Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti 14 Har stendur Norðurlandahúsið. Hesin vakri og heilskapaði bygningurin, lýsandi í tí myrka januarkvøldinum, og eins og álv­ heyggurin í Elverhøj hjá Friedrich Kuhlau stendur húsið á gløðandi súlum. Sum tú nærkast, koma hugleiðingar fram úr filminum hjá Steven Spielberg, Close Encounters of the Third Kind. Húsið tykist at sveima sum tann veldigi, yvirjarðligi UFO’in í leikmyndunum í endanum av filminum. Tú fert inn í álvheyggin ­ inn í UFO’in og verður burtur fyri verðini uttanfyri. Her er alt ljós og ljóð. Ikki tað struktureraða ljóðið, vit eru komin fyri at hoyra, men ein meldur av samtalandi røddum. Fólk standa saman, sita saman og har verður tos­ að. Kanska ikki so nógv um nýggjárskonsertina, vit eru komin at hoyra, men meira um leyst og fast úr gerandislívinum, og um tilstundandi valið. Fyrst verður preludiið spælt, tann ikki­orkestrala harmoniseringin av teimum, ið fara at lurta. Har er alt slag av fólki, og vit eygleiða ta kunstugt listarliga menniskjuna. Og vit røkta okkara duldu fetish­ dyrkan og fascinatiónina av hesu løgnu ósambæriligheitini millum tað tilætlað ásýniliga við skapninginum, og tann burturvísandi hugburðin, vit velja mótvegis teimum, vit ikki kenna. Eg siti saman við góðum kenningum av Mikkjalstrøð. Ein teirra bjóðar kaffi. Sterkur løður. Vit eygleiða fjøldina. Ein einsamallur tónleikari gongur yvir móti kafeteria. Hann hevur instrumenthylkið við sær, at døma eftir støddini ein klarinet. Hann hyggur rundan um seg við einum glataðum eygnabráði, so brosar hann, tí hann fekk eyga á tann, hann leitaði eftir. Tey fylgjast oman í skiftingarrúmið. Rundan um okkum sita fólk og fáa sær ein drekkamunn við onkrum afturvið. Vit hyggja, og tey hyggja, men ongin verður tikin í at hyggja soleiðis. Eitt par úr Suðri situr og fær sær ein ‘marglætisbreyðbita’ – jú, soleiðis verður ein vælpynt­ aður ‘biti við rakjum og majones’ eisini málsliga pyntaður nú á døgum. Klokkan ringir fyrstu ferð, og vit fara at kenna væntanina, henda ósagda spenningin, ið fevnir okkum undan einum upplivilsi. Vit fara so smátt at finna okkum plássið í konserthøllini. Har eru eini 500 fólk, ið skulu slúsast inn í konsertsalin, men tað gongur sum smurt, smidligt og skjótt. Onkrir tónleikarar eru longu komnir og hita upp við skalaum og kanska vissa sær, at teir hava tamarhald á torførum pettum. Sjóðið harðnar í salinum, so hvørt fólk fylla hann. Tað er ikki hetta ljóðspaka suðið, ið setur dám á tað pre­konsertuella upplivilsið í útlendskum konsert­ hallum. Konserthøllin í Norður­ landahúsinum ljómar sum ein rúmmikil fossur. Her er ikki bara okkurt hissini orðaskifti millum vælroynd hjún, ið skilja hvørt annað út frá kroppsburði og eygnabráum. Nei, vælsignað! Her kenna næstan øll øll. Og kennir tú ikki tann, tú situr við síðina av, so vilt tú hava eitt prát í gongd kortini. Kenningar heilsast tvørturum stólarøðirnar, so langt armarnir røkka, toyggja seg. ”Gott nýggjár, góði! Nú – eru tit komin heilskapað gjøgnum jólini og nýggjárið?” ”Jú, hann sjálvur – tú sært, eg siti her í heilum líki!” ”Og hvat – koyrir tú stadig­ vekk runt við hasum gamla vrakinum?” ”Ja, ja, snakka ikki – og bilurin er ikki minni upptugdur av tíðarinnar jakslum!” Konsertin Høllin er fylt á tremur. Formaðurin í Føroya Symfoniorkestri, Poul Jákup Thomsen, ið er Skarvanesmaður, bjóðar okk­ um vælkomnum til hesa 14. nýggjárskonsertina hjá symfoni­ orkestrinum. Hetta er maðurin, sum við ágrýtni og ókøvandi optimismu hevur hildið saman um orkestrið í mong ár. Dynamiskur og eldhugaður hevur hann varðveitt sína sannføring um, at orkestrið skuldi liva og mennast. Væl skorin fyri tungubandið fortelur hann okkum, at ið hvussu so er tveir Skarvanesmenn ikki eru so fámæltir, sum onkur vil vera við, at Skarvanesmenn eru. Eru teir báðir nevndir, eru teir kendir. Síðani gevur hann frásøgumanninum, Ólavi Jacobsen, orðið, sjálvur frálíkur tónleikari, guitaristur í Aldu­ báruni. Vælupplagdur, ólastandi pyntaður í svørtum klædningi, høgari flippu og fagurreyðari tvørsloyfu gav hann okkum eina lítla, men skemtiliga innføring í, hvussu leikur skuldi fara. Kórið,59 skipa sangarar skipa seg við svartklæddu tenorunum og bassunum høgrumegin og litføgru sopranunum og altunum vinstrumegin. Kór­repititørarnir eru teir báðir vandu og krevjandi kórleiðararnir Bjarni Restorff og Kári Bæk. Hugleiðingar William Smith Hugleiðingar um Nýggjárs­ konsertina í Norðurlanda­ húsinum hjá Føroya Symfoniorkestri saman við kóri og solistum Orkestrið, ið ikki