fríggjadagur 11. januar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • 11. januar 2008
Vikuskifti 19
Frálíku húsini standa so nær sjónum
og bátahylinum á Argjum, at tú sleppur
ikki nærri. Tey hava eisini frálíkt útsýni
inn yvir Havnina og út á fjørðin. Tú fært
straks varhugan av, at hetta er nakað
serligt.
Fyrsta fatanin
Tú sært ikki alla útsjóndina á húsinum
við tað sama, tí tey eru gyrd inni við
einum stórum rimagarði, so tú fært frið
at vera inni hjá tær sjálvum, hóast tú ert
í bygdum øki, og tú kanst njóta ljósið og
sólargangin.
Urtagarður og umhvørvi
Urtagarðurin er býttur upp í trý
– innkoyring, ovara síða og niðara síða.
Ovara síða vendir móti sólini. Har er
gyrðing rundan um og innilokaður garður
við útigólvi, grasplenu og runnum, so
har kanst tú fáa heilt frið til at njóta
løturnar við góðum verðri og útilívi.
Niðara síða vendir móti bátahavnini, og
har er stoyptur garður og rimagarður.
Ljós og luft - inni og úti
Húsini eru arkitektteknað við stórum
vindeygum móti ljósinum, so tú kanst
eisini sita inni í stovuni og njóta urta
garðin uttanfyri. Annars er frítt fyri allan
vegin runt, og grundøkið er heilar 1037
fermetrar, so har er gott pláss. Í hinum
endanum er frálíka alrúmið / stovan við
frálíka útsýninum yvir bátahavnina og
út á fjørðin. Sama útsýni er úr køkinum.
Húsini standa í friðarligum og veður
góðum umhvørvi og hava eitt heilt
einastandandi gott útsýni oman í báta
havnina, út á fjørð og inn yvir Havnina.
Stílur og snið
Tú fært alt fyri eitt varhugan av, at
húsini eru væl bygd. Høgt er til loftið og
nakrir av bjálkunum eru sjónligir. Húsini
eru dagførd og væl hildin, og nærum
alt er gjørt av nýggjum innan í ovaru
hædd. Húsini eru stór og rúmlig, men
eisini hugnalig og fjálg. Í stovuni er opin
múraður eldstaður, har ein brenniovnur
er bygdur inní.
Niðasta hædd
Í niðastu hædd eru eisini gott pláss. Har
er sjálvstøðug inngongd, og lætt er at
gera eina íbúð. Annars eru fleiri kømur
og góð goymslurúm.
Bilskúrur
Til ognina er stórur dupultur bilskúrur
og annars er stórt øki at seta bilarnar
á – vaska og halda við líka. Einir seks
bilar kunnu standa í túninum, men
annars er stórt ppláss beint við. Skúli,
barnagarður og busssamband er nær
við, og handil er beint við síðuna av.
Innrætting
Í neðra er inngongd, durur, gongd / hall,
millumgongd / goymslurúm, baðirúm,
stova / kamar, inngongd / gongd, fýrrúm,
kamar, kjallararúm, goymslurúm við
garaguportri. Í erva er uppgongd, køkur /
alrúm / borðsstova, stova / hugnastova
við eldstaði / brenniovni, millumgongd,
hjallur, alrúm / arbeiðsrúm / stova,
baðirúm, hjúnarrúm við egnum baðirúmi
við brúsu og gosbað, 2 stór kømur.
C²gg^haZeejgi^``^
Fakta
Argjavegur 6, Argir
Byggiár: 1970
Hæddir: 2
Gólvvídd: 386 fermetrar
Grundøki: 1037 fermetrar
Hjallur: Ja
Bilhús: 33 fermetrar
Prísuppskot: Húsini verða seld, um
hóskandi boð fæst