fríggjadagur 11. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 8 - 11. januar 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Í HM-undankapp-
ingini, ið føroyska
hondbóltslandsliðið
hjá monnum luttekur
í, er eitt annað norður-
land. Talan er um
Finland, sum eru í
bólki 5. Føroyar eru í
bólki 7
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
HM-undankappingin
er
deild í sjey bólkar, og trý
lið eru í hvørjum bólki.
Vinnarin av hvørjum bólki
er við í einum lutakasti, ið
verður hildið í Noregi í
sambandi við at EM-enda-
spælið er í Lillehammer.
Lutakastið verður 27. jan-
uar í Håkons Arena í Lille-
hammer, og tá fær man at
vita, hvør skal møta hvørj-
um í ”Play-offs” dystunum.
Endaligi vinnarin sleppur
við til HM-endaspælið, ið
verður í Zagreb í Kroatia í
2009.
Eittans annað
norðurland
Bert eitt annað norðurland
er við í HM-undankapp-
ingini, og tað er Finland.
Eisini teir hava eitt land, ið
er fyrrverandi partur av
gamla Jugoslavia. Talan er
um Bosnia Herzegovina, og
í okkara bólki, Serbia.
Um vit taka Finland fyrst,
so hava teir, eins og Føroyar,
spælt trýggjar dystir, og har
hava teir vunnið ein og tapt
tveir. Lítil munur er annars
á liðunum, tí fyrsta dystin
vann Finland á útivølli móti
Litava, 30-29, meðan næsti
dystur móti sami tjóð var
taptur 33-32. Triðja dystin
taptu teir móti Bosnia
Herzegovina, 29-28, so eftir
trýggjar dystir hevur Fin-
land ein málmun, ið sigur
minus eitt. Hjá føroyingum
er talan um minni vøkur tøl.
Eftir teir trýggjar dystirnar
hava Føroyar ein málmun,
ið sigur minus 33.
Føroyingar fáa
dyggan stuðul
Stuttligt er at síggja at før-
oyingar eru sera væl stuð-
laðir. Av teimum 21 tjóð-
unum í HM-undankapp-
ingini eru Føroyar nummar
seks á listanum yvir best
stuðlaðu, um man hyggur
eftir áskoðaratalinum. Til
dystin á Hálsi vóru 800 fólk
uppmøtt at stuðla, meðan
Holland er á odda á hesum
lista, við 1500 áskoðarum.
Hetta tá teir tóku móti
Turkalandi á heimavølli.
Heimligur hondbóltur
Meðan okkara manslandslið
er í HM-undankapping, eru
kvinnurnar so smátt byrj-
aðar aftur eftir jólasteðgin.
Ein dystur var mikukvøldið,
tá VB tóku móti StÍF í Vági,
og
Vágskvinnur
hildu
trýstið á Neista kvinnurnar,
við at vinna 25-20, eftir
hálvleiksstøðuna 15-9.
Profilarnir avgjørdu
Sum ikki einaferð, vóru tað
Daiva Toumaite og Laila
Jespersen, ið vístu vegin, tá
VB-kvinnurnar tóku stigini
í heimadystinum móti StÍF.
Eisini Svava Vestergaard
hevur víst seg at vera ein
dyggur stuðulsleikari hjá
VB. Hon hevur við sínum
ótrúliga
arbeiðsinnsatsi
verið við til at givið hinum
á VB-liðnum meira pláss
og lættari spæl. Svava er
heilt víst ein spælari, ið vit
koma at síggja nógv til
framyvir.
Um vikuskiftið verður
eittans hondbóltsdystur hjá
kvinnunum, og tað verður
aftur í Vági, og hesaferð er
tað oddaliðið Stjørnan, ið
kemur á vitjan. So spenn-
andi
verður
at
síggja,
hvussu leikur fer, tá tvær
tær bestu útlendsku ískotini
í kvinnudeildini møtast í
dysti vesturi á Eiðinum.
Talan er sjálvsagt um Daivu
Toumaite (VB) og Simona
Petersen (Fyrr Dziugyte
(Stjørnan)).
Flogbólturin í
gongd aftur
Hjá monnunum er talan um
bert tann eina dystin í
Meistaradeildini, og tað er í
Havn, har Fleyr tekur ímóti
oddaliðnum SÍ, ið fyri
stuttari tíð síðan vann sær
sess í steypafinaluni.
Á kvinnusíðuni eru væl
fleiri dystir. Og millum
annað kann nevnast at odda-
liðið SÍ tekur móti Fleyr,
heima í Sørvági, meðan
tættastu kappingarneytarnir
úr Fuglafirði eisini spæla í
Vágum, t.e. móti hinum
vágaliðnum
Drátti.
So
spennandi verður at síggja,
hvussu liðini eru fyri, eftir
steðgin, og eftir Mjølnir-
kappingina.
Tvey norðurlond í
HM-undankapping
Føroyingar hava verið óførir at stuðla manslandsliðið okkara í hondbólti, sum í hesum døgum er í HM-undankapping. Her
síggjast áskoðarar stuðla liðnum móti Ísrael í høllini á Hálsi
HM-undankapping
Bólkur 5:
LIÐ
D V J T Mál
+/- Stig
1. BIH Bosnia Herzegovina 1 1 0 0 29:28
1 2
2. LTU Litava
2 1 0 0 62:62
0 2
3. FIN Finland
3 1 0 2 90:91
-1 2
Bólkur 7:
LIÐ
D V J T Mál
+/- Stig
1. SRB Serbia
2 2 0 0 80:52
28 4
2. ISR Ísrael
1 1 0 0 26:21
5 2
3. FAR Føroyar
3 0 0 3 73:106 -33 0
FAKTA
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur:
Sunset-kappingin:
Dagur:
Klokkan:
Dystir:
13.01
15:00
VB-Stjørnan
Flogbóltur:
Meistaradeild kvinnur:
Dagur:
Klokkan:
Dystir:
12.01
14:00
Drátrur-ÍF
13.01
14:00
KÍF-TB
13.01
14:00
SÍ-Fleyr
Meistaradeild menn:
Dagur:
Klokkan:
Dystir:
12.01
16:00
Fleyr-SÍ
FAKTA