fríggjadagur 11. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 8 • 11. januar 2008
Vikuskifti
Konsertmeistarin, 1. violinist
urin Sámal Petersen, gevur
upp kamartónan. Í sama bili er
kvirt í salinum, og vit uppliva
henda serstaka, hátíðarliga
dámin, ið leggur seg yvir teir
nógvu áhoyraranar, tá ið strúk
ararnir og síðanni blásaranir
og slagverkararnir stemma
instrumentini.
Tann, ið stjórnaði hesum
stóra ljómliði, var dirigenturin
Bernharður Wilkinson. Bernharður
er royndur orkesturleiðari bæði
á europeiska meginlandinum
og í Englandi. Í Íslandi er hann
vorðin ein myta sum tann
serstakliga dugnaligi, nágreiniligi
og eldhugaði orkesturleiðarin,
hann er. Millum tónleikararnar í
Føroya Symfoniorkestri er hann
eins væl vorðin ein myta. Tosaði
við tubaleikaran Atla Petersen,
ið er líka so góðsliga stórur og
imposantur, sum tað ljóðføri
hann spælir uppá. Fyri trimum
árum síðani var symfoniorkestrið
meira at kalla ein bólkur av – um
ikki glataðum spælimonnum og
kvinnum – so kortini ein bólkur av
forfjónaðum individualistum. Lítil
og eingin menning tóktist vera.
Tað hjálpur lítið, at eitt orkestur
hevur framúrskarandi tónleikarar,
um tað ikki ljómar sum ein eind.
Hetta kynstrið hevur Bernharður
megnað, og sunnukvøldið
hoyrdu vit úrslitið av miðvísa
arbeiði hansara. Eg havi ikki teir
førleikarnar, ið skulu til fyri at
ummæla eina konsert. Sum so
mong onnur, hoyri eg tónleik út
frá teimum avmarkingunum, tað
ber í sær bara at duga at hoyra,
tá ið tónleikurin klingar væl í
oyrunum. Tær fínu nuansurnar,
samspælið millum strúkarar,
blásarar, slagverk, kór og solistar
mugu tey, ið hava skil fyri
slíkum, dissikera, men eg fekk
varhugan av dynamikkinum og
frískleikanum í spælinum, og
eg frøddist um tað, eg hoyrdi.
Sama dynamikkin og frískleikan
fingu teir báðir Bjarni og Kári
úr kórinum. Tá ið tey smáu
hárini standa loddrætt, má vera
samklangur millum ljómliðið og
tann, ið hoyrir.
Tveir solistar vóru við. Svensk
franska sopransangarinnan Isabel
Pigianol og føroyski guitaristurin
Ragnar Olsen. Isabel var ein
koketta, og hon dugdi væl at
flirta við áhoyrarunum – ikki
bara mannfolkunum, men við
áhoyrarunum sum heild. Og hon
sang væl. Sjálvandi gleddu vit
okkum til Habanera úr Carmen.
Ólavur ávarðaði okkum javnt og
samt um dárakynstrini hjá hesari
sponsku Femme fatale. Og eg
hugsið, vit vóru forførd(ir). Bæði
sangliga og leiklistarliga so væl,
at vit kravdu eykanummar. Tá ið
hon við mjúkari rødd hevði sungið
O Mio Babbino Caro, máttu vit
sleppa henni. Ja, ja, onkur fekk
at kenna svikafulla lyndi Carmens
meira enn aðrir – og her eru
tað bara mannfólkini eg sipi til.
Spell, at ein ikki sat nærri at
miðgongini.
Við nógvum spenningi hevði
eg sæð fram til at hoyra Ragnar
Olsen spæla adagiona úr
Concierto de Aranjuez fyri guitar
og orkestur. Sum so ofta situr
tú sum á nálum, heilt frammi á
stólinum, tá ið solisturin fer at
spæla. Tú roynir at transformera
øll góð ynskir fyri leikaran. Hetta
er eitt torført stykki. Men so eftir
eitt bil, slappar tú av. Hesum
hevur tann dámligi og sinniligi
tónleikarin tamarhald á, hóast
tað at hann mátti kompenserað
fyri akustiska frábrygdið, sum
so stór áhoyrarafjøld elvir til í
einari konserthøll sum tann í
Norðurlandahúsinum. Tú setti teg
afturá og frøddist um talentið. Var
Ragnar Olsen ikki landskendur
fyri sunnukvøldið, so ivist eg ikki
í, at føroyingar tóku hann til sín
hetta kvøldið.
Symfoniorkestrið, ið
ikki vil glatast
Sum vera man hugsi eg, at Føroya
Symfoniorkestur hevur alla
samsýning frá okkara politikarum.
Teir vóru har og lurtaðu, fleiri av
teimum. Teir máttu vera stoltir
av orkestrinum eins og vit onnur.
Og sum tað sá út fyri mær,
sótu teir eisina har við reinari
samvitsku hvør og ein, gávumildir
á at líta. Sjálvandi mátti tað
vera ein fragd hjá teimum at
hoyra, hvussu væl pengarnir vóru
farnir, hugsaði eg, og frøddist
saman við politikarunum um, at
vit hava eitt so framúrskarandi
orkestur í okkara gjøgnumgataða
landi. Okkara lítla land klekir
tónleikarar á alheimsstandardi.
Talentini mest sum raplað av
hesum knappanálshøvdinum á
heimsatlasinum. Men eg skilji, at
Føroya Symfoniorkestur er eitt lið
av eldsálum. Av entusiastiskum,
professionellum tónleikarum,
sum, hóast teir lítið og einki fáa
fyri tað, geva okkum tað gleði
at spæla fyri okkum i einum
orkestri, ið ikki vil glatast sum
spælimenninir hjá Williami
Heinesen, men sum verja um
orkestrið við ektaðari spæligleði
og einum óbendiligum dirvi. Tað
er ikki frítt fyri, at eg skammist
yvir, at eg um nakrar dagar skal
seta veljarakross mín við onkran
av hesum politikarum, sum ikki
við einum einasta orði undir
valstríðnum hava nevnt Føroya
Symfoniorkestur. Eg havi ikki
hoyrt teir nevnað tað í heila
tikið. Tað er ikki bara hol undir
Skopunarfjørð – tað er hol í
høvdið.
i vil glatast
- Tað er ikki frítt fyri, at eg skammist yvir, at eg um nakrar dagar
skal seta veljarakross mín við onkran av hesum politikarum, sum
ikki við einum einasta orði undir valstríðnum hava nevnt Føroya
Symfoniorkestur, skrivar William Smith millum annað í hesum
hugleiðingunum um nýggjárskonsertina hjá Symfoniorkestrinum.
Myndir: Jens Kristian Vang