fríggjadagur 11. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • 11. januar 2008
Vikuskifti
18
Sethús – millum Gilja 70, Hoyvík
Húsini er eini væl umsitin sethús við íbúð og stórari
garasju í kjallarinum. Húsini eru í trimum hæddum,
kjallari og miðhædd á uml.109 m2 hvør og loftshæddin
er 87 m2. Húsini eru bygd 1988 / 2006. Tá er íbúðin í
kjallarinum og miðhædd alt gjørt av nýggjum. Húsini
hava stoypta kjallarahædd, yvirtromin er úr rotfríðum
timbri. Tekjan er takt við Icopal. Út frá stovuhæddini er
ein stór altan, sum vendir rætt í mun til sólina. Í
miðhæddini er gong, køkur, stova, baðirúm og stórt
hjúnarrúm. Í ovastu hædd er eitt stórt rúm. Í niðastu
hæddini er durur, gong, køkur, stova, kamar, baðirúm,
stór garasja við inngongd beinleiðis inn í kjallaran og
trappa upp á stovuhæddina. Húsini liggja frítt fyri, hava
giring og urtagarð runt húsini. Dagstovnur og fót
bóltsvøllur er beint yvirav og gott bussamband er oman
í býin.
Tvíhús – Víkavegur 11, Klaksvík
Húsini eru eini tvíhús í 3 hæddum samlað búvíd uml.
122 fermetrar. Grundøkið er 117 fermetrar. Byggiár:
1951/52. Húsini eru stoypt upp og eru klødd við
aluminiumsplátum, hava eternittak og plastik/træ
vindeygu. Í miðhæddini er gongd, køkur / stova. Í ovastu
hædd er gongd, baðirúm, skrivstova, 2 kømur og
hjúnarrúm. Í niðastu hædd er kamar, kjallararúm /
fýrrúm / vaskirúm og goymslurúm. Húsini standa mitt í
býnum og hava sera vakurt útsýni yvir Klaksvíkina.
Íbúð – undir Kongavarða, Argir
Frálíka íbúðin undir Kongavarða er 102 m² til støddar og
harafturat er felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum
er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon
er væntandi liðug síðst í 2008. Har er trappurúm / lyfta,
inngongd, gongd / forstova / garderoba, baðirúm /
vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala,
hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í
friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi
við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli
og góðum parkeringsøki. Íbúðin er á 3. hædd og hevur
panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin.
Prísuppskot: kr. 1.755.000,00
Grundstykki við grundum
– Sjóvartún 10, Vestmanna
Ognin er eitt planerað og byggiklárt grundøki við
ástandandi grundum til sethús og garagu úr beton. Væl
ber til at byggja á grundirnar. Allar innleggingar sum
kloak, vatn el og annað er tókt. Økið liggur sera væl fyri
mitt í bygdini nær við handlar o.a.
Sethús – Stoffalág 29, Tórshavn
Húsini eru í 1 hædd við lágum kjallara og lofti samlað
búvídd 65 m². Grundøkið er 509 m². Byggiár: 1985.
Húsini eru nýliga dagførd. Har er inngongd, durur /
garderoba, baðirúm, køkur / borðsstova / stova við
útgongd til svala, hjúnarrúm og 2 kømur. Garður /
urtagarður er runt húsini, sum standa í veðurgóðum og
vøkrum umhvørvi og hava sera gott útsýni yvir friðað
øki, fjørðin og yvir á Nólsoynna.
Prísuppskot: kr. 1.900.000,00.
Íbúðir, raðhús og vinnuhøli – undir Kongavarða, Argir
Her kanst tú vera við, tí enn eru nakrar íbúðir á 102 m² og á 131 m², nøkur vinnuhøli í
stovuhædd á 130 m² og nøkur raðhús á 209 m² eftir til sølu. Nú kunnu øll keypa. Talan er
uttan iva um bíligasta fermetraprís, tú yvirhøvur kanst byggja fyri í dag, so talan er óivað
eisini um eina sera góða íløgu. Tú kanst velja millum ymisk gólv og ymisk snið og lit á køki.
Set teg í samband við okkum og fá meira at vita.
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú
hug til at selja?
– Vinaliga, set teg í samband við okkum.
Tvíhús – Egholmstrøð 5, Tórshavn
Húsini eru eini tvíhús í 2 hæddum samlað búvídd 120
fermetrar. Grundøkið er 300 femetrar. Byggiár: 1988.
Húsini eru klødd við timbur, hava trævindeygu og
aluminiumstak. Í niðaru hædd er gongd, baðirúm, køkur,
kamar, stova, vaskirúm / fýrrúm og útigólv. Í ovaru hædd
er gongd, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur. Garður við
runnun er runt húsini. Húsini standa sera væl fyri mitt í
býnum, beint við handilsmiðstøð, og stutt er til alt.
Prísuppskot: kr. 1.900.000,00.
Stór trøð – Norðuri í Sundum,
Kollafjørður
Ognin er eitt stórt jarðarstykki / trøð innangarðs á uml.
10.520 fermetrar. Ognin, ið er væl egnað til grundstykki,
liggur sera væl fyri í nátturuvøkrum og friðarligum
umhvørvi við sera góðum útsýni og atgongd til veg.
Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst.
Grundstykki – undir Borgarhálsi,
Velbastaður
Ognin er eitt grundøkið á 770 fermetrar, sum liggur væl
fyri við góðum atkomumøguleikum. Grundøkið verður í
løtuni planera og gjørt byggiklárt. Grundøkið verður
selt, um hóskandi boð fæst.
Serstøk hús við frálíkum útsýni –
Argjavegur 6, Argir
Serstøku húsini eru 2 hæddum á 193 m² í alt 386 m².
Grundøkið er heilar 1037 m². Uppruna byggiárið er
1970, men mest sum alt er gjørt av nýggjum innan so
við og við, so húsini eru væl hildin og í góðum standi. Í
neðra er inngongd, durur, gongd / hall, millumgongd /
goymslurúm, baðirúm, stova / kamar, inngongd /
gongd, fýrrúm, kamar, kjallararúm, garaga / goymslurúm.
Í erva er uppgongd, køkur / alrúm / borðsstova, stova /
hugnastova við eldstaði / brenniovni, gongd /
arbeiðsrúm, baðirúm, hjúnarrúm við egnum baðirúmi
við brúsu og gosbað, 2 stór kømur. Harafturat er stórur
bilskúrur á 33 m², stórur garður / urtagarður uttanum.
Framman fyri er innilokaður garður við útigólvi,
grasplenu og runnum. 6 bilar kunnu standa í túninum
og stórt ppláss er við síðuna av. Húsini standa í
friðarligum og veðurgóðum øki og hava eitt heilst
einastandandi gott útsýni oman í bátahavnina, út á fjørð
og inn yvir Havnina. Skúli, barnagarður, busssamband
og handil er nær við. Húsini verða seld, um hóskandi
boð fæst.
Sethús – Skraddaragøta 7, Sandavágur
Húsini eru í 3 hæddum á 50 m² í alt 150 m². Byggiár: uml.
1946. Í miðhæddini er køkur, stova og gong. Í ovastu
hædd eru 3 kømur, baðirúm, wc, goymsla og ovasta loft
til goymslu. Í niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm /
kjallararúm. Húsini standa væl fyri í friðarligum umhvørvi
miðskeiðis í bygdini og hava hampiligt útsýni.
Sethús – undir Gráasteini 33, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum niðara á 84,24m² og ovara á
63,72m² í alt 147,96 m². Grundøkið er 475m². Byggiár:
1982. Húsini eru væl hildin í góðum standi. M.a. eru nýggj
gólv, hurðar og vindeygu omandeftir í ovaru hædd og
nýtt gólv í stovuni og í gongini. Í niðastu hædd er
inngongd, hjallur, gongd / garderoba, baðirúm, bryggers,
køkur / borðstova / alrúm, borðsstova / stova. Í erva er
trappupallur / sjónvarpsstova / alrúm, hjúnarrúm við
egnum baðirúmi, 2 kømur. Garður / urtagarður er runt
húsini. Har er gott busssamband og stutt til skúlar og
dagstovnar. Húsini standa nær býnum í vøkrum umhvørvi
og hava sera gott útsýni oman yvir býin og út á fjørðin.