fríggjadagur 11. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2008
17
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Heilsan til pápa okk
ara Eivind Petersen úr
Oyndarfirði á áttati
ára føðingardegnum
Tað munnu vera mong, sum
hugsa tað sama sum vit.
Fyllir hann veruliga 80 ár?
Tað ljóðar kanska eitt
sindur gamalt, men tað er
tað ikki, tá vit hugsa um teg
góði pápi, tí tú ert akkurát –
ella næstan akkurát – tann
sami, sum tá ið vit vóru
børn. Altíð klárur at fara
allastaðni, altíð við uppá alt,
og altíð í gongd við okkurt.
Handilin hevur verið títt
lívsstarv, síðan tú var 14 ár,
og røkir tú enn hettar starv
hvønn einasta dag, nógv av
tíðini einsamallur ella við
hjálp frá mammu. Tað sein
astu tíðina hevur tú eisini
fingið góða hjálp frá abba
dóttrini, men tað ger ikki
tað, at tú tekur tær sjálvum
nakra fríløtu, tí, sum tú ert
vanur at siga tá er so góð
ur friður at “skriva” . Tað at
“skriva” er tað, sum vit í
dag kalla at føra roknskap
og so annað papírarbeiði
eisini. Teldu hevur tú ikki
fingið tær, so alt verður
skrivað við hond. Rokni
maskinu nýtir tú næstan
ikki, tí tú roknar bæði mvg
o.a og telur saman í høvd
inum, líka skjótt sum nøkur
maskina klárar.
Tú byrjaði sum klokkari
í kirkjuni fyrsta sunnudag í
advent í 1957, og ringdi tú í
uml. 47 ár. Í eini 30 ár røkti
tú hettar starv so gott sum
einsamallur, men tey sein
astu árini hava yngri kreftir
avloyst. Nú ringir tú einans,
tá onkur biður teg, men í
kirkjuni ert tú líka trúfastur,
hóast tú nú situr á aftasta
beinki, inni í krókinum,
undir lampuni, fyri at síggja
betur í sálmabókini. Hvønn
sunnu og halgidag, eru tú
og mamma í kirkju, og er
prestur til staðar, so verður
hann boðin heim við til
døgverða.
Í 1954 var tú valdur til
formann í sjúkrakassanum,
sum tá kallaðist “Andefjord
sogn og bygden Hellernes
sygekasse”. Í Andefjord
sogn vóru bygdirnar Oynd
arfjørður, Elduvík og Funn
ingsfjørður. Í 20 ár sat tú
sum formaður í hesum
sjúkrakassa, men tá lagt var
saman
við
Fuglafjarðar
Læknadømis Sjúkrakassa,
vart tú valdur í nevndina,
og situr tú har enn í dag.
Í tey 20 árini, sum tú var
formaður, var sjúkrakassin
inni hjá okkum í Garðamørk.
Har fór mest sum øll
avgreiðsla fram, kanska
mest á stovuborðinum, með
an eitt kamar var tikið til
kontór at goyma papírir o.a.
Tú hevur verið formaður í
kirkjuráðnum í mong ár, og
eisini hevur tú verið í stýrin
um fyri Missiónshúsið, har
av fleiri ár sum formaður.
Har var tú eisini ein av teim
um, sum hevði sunnudags
skúla, tá ið vit vóru børn.
Tú hevur lisið málararnar
av í Oyndarfirði næstan síð
an teir vórðu uppsettir og
hettar gert tú eisini enn.Tú
ert eisini kassameistari hjá
pensionistunum í bygdini,
og møtir tú væl upp til tykk
ara hugnakvøld hvørja viku.
Tað er næstan eingin tíð á
árinum, at tú einki hevur at
takast við av “frítíðarítriv
um”. Um várið fert tú kvøld
eftir kvøld niðan í gerðið,
at seta eplir niður, og um
heystið tekur tú uppaftur og
veltan má verða stór, so vit
øll kunnu fáa burturav. So
eru tað gæsnar, tær mugu
eisini passast væl, tí tú ynsk
ir, at vit øll skulu fáa gása
steik á jólum. Tá lembingin
byrjar, livir tú mitt í verðini.
Seyðurin hevur altíð havt
tín heilt stóra áhuga og røkt
aði tú eisini í Ognarhaganum
í 40 ár, men fyri 3 árum
síðani læt tú røktina frá tær.
Men kortini so dámar tær
væl, at fara í hagan at
hyggja eftir seyði, at trá
draga og merkja lombini
hjá tær og altíð er ein flokk
ur av abba og langabba
børnum við tær. Um summ
arið ert tú altíð við, tá ið
hoyggja verður og næstan
áðrenn alt hoyggið er komið
inn, byrjar tú at tosa um
fletting, har tú eisini altíð er
uppi í. Mangan seyðin hev
ur tú flett á yngri árum og
tey ungu hevur tú lært væl.
Vit kunnu bara takka tær,
fyri alt tað kjøt og annað
gott, ið vit hava fingið.
Vit hava so ómetaliga
mong rík og góð minnir frá
okkara barna og ungdóms
árum.
Hóast tú hevði langar ar
beiðsdagar og eisini arbeiddi
hvønn leygardag og ringdi i
kirkjuni
hvønn
sunnumorgun, so hevði tú
altíð tíð til okkum aftaná.
Vit minnast, tá tú tók okk
um við niðan í Hjarðardal, tí
tú vildi læra okkum, hvussu
tað var, at vera í torvi fyrr,
og hendan dagin gloyma vit
aldrin aftur. Vit minnast so
mangar útfluktstúrar í góð
um veðri, bæði í Oyndarfirði
og aðra staðni. Altíð vart tú
við í øllum, tú elskaði at
spæla stikkbólt og banka
kjøt, tú enntá stóð á hond
unum og eina fer í besta sól
skinsveðri, uppi í haganum,
yvirraskaði tú okkum øll við
ísi, sum tú hevði koyrt í eina
flamingo dós. Vit minnast
allar túrarnar, tá tú tók
okkum við í hagan, har tú
lærdi okkum um fuglarnar
og vísti okkum reiður við
ungum í. Vit minnast túrar
nar niðan á Vatn, við tráðu
og tá vit komu oman aftur
við sílum, sluppu vit at
steikja tey beinanveg. Vit
minnast allar teir mongu túr
arnar við lítla báti, tá vit fisk
aðu bergyltu, hvussu kvirt
tað mátti vera og so allan
spenningin, tá vit sóu tær
svimja undir bátinum og
nærkast agninum. Vit minn
ast eisini túrarnar, tá vit vóru
á seiðabergi niðri í Víkum
og inni á Andrasstøð, tá vit
fiskaðu síl í Laksá og í Helj
areyga. Og so ikki at gloyma
allar
pannukøkurnar
frá
mammu, tá vit komu til hús
av fiskitúrum.
Alt hettar uppliva vit og
okkara børn og barnabørn
enn í dag. Ikki líka ofta,
men pápi er altíð við. Enn
ger hann nakrar av hesum
túrunum, nú við sínum abba
og langabba børnum. Og
útfluktstúrarnar dámar hon
um enn, so sera væl. Sum
seinasta summar, tá vit øll
vóru ein heilan dag uppi við
nýggja vøllin í Oyndarfirði.
Har var pápi eisini við í
einum fótbóltsdysti.
Pápi hevur havt eitt upp
livilsi, sum hevur sett seg
sera fast í minni hansara,
og tað er veturin 1946, tá
hann var á Háskúla. Alla
okkara tíð, hava vit hoyrt
hann tosa um hesar mánað
arnar og trúfastur sum hann
er, so hevur hann enn sam
band við nógvar av hinum,
sum vóru har.
Tú og mamma eru familju
kær sum fáur og tykkara
áhugi fyri slekt er stórur. Tit
vita ótrúliga væl um fam
iljuviðurskiftir langt burturi,
enntá syskinabørn og trí
menningar hjá tykkara for
eldrum, og tit tosa ofta um
slekt. Tit eiga eisini æruna
av, at vit í dag kenna nógvar
av okkara trímenningum.
Tykkara áhugi er ikki minni
fyri okkum sum familja. Vit
kenna hvønn dag tykkara
kærleika og umsorgan og
hóast familjan er vorðin stór
og tit eiga 20 barnabørn og
14 barnabarnabørn, so hava
tit somu umsorgan fyri
øllum, og eru so trúføst at
møta upp til hvønn tann
einasta føðingardag, sum er
í familjuni.
Góði pápi, vit vilja takka
tær fyri alt, sum tú hevur
verið fyri okkum øll og okk
ara ynski er, at vit øll máttu
lært av tær, at liva eitt lívs
játtandi lív í degnum, sum
vit hava í dag.
Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við áttati ára føðing
ardegnum og ynskja at Harr
in
má
signa
teg
og
mammu, og geva tykkum
nógv góð og lívsjáttandi ár
afturat.
Kærar heilsanir
Judith, Anni, Leif, Eilif
og Gunnleyg
Dagurin verður hildin í
skúlanum í Oyndarfirði
sunnudagin 13.01.2008 frá
kl 13.30 til kl. 18.30. Øll
eru hjartaliga vælkomin
Eivind Petersen áttati ár
Tað er við stórari sorg og
sakni at eg skrivi minning
arorð um mína elskaðu
systir Minnu, sum doyði
bert 58 ára gomul.
Vit báðar vóru nógv
saman. Um vit ikki sóust,
so var tað telefonin. Vit
gleddu okkum til hvørt
mánakvøld og mikukvøld,
tí tá var bingo, og tað
dámdi okkum báðum sera
væl, tí vit høvdu tað altíð
so stuttligt. Tú hevði ofta
onkrar viðmerkingar, men
tær vóru altíð so stuttligar
og rólig vart tú eisini.
Í mong ár vart tú sjúk,
var niðri á Ríkissjúkrahús
inum fýra ferðir um árið
til kanningar, og Finn var
við tær hvørja ferð, hann
var ein góður maður og
stuðul fyri teg. Men so í
mai mánað, tá tit vóru
niðri, fingu vit tey tungu
boð, at tú hevði fingið
lungakrabba, og har kundi
einki gerast. Men tú var
rólig, sum altíð, og segði
»tað fer nokk at ganga«,
men vit sóu hvønn veg tað
gekk, og longu 10. novem
ber doyði tú. Men nú hev
ur tú tað gott, eingin sjúka
og eingin pína.
Við sorg og sakni minn
ist eg aftur á hendan sang,
ið tú dámdi so væl:
Takk Gud fyri alt sum
hendi
Fyri gávur tú oss ber
Fyri tíð sum er at enda
Fyri stundina sum er
Takk Gud fyri ljósa várið
Fyri myrka kalda heyst
Fyri hvørt hitt gloymda
tárið
Fyri hjartafrið og treyst.
Góði Finn, Kristian, Ann
lis og Róðin við familju,
størst er sorgin hjá tykk
um, tit hava mist eina
góða konu, mammu, svig
armammu
og
ommu.
Jesus pápi styrki tykkum í
stóru sorg tykkara.
Hvíl í friði góða Minna.
Systir tín Karin
Minningarorð um
Minnu Jórun
Dam (f. Ósá)
fødd 25.12.1948 · deyð 10.11.2007
Føðingar eru í dag á síðu 50
-har
tað hendir