fríggjadagur 11. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 8 - 11. januar 2008
Leygardagin
12.
januar
fyllir Heri Simonsen í Havn
40 ár. Heri er kendur sum
skemtari, hermari og undir
haldari og nú eisini sum
útvarpsvertur á Rás2. Hann
skrivar greinar fyri Sosialin,
umframt at hann er kendur
sum stadionspeakari hjá
B36 og á Tórsvølli, tá lands
dystir eru. Nógv minnast
hann eisini frá sendingunum
„Loynimyndir“ í Sjónvarp
inum í 1994.
Heri er havnarmaður.
Hann er føddur í 1968 í
Esbjerg, sonur Ingu, f.
Gunnarsson, úr Havn, og
Árna Simonsen, sála, úr
Fuglafirði. Frá 196970
búði familjan í Runavík og
frá 197075 í Havn. Tey
búðu í Manitsoq í Grønlandi
frá 1975 til 1978, tá tey
fluttu aftur til Havnar.
Eftir loknan barnaskúla
og framhaldsdeild á Venj
ingarskúlanum
og
í
Grønlandi, tók Heri HF
prógv í Hoydølum í 1986.
Fyrst í 90unum var hann á
málskúla í Onglandi og á
háskúla í Danmark. Frá
199596 gekk hann á Norð
urlendska Fólkaháskúlan
um í Kungälv í Svøríki og á
Medieháskúlanum í Kristi
ansand í Noregi frá 1996
97.
Heri hevur arbeitt sum
postmaður í Havn í tveimum
tíðarskeiðum,
frá
1987
1994 og frá 19972007.
Hann var álitismaður og
varaálitismaður hjá post
boðsbólkinum í Havn í
fleiri ár og var eisini fyrsti
tiltakslimur og virkandi
nevndarlimur í nevndini hjá
Føroya Postfelag í nøkur ár.
Hann atkvøddi fyri saman
leggingini við Starvsmanna
felagið 5. oktober í fjør. Í
1988 var Heri yvirkoyrdur
undir arbeiði sum postboð,
og fekk hann ein sera álv
arsaman løst tað stóð um
lív í fleiri dagar. Aftaná fýra
mánaðars
sjúkramelding
fór hann til arbeiðis aftur.
Í føroyskum fótbólti er
tað B36, sum stendur hans
ara hjarta næst og í enskum
fótbólti er tað Machester
United. Hann er ein av
stovnarunum og formaður í
føroyska fjepparafelagnum
hjá Machester United.
Hjartaliga tillukku við
degnum.
Heilsan starvsfelagar
Heri verður sum fjøruti
Tveir av vertunum á Rás2, Eyðfinn Drewsen og Heri Simonsen
(h.m.) ílætnir sum leivdir frá Kalda Krígnum
Tað er trettandi og seinasti dagur
í jólahalguni. Ljósini, ið eyð
kenna høgtíðina, verða beind
burtur og vit eru í tí myrka og
mangan baldruta januar, har
summarið sýnist at vera langt
burtur. Uppaftur daprari gjørdist
dagurin, tá deyðsboðini bórust
um, at Regin Havn Rasmussen
slóknaði tíðliga í morgun.
Regin Havn Rasmussen var
klaksvíkingur og sigast má, at
hann var av navnframum fólki
her norðuri, sonur hin gitna
Jóhan í Grótinum. Regin gjørdist
maskinmeistari og baldist á sjón
um í manndómsárum. Hann fann
sær danska konu Birte, ið er
sjúkrasystir, og tey búsettust í
Danmark, har høgligari var at
koma til og frá skipi. Men tað lá
altíð í ætlanum hansara, at hann
skuldi heimaftur til Klaksvíkar,
tá hann gavst at arbeiða fyri
aldur.
Eins og so mangir maskinmenn
fekk Regin hoyribrek av arbeiði
sínum í motorlarmi og tí gavst
hann lutfalsliga tíðliga á arbeiðs
marknaðinum og hann og konan
Birte fluttu tá heim til Føroya at
búgva, fyrst eina stutta tíð í Hoy
vík, síðan nøkur ár í Leynum og
at enda, tá íbúðirnar undir Kráar
brekku vórðu tiknar í nýtslu,
eydnaðist teimum eisini at fáa
nøkur ár í Klaksvík.
Regin plagdi mangan skemt
andi at taka til, at hann hevði
ofta hugsað um, hvat hann fór at
takast við, tá hann gjørdist eftir
løntur, men hann hevði als ikki
hugflog til at ímynda sær, at hann
fór at fáast við felagsarbeiði,
soleiðis, sum hann kom at gera.
Tað var nevniliga so, at Regin
fór við systir síni á fund í Felag
num fyri Hoyribrekað og á hes
um fyrsta fundinum var hann
valdur til tiltaksmann, kom síðan
í nevndina, var formaður har í
trý ár og var tá eisini í Samskiftis
bólkinum hjá MBF og í Starvs
nevndini har. Alla staðni fylgdi
Birte við honum og hjálpti við tí
praktiska. Regin fór til arbeiðis
við sínum stak positiva verumáta,
altíð áhugaður, vinsælur, hjálp
samur og klárur at lurta. Men
maskinmaðurin í honum fornokt
aði seg ikki. Tað skuldi vera skil
í og helst skuldu málini avgreið
ast, so tey kundu leggjast til viks
sum loyst. “So fingu vit tað uppá
pláss”, plagdi hann at taka til, tá
okkurt mál var avgreitt.
Vit komu at samstarva í nevnd
ini í Felagnum fyri hoyribrekað,
og tey bæði Birte og Regin vóru
fyrimyndarlig formanshjún. Reg
in setti seg væl inn í tingini, áðr
enn hann í góðum samstarvi tók
avgerð, men so fekst eisini glið
á, tí hann vildi loysa mál í einum
jaligum anda. Tvey dømi eru,
hvussu tað eydnaðist at fáa apo
tekini at selja battarí til hoyritól,
soleiðis at tey gjørdust lættari at
fáa hendur á, og hvussu tað
eydnaðist at fáa góðar karmar á
einari nýggjari hoyriklinikk. Tað
lá Regini nógv á hjarta, at um
støðurnar vóru tryggar og góðar
á hoyriklinikkini. Hann var eisni
áhugaður í at kunna um hoyritól
ini og um telelykkjur.
Nýggj tøkni og framstig innan
hoyritól hevði hansara áhuga.
Hann fylgdi væl við á økinum og
fann tíðindastubbar, vit kundu
brúka. Einaferð hevði hann sæð
eina sjónvarpssending við tón
leikaranum Lotte Rømer, sum er
hoyribrekað, og tað førdi til, at
Felagið bjóðaði Lotte til Føroya
at halda fyrilestur og hava kon
sert. Hon gisti hjá Regini og
Birte og tey koyrdu hana alla
staðir og vístu henni blíðskap.
Tiltakið eydnaðist framúr væl.
Í 1998 varð hildið Heilaár, og
tá hevði MBF funnið uppá at
leigað gomlu Ternuna og skipa
eina framsýning umborð. Regin
og Birte ferðaðust um landið við
skipinum og høvdu umsjón við
framsýningini. Tey egnaðu seg
so væl til at standa fyri slíkum
tiltøkum, tí bæði vóru blíð og
fyrikomandi og dugdu væl at
fara við fólki, men vóru sam
stundis praktisk og kundu loysa
trupulleikar, sum tóku seg upp.
Regin var ein virkin pension
istur, tey ferðaðust nógv og vóru
fleiri vetrar á rað á Malta. Tey
høvdu stóran áhugað fyri har
monikutónleiki og vóru altíð fús
at undirhalda, tá heitt varð á tey
eitt nú við “Sóljubandinum” úti
í Dagtilhaldinum Sóljuni í Klaks
vík. Regin dugdi væl at liva, var
altíð á ferð til okkurt, áhugaður
og hjálpsamur, altíð fúsur at
koyra fyri onnur og dugdi hann
at síggja tað skemtiliga í gerandis
upplivingum. Tað, sum var so ser
ligt fyri hann, var tann positivi
hugburður og verumáti, hann
møtti øllum menniskjum við.
Aldur sást ikki á honum hóast
hann nú var farin um tey 75.
Men knappliga broyttist alt, tá
hann seinasta vár fekk boð um,
at hann hevði krabbamein. Eisini
tá vísti hann opinleika og tók
boðini sinniliga. Hann vónaði
sjálvandi, at hann fór at fáa
heilsubót, hóast hann visti, at
útlitini vóru vánalig. Men soleið
is skuldi ikki vera. Nú er hann
farin í morgun.
Tankarnir leita til Birte. Tey
bæði sóust altíð saman, men nú
situr hon einsamøll eftir.
Felagið fyri Hoyribrekað hevur
mist ein góðan vin. Vit, ið varða
av hesum felag, hava mist ein
góðan samstarvsfelaga, sum vit
fara at minnast í takksemi og
eisini við einum smíli við minni
um mangar góðar løtur.
Sjálv siti eg í kvøld við tár á
kinn og syrgi ein góðan vin eitt
stás fólk, sum saknur verður í.
Tað er ein myrkur og dapur dag
ur, men ljós er fyri stavn, skjótt
fer ljósið aftur at vinna á myrkr
inum eins og ljós minnir vónandi
fara at vinna á sorgini sum frá
líður.
Birte og døtrunum og systkjum
Regins við familju sendi eg sam
kenslukvøðu.
Friður veri við minninum um
Regin Havn Rasmussen.
Nicolina Dahl
Minningarorð um
Regin Havn Rasmussen
Elinborg Feilberg, Ættað úr Vestmanna, búsitandi í
Hoyvík, andaðist á Landssjúkrahúsinum, týsdagin,
66 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
12. januar. Reinaldur. Týskur riddari, sum gjørdist
munkur í Köln, men varð myrdur sv steinhøggarunum
umleið ár 1200, tá ið hann koyrdi undir teir í arbeiðinum
at byggja eina kirkju. Týskt navn, sum merkir tann, sum
hevur vald á Gudum
13. januar. Tjúgunda halgi. Jólini enda. Tá ið tey taldu
jólini og kvóðu um alt tað, sum Sankta Mortan gav,
kvóðu tey: tjúgu stútir, nú eru jólini úti. Tjúgunda kvøld
hevur verið hildið sum høgtíðsdagur onkustaðni í
Føroyum. Dagurin verður í álmanakkanum eisini róptur
Hilarius, til minnis um ein biskup í Poitiers, ið var
mettur høgt sum kirkjulærari og sálmaskald. Hann
hevur yrkt sálmin. Tær Guð, sum ein ræður himni á.
Hilarius doyði í árinum 36
14. januar. Felix, deyður umleið ár 260. Prestur í Nola,
nærhendis Napoli í Italia. Nógvar eru frásagnirnar um
hansara lítillátna lív og tær mongu undirgerðirnar hann
útinti. Navnið merkir eydnur
nøvn