Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti 17 Nýroynandi mistak Á fyrstu síðu er eitt forljóð ella ein inngangsyrking, sum hevur fingið heitið “Programerklæring”. Hetta er ein metayrking, harí skaldið m.a. setur fram stevnu sína og staðfestur, at lesarin ikki skal vænta sær yrkingar, sum ríma. Og sum nevnt omanfyri, gongur sjón fyri søgn. Harumframt eru eisini sjey haiku í savninum. Hetta er ein japanskur yrkingaformur, ið er eyðkendur við at vera órímaður og uttan rýtmiskt ljóðlag, og hesin yrkingaformurin sæst annars eisini aftur í føroyskum skaldskapi, eitt nú hjá Christiani Matras og Guðrið Helmsdal Nielsen. Viðvíkjandi haiku- yrkingum er altso talan um tríggjar ørindisreglur við fastari nøgd av stavilsum í hvørjari (t.e. 5-7-5). Hetta býtið sæst eisini aftur í haiku Nordbrandts. Tó ger hann eitt undantak, og tað kemur her: “Sommerstøvtrapper:/ Dal sank under dal/ og nu regner det.” Sum sæst, hevur Nordbrandt her fimm stavilsi í hvørjari reglu, altso 5-5-5 -, og tað samsvarar í hvussu er ikki við reglurnar fyri haiku-yrking! Tí er sjálvandi eitt sindur torført at taka dagar ímillum, um hetta skal metast sum eitt væleydnað mistak ella ein miseydnað nýroynd hjá Nordbrandt... Lívsins heyst Límið, sum heldur alt yrkinga- savnið saman, er rot og vátveður og annars alt tað, vit seta í samband við ein heystardag tá alt følnar. Eisini tykist vera umráðandi hjá Nordbrandt at lýsa vakurleikan í øllum tí, ið forferst og annars í øllum tí, sum úrkynjað er. Og lesarin verður eisini varugur við, at yrkingarnar verða alsamt myrkari, sum frálíður. Tí hóast hansara val av orðum er sera fjøltáttað, ganga summi orð aftur og aftur, og sum frálíður verða orð sum “heyst”, “deyðin”, “rot” og “maðkar” meiri átrokandi... segði nakar Baudellaire?! Og yvirhøvur ber til uppfata hesa haiku-yrkingina sum eitt úrtak úr øllum savninum: “Lav sol på skodder:/Sensommeren og døden/På ét koldt hængsel”. Skulu vit loksins kroysta skaldskapin hjá Henrik Nord- brandt inn í onkran bás, so kundi tað kanska verið tann eksistentialistiski. Nú Nordbrandt er komin nakað væl til árs, hugleiðir hann í Besøgstid um lívsins heyst og kvøld – og kanska serstakliga um deyðan. Og tað ger hann á ein frálíkan og vakran hátt – eisini uttan at kroysta kenslur lesarans. Í Besøgstid fær Henrik Nordbrandt okkum soleiðis at skilja, at tilveran á fold bert er ein tíðaravmarkað vitjan – ein vitjan, sum bara styttist sum dagur dettur av degi. Og sum fær ein enda.