fríggjadagur 11. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2008
15
Løgtingsvalið 19. januar 2008
8
Føroyar hevur - við
einum hálvum ári -
stytsta barnsburðar-
farloyvið í norðanlond-
um. Miðflokkurin hevur
sum mál at longja
barnsburðarfarloyvið
upp í eitt heilt ár
Flestu tilmælini frá serfrøð
ingum hesi seinastu árini
hava greitt boða frá, at eitt
smábarn hevur tað best,
um tað í mest møguligan
mun verður ansa av for
eldrunum fyrsta liviárið.
Tí hevur Miðflokkurin
sum eitt av sínum høvuðs
málum á familjupolitiska
økinum at longja barns
burðarfarloyvi úr 6 mðr
upp í 12 mðr. At tað væl
letur seg gera, sóu vit
herfyri, tá ið Bjarni Djur
holm landsstýrismaður í
vinnumálum boðaði frá, at
inngjaldið í barsilsskip
anina fór at lækka, tí at ov
nógvur peningur kom inn.
Heldur enn at lækka inn
gjaldið áttu stig at verði
tikin til, at tilmælini vóru
fylgd, og føroysk børn
kundu verað verandi
heima tað fyrsta liviárið.
Sæð úr javnstøðu
sjónarhorninum eigur
skipanin eisini at verða
broytt soleiðis, at tað er
gjørligt hjá pápunum at
vera heima meir enn teir
fjúrtan dagarnar, ið teirra
barnsburðarfarloyvið er í
dag. Sjálvt um tað er
givið, at í flestu førum
hevði mamman verið
heima størsta partin av
farloyvinum, so átti land
ið í veruleikanum als ikki
at blanda seg uppí, hvør
var heima hjá barninum.
Samlaða farloyvið átti at
veri eitt ár, og síðani
kundu foreldurini sjálvi
avgjørt, hvussu tey býttu
hetta sínamillum.
At ein kvinna kann
væntast at fáa børn innan
fá ár kann ofta virka sum
eitt handikapp í arbeiðs
lívinum. Størri frælsi at
samskipa barnsburðar
farloyvið við makan hjá
sær hevði uttan iva gjørt
arbeiðslívið lættari hjá
nógvum kvinnum.
Hesum málum fari eg at
arbeiða fyri, um eg verið
valdur á ting 19 jan.
Barnsburðarfarloyvið
má longjast
Formaður, UfM
Valevni Miðflokksins
Tóri
Højgaard
Val
Tað eru tey eldru, sum
hava lagt lunnar undir
samfelagið, og tí skylda vit
teimum ordiligar umstøður
og sømiliga røkt. Eldraøkið
skríggjar eftir loysnum, tí
tørvurin er so stórur, og tí
ber ikki til at bíða longur.
Nú má landið gera nakað
fyri at betra um umstøð
urnar hjá okkara eldru.
Sum eg havi nevnt áður,
er eldraøkið eitt hitt
fremsta hjartamálið hjá
mær, sum eg av øllum alvi
vil arbeiða fyri at fáa loyst,
so umstøðurnar verða
betri. Tað tykist, sum eru
umstøðurnar hjá okkara
eldru druknaðar í øllum
møguligum og ómøgu
ligum málum í hesum
valstríðnum, men tað er
neyðugt, at vit varpa
ljóskastaran á eldraøkið.
Ikki minst í Suðurstrey
moy er ein ovurhonds
stórur tørvur á plássum til
eldri á bæði ellis og
røktarheimum, og langur
bíðilisti er eftir at fáa eitt
pláss, tá okkurt er. Tórs
havnar kommuna hevur
gjørt alt, sum er í hennara
valdi, at bøta um umstøð
urnar, men synd er at siga,
at landið hevur verið til ta
stóru nyttuna.
Vit kunnu fegnast um, at
vit so seint sum í desember
kundu taka í nýtslu nýggja
røktarheimið á Tjarnar
garði, ið gevur pláss fyri
24 fólkum aftur at teimum
10, ið vóru har framman
undan. Men samstundis er
tað grátiligt, at landið ikki
enn hevur fingið eyguni
upp fyri tørvinum, ið er.
Her krevjast ítøkiligar
loysnir á borðið, so ellis
og røktarheimstørvurin
verður loystur.
Landið má og skal vera
ein aktivur spælari í øllum
hesum, so vit kunnu geva
okkara eldru virðiligar
karmar um ellisárini, sam
stundis sum teirra avvarð
andi kunnu kenna seg trygg
við, at umstøðurnar hjá
teirra eru góðar. Tey neyðar
róp, vit dagliga hoyra hes
um viðvíkjandi, koma bæði
frá teimum eldru sjálvum,
men ikki minst frá teirra
avvarðandi, ið ikki vita sær
síni livandi ráð.
Á tingi vil eg stríðast av
øllum alvi fyri, at vit bæði
fáa ellisheim, røktarheim,
umlættingarheim og eldra
sambýli í Suðurstreymoy, tí
núverandi umstøður kann
eingin bjóða fólki. Tey
eldru, ið ynskja at vera
heima og kunnu vera tað,
skulu heldur ikki forsøm
ast, tí har er alneyðugt at
styrkja um leiklutin hjá
Nærverkinum, ið hjá
mongum kanska er einasta
dagliga vitjan á gátt.
Starvsfólkini í Nærverki
num gera eitt veldugt
arbeiði, men tey eru bara
ov fáment. Vit eiga at seta
fleiri fólk í starv, so tey
eldru kunnu fáa bæði fleiri
og longri vitjanir. Her
eigur at verða gjørdur ein
miðvísur innsatsur, so vit
tryggja okkara eldru tey
rímiligu kor, vit einki
minni enn skylda teimum!
Eg vil sum løgtings
maður vísa í verki, at eg
meini tað í fullasta álvara,
tá eg sigi, at eldraøkið er
mítt fremsta hjartamál, og
eg vil – á sama hátt sum
gjøgnum býráðsarbeiðið –
gera mítt ítarasta fyri, at vit
skulu røkka tí fremsta og
mest upplagda málinum:
At skapa okkara eldru betri
umstøður.
Vit skylda teimum, at
meira ferð kemur á, so tey
og teirra ikki skulu liva
síni síðstu ár í stúran, tí tey
ikki hava eitt trygt og gott
heim og onkran, sum sær
til tey. Her má landið
traðka til og ganga undan,
tí so leingi eldraøkið er ein
landsuppgáva, skal hon
loysast av landinum. Og
tað ongantíð ov skjótt!
Hetta skylda vit okkara eldru
valevni Javnaðarfloksins
www.hedinmortensen.com
Heðin
MorTensen
Val
Við einum sterkum
búskapi og í góðum
felagsskapi við Danmark,
tryggja vit vælferðina í tí
Føroyska samfelagnum.
Sambandsflokkurin er
kendur fyri at hava
skilagóða búskaparstýring.
Sterkur búskapur er við
til at økja um vælferðina.
Búskaparliga er tað av
stórum týðningi at leggja
til síðis í góðum tíðum,
fyri framhaldandi at
tryggja vælferð hjá okkum
og okkara børnum.
Av tí at okkara høðus
vinna er sera følsom fyri
broytingum í samfelag
num, soleiðis at inntøk
urnar kunnu minka nógv
yvir stutta tíð, er tað sera
trygt av vera í Ríkisfelags
skapi við Danmark.Tað er
við til at styrkja okkara
búskap vegna blokkin, sum
verður latin okkum. Hetta
ger, at vit eisini í niður
gangstíðum kunn raðfesta
tey bleytu virðini høgt
Fyri okkum í sambands
flokkinum er vælferðar
samfelagið og tað persón
liga frælsið hjá tí einstaka
meira virðismikið enn
natioanalistiskar hugsjónir,
og flokkurin fer tí ongantíð
at seta vælferðina upp á
spæl fyri at gera Føroyar
meira sjálvgjargnar. Einki
skal gerðast í óðum verk
um, men flokkurin hevur
tað mál, at vit í Føroyum
skulu hava sama livistøði
sum hini norðurlondini
hava.
Sambandsflokkurin er
einasti flokkur sum meldar
púra greitt út at vit ynskja
at varðveita og menna
ríkisfelagsskapin. Vit
hyggja úteftir, og hesin
felagsskapur er lykilin út í
heim.
Vel tað trygga, vel
vælferð, seti X við lista B
Trygg vælferð og skilagóð búskaparstýring
Sambandsflolkkurin
edva
jacobsen
Val
Nógv hevur verið tosað um
vælferð og tey bleytu virðini
hvussu vit skulu styrkjast og
mennast á hesum økinum.
Men visti tú at studningurin
lesandi frá í Føroyum er meira
enn 1200 krónur minni um
mánaðin enn í Danmark? Og har
afturat fáa lesandi í Danmark
Føroyafrádrátt og einligar
mammur fáa tvífaldaðan
studning. Hetta skulu vit gera
nakað við!!! Sjálvandi skal
studningurin í Føroyum samsvara
við tann danska, soleiðis at tað
eru betur møguleikar hjá teimum
lesandi her heima.
Tað skal eisini verða møguligt
og liviligt hjá einligum
mammum at lesa í Føroyum, so
tær ikki framhaldandi skulu
tvingast av landinum....
Og ikki at gloyma studentar
skúlan, sum stendur sum ein ruin
hetta er skomm fyri okkara
land.
Hetta er tað eg vil arbeiða fyri
at fáa í rættlag í Føroyum.
Gott Val
X við lista B
Sambandsflokkurin
Maj-briTT
jacobsen
Val
Vit Lesandi
Eitt av teimum evnum eg
nevndi í seinastu grein
míni, var eldraøkið og
hetta vil eg nú lýsa nærri.
Aftaná at ein er vorðin
eldri og ikki hevur somu
orku til at arbeiða meira,
verður dagligdagurin
fullkomiliga broyttur.
Aldurdómur kemur sjáldan
einsamallur, eitt nú fylgja
ymisk aldursbrek eisini
við.
Alt hevur jú tíð sína og
spurningurin er tí, hvat tey
eldru hava at síggja fram
ímóti aftaná eitt langt og
mangan krevjandi lív. Hesi
fólk hava eitt ótal av
lívsroyndum og kunnu
læra okkum yngru nógv.
Tey hava framhaldandi
uppiborið eitt virðiligt og
innihaldsríkt lív. Her er tað
skylda okkara sum
borgarar at hjálpa hvørjum
øðrum tá vit gerast eldri.
Vit mugu skipa
eldraøkið soleiðis, at
tørvurin hjá tí einstaka
verður gingin á møti,
havandi í huga, at tað er
sera ymiskt hvussu fólk
eldast. Summi hava tørv á
friði, har
onnur framhaldandi ynskja
at taka lut í
samfelagnum. Tískil hevur
tað eisini stóran týdning, at
starvsfólk í eldraøkinum
altíð eru fakliga væl fyri.
Frá politiskari síðu
krevur hetta bæði forstáilsi
og at peningur verður
settur av til at tryggja
hóskandi karmar til tey
eldru.
Hvat hava tey eldru at síggja framm ímóti?
Valevni Fólkafloksins
elsebeTH
gunnleygsdóTTur
Hansen
Val