góð samstarvsevni • tolir broytingar • hevur teldukunnleika Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Mariu Rubeksen, leiðsluskrivara, lokal 5710. Umsóknarfreistin er 25. januar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til G4/A3 Deildin er ein kirurgisk seingjardeild við sergreinunum innan ortopædi, maga/ tarm, urologi, gynækologi, eygna-, oyrna-, nasa- og hálssjúkum. Deildin er býtt í tvær eindir, sum íalt hava 34 seingjarpláss. 4 avloysarastørv eru leys at søkja skjótast gjørligt: • Eitt fulltíðarstarv í øllum vaktum • Tvey størv á starvsbrøki 0,7 í øllum vaktum • Eitt starv á starvsbrøki 0,7 í kvøldvaktum Størvini verða fyribils sett til og við 31. august 2008. Krøv til umsøkjararnar • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/ heilsuatstøðingur • fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska sjúkrarøkt • fleksibilitetur og góð samstarvsevni • opin og positiv/ur • vil søkja mennandi avbjóðingar Vit kunnu bjóða: • eitt fjølbroytt arbeiði og við nógvum avbjóðingum • eina sera spennandi deild við áhugaverdum sergreinum • eitt dynamiskt og mennandi arbeiðsumhvørvi • ávirkan á fakliga og persónliga menning Nærri fæst at vita um størvini við at ringja 304500 til Elin Vitalis, deildar- leiðara á G4, lokal 5064 ella til Nainu Túgvustein, leiðandi sjúkrarøktar- frøðing, lokal 5102, lsnaitu@ls.fo Umsóknarfreistin er 28. januar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur til Skopieindina/Skurðgongina Eitt fast starv á starvsbrøki 0,75 við royndum innan endoskopi og arbeiði innan operatiónsdeild er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Viðkomandi kemur primert at taka sær av endoscopiini, umframt arbeiði á einari operatiónsdeild. Vit taka ímóti ambulantum og inn- løgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðar. Vaktarskipanin verður framd av sjúkrarøktarfrøðingunum á Skurðgongini. Fasta arbeiðstíðin liggur millum klokkan 8.00 og 16.00 vanligar yrkadagar. Introduktión og upplæring verður tilrættaløgd. Førleikakrøv • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • góð samstarvsevni og fleksibilitetur • positivur hugburður og opinleiki • áhugi fyri mennandi avbjóðingum Nærri fæst at vita um størvini við at ringja 304500 til Annu á Dunga Simonsen, deildarleiðara, lokal 5211 ella til Naina Túgvustein, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102. Umsóknarfreistin er 28. januar 2008 kl.12.00 Yvirlækni til Skurðdepilin Umsóknarfreistin er 15. januar 2008 Læknaskrivari til Skurðdepilin Umsóknarfreistin er 28. januar 2008 Onnur størv (sí meira á www.lsh.fo) lýsingar