fríggjadagur 11. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • 11. januar 2008
Vikuskifti
16
Henrik Nordbrandt: Besøgstid.
Yrkingar. Gyldendal 2007. 52 s.,
Samanbera vit nýggja yrkinga
savnið hjá Henrik Nordbrandt við
tað, hann annars hevur skrivað,
sæst týðiliga, at hann í Besøgstid
eins og í teimum nýggjastu
søvnunum nýtir fleiri myndburðir
og aðrar málsligar myndir.
Nordbrandt hevur nevniliga ment
seg munandi sum yrkjari.
Prosakendi
Nordbrandt
Hóast hann telist millum tey
størstu donsku skaldini í dag, var
dygdin í fyrstu yrkingasøvnum
hjá Henrik Nordbrandt so sum
so – og tað sæst m.a. í yrking
ini “Taurus”: “Så smukke er
Taurusbjergene./Så røde og
stærkt duftende er roserne./
Præcis så meget elsker jeg
dig”. Heldur ikki yrkingar sum
“Sørgmodigt digt i anledning af
hendes bortnærværelse” ella “Alf
og damerne” ella “Karasevda”
hava nakað stórvegis virði.
Sum sæst, var Nordbrandt,
eins og nógvir aðrir danskir og
norðurlendskir yrkjarar í sjeyti
árunum, ógvuliga prosakendur.
Hesar yrkingar eru nevniliga
ikki serliga tilvitaðar um formin,
tíverri, helst tí at formurin sum so
ikki hevði serliga stóran týdning
tá. Men tað hevur hann fingið í
Besøgstid. Nordbrandt skrivar
sostatt ikki longur ‘knækprosa’,
men heldur prosayrkingar. Haru
mframt víðka hesar yrkingar av
og á markið fyri tí, ið vanliga
ber til at bera fram málsliga.
Og tað er ikki lítið. Nordbrandt
prógvar sostatt, at málið sum
so er ført fyri at miðla nógv
meira enn vanliga verður hildið.
Hansara yrkingar eru í dag meira
hurðar inn í ein annan heim, enn
yrkingar, ið spegla veruleikan, og
tískil roynir hann við óvanligari
setningaskipan at vísa út um
hevdbundnar merkingar.
Men hóast talan ikki er um
at skapa eitt mál, ið er bein
leiðis í andstøðu til vanliga
gerandismálið, so eru sum sagt
orðingar í Besøgstid, ið lata
dyrnar upp til heilt aðrar og
fullkomiliga nýggjar týdningar:
“På sømmet, hvor rebet havde
siddet/hang der nu et fuld
stændigt/nøjagtigt billede af
virkeligheden/som den så ud, før
jeg kom ind i den” (s. 49).
“Narrefisse”
Metayrkingar við nógvum
tvørsagnum í einum smátosandi
stíli, hevur snøgt sagt altíð
sermerkt skaldskap Nordbrandts
og soleiðis roynir hann eisini
at víðka karmarnar fyri, hvat
og hvussu nógv ber til at bera
fram á donskum máli. Til dømis
nýtir hann ofta málið soleiðis
sum í “Nyord”: “Nyord har givet
mig denne tanke:/Mine ord er
gamle/og modsiger ofte sig
selv” (s. 46). Og av og á fer hann
so langt sum til at spreingja
reglurnar í mállæruni: “Mig er
det, der sker med jeg resten af
året” (sic!). Og eins og ein annar
karnivalskur Rabelais, tekur hann
alt hitt hátíðarliga og ikki minst
sjálvhátíðarliga niður á jørðina,
ja, heilt niður í runudíkið. Eitt
nú í yrkingini “Narrefisse”: “Må
jeg have lov til at præsentere
Dem for et digt/med titlen
“Narrefisse”? (...) Hvis man
erstattede “komedie”/i Dantes
Guddommelige Komedie/med
“narrefisse”, ville det ikke gøre
værket mindre dybt (...) De
såkaldte hellige skrifter/er fulde
af vold, hævn og fordømmelse./
Den der får narrefisse, bliver
ydmyg og mild./Jeg vil
påstå, at narrefisse lærer én
næstekærlighed” (s. 52).
Sig so tað, ja, ja...
Málsligar
spreingingar
Við yrkingasavninum Besøgstid er
Henrik Nordbrandt farin at krevja
nakað meira av sínum lesara.
Afturfyri tambar hann málið, so
nýggjar hurðar bresta upp inn í ein
annan heim
Yrkingarnar hjá Henrik
Nordbrandt eru í dag meira
hurðar inn í ein annan heim, enn
yrkingar, ið spegla veruleikan
Ummæli
René Hjelm