Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2008 19 Stutt Sagt Kerry stuðlar Obama John Kerry, sum tapti amerikanska forsetavalið fyri fýra árum síðani, sig­ ur nú, at hann stuðlar floksfelagan Barrack Obama og hansara roynd at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. John Kerry, sum situr í Um­ boðsmannatinginum, sig­ ur, at Obama er tann, sum er best egnaður at sameina amerikanska fólkið, og at hann eisini er best egnaður at fremja grundleggjandi broytingar í amerikanska samfelagnum. Skips­ vanlukka Tveir menn doyðu, og ein fekk stóran skaða í einari vanlukku umborð á einum bingjuskipi í Eystrasalti í gjár. Vanlukkan hendi umborð á skipinum MSC India, sum er skrásett í Panama, tá skipið var statt sunnan fyri svenska býin Karlskrona. Sambært svensku bjargingartænast­ uni vóru tveir av monnu­ num úr India og tann triði úr Pakistan. Sum skilst vóru teir tríggir menninir í einum bjargingarbáti, sum brádliga loysnaði og datt niður á sjógvin. Menn­ inir vórðu alt fyri eitt flutt­ ir á sjúkrahúsið í Karls­ krona. Tað vísti seg, at ein teirra var deyður, tá hann kom hagar, og ein doyði løtu seinni. Ferðafólk í karantenu 75 fólk, sum komu við einum flogfari úr Tel Aviv í Ísrael til Toronto í Kana­ da í gár, vórðu alt fyri eitt sett í karantenu, tí tað vísti seg, at øll høvdu fing­ ið magasjúku við somu sjúkraeyðkennum. Átta av ferðafólkunum høvdu fingið trupulleikar á ferð­ ini, og tí stóðu sjúkrabilar og læknar á flogvøllinum, tá flogfarið setti seg. Aft­ an á læknakanningar sluppu 47 fólk av flogvøll­ inum, men hini 28 vórðu beind í karantenuhøli til kanningar. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Eg eri vísur í, at tað ber til at fáa frið millum ísraelsmenn og palestinar, men fleiri forðingar eru (Tony Blair) útlond Í fimm ár hava Clara Rojas og Consuelo Gonzalez verið gíslar í Kolumbia. Í gjár sluppu tær aftur til lívið ­ Hetta er sum at verða fødd av nýggjum, segði ein ovur­ glað Clara Rojas við tíð­ indafólkini á flogvøllinum í Caracas.Undir liðini á henni stóð Consuelo Gon­ zalez. Hon var eisini ovur­ glað. Eitt var, at hon var sloppin frá burturflytaru­ num, men hon hevði eisini júst fingið at vita, at hon var blivin omma, meðan hon hevði verið gísli. Venesuelski forsetin, Hugo Chavez, átti ein stór­ an leiklut í samráðingunum við kolumbisku uppreistrar­ rørsluna FARC um at fáa tær báðar kvinnurnar leysar, og hann var eisini fegin um úrslitið. ­ Eg segði við tær: Væl­ komnar aftur til lívið, væl­ komnar til lívið, segði Cha­ vez eftir at hava tosað við tær báðar í telefon. Eygleiðarar siga, at hetta er fyrstu ferð í næstan sjey ár, at FARC hevur játtað at lata gíslar leysar, og Hugo Chavez segði seg vóna, at hetta kann vera byrjanin til, at fleiri gíslar fáa frælsi. Men kolumbisku myndug­ leikarnir ávara ímóti bjart­ skygni. ­ Vit duga ikki at síggja nakra broyting. Vit vænta ikki, at fleiri gíslar fáa frælsi, og vit hava ongar ætl­ anir um at tingast við FARC um frið, segði ein kolumb­ iskur talsmaður. Consuelo Gonzalez er fyrrverandi politikari, og Clara Rojas arbeiddi saman við politikaranum Betan­ court, sum eisini bleiv burt­ urflutt, og sum framvegis er gísli hjá FARC. Edmund Hillary deyður Sum tann fyrsti kom Edmund Hillary niðan á Mount Everest saman við sherpa-ferðaleiðaranum Tenzing Norgay í 1953 ­ Sir Ed lýsti seg sjálvan sum ein meðal nýsælending við avmark­ aðum evnum, men í veruleikanum var hann eitt stórmenni, segði ný­ sælendski forsætisráðharrin, Helen Clark, tá hon hevði fingið deyðs­ boðini av sínum kenda lands­ manni. Edmund Hillary skipaði fyri fleiri rannsóknarferðum til Suður­ pólin og í Himmalaya­fjøllunum, og alt sítt lív virkaði hann fyri at hjálpa fjallafólkinum í Nepal. Hann stovnaði ein serligan grunn, sum hevur latið pening til at byggja skúlar, sjúkrahús og brýr, og ofta var hann sjálvur uppi í arbeiði­ num. Tað var eisini á einari ferð í Nepal í apríl í fjør, at Edmund Hillary bleiv sjúkur, og í gjár doyði hann. Hann var 88 ára gamal. McCain á odda í South Carolina Tann 71 ára gamli senator­ urin hevur bestu møguleik­ arnar at vinna hjá repu­ blikanarunum í South Caro­ lina Í næstu viku verður upp­ stillingarval í amerikanska statinum South Carolina, og eygleiðarar siga, at úr­ slitið hjá republikanarunum er serliga áhugavert, tí tað kann geva eina ábending um, hvønn teir fara at stilla upp á forsetavalinum í novembur. Ein meiningakanning, sum sjónvarpið Fox hevur gjørt, vísir, at John Mc Cain liggur nógv best fyri í South Carolina. Hann fær sambært kanningini 25 prosent av atkvøðunum, meðan Mike Huckabee og Mitt Romney fáa ávikavist 18 og 17 pro­ sent. Tann 71 ára gamli Mc Cain vann valið í New Hampshire týsdagin, eftir at Mike Huckabee hevði vunnið í Iowa. Vinnur McCain í South Carolina, stendur hann sterkur, siga eygleiðarar. Tenzing Norgay og Edmund Hillary vórðu stórliga fagnaðir, tá teir sum teir fyrstu komu niðan á toppin á Mount Everest í 1953 John McCain kann taka eitt týðandi stig í næstu viku Sum at verða fødd av nýggjum Mamma Claru Rojas var komin at taka ímóti dótturini (Mynd: Polfoto)