fríggjadagur 11. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Løgtingsvalið 19. januar 2008
8
Nr. 8 - 11. januar 2008
Heilsumál
Fólkaheilsa og ítróttur
hanga óloysiliga saman.
Sum nevnt í einum av
fyrru greinum mínum, so
eru tilboðini til tey yvir 30
– 35 ára gomlu sera
avmarkaði. Og tað er
ongantíð so
týdningarmikið, sum tá vit
koma yvir hendan aldurin,
at vit fara miðvíst til verka
at halda likam og sál
viðlíka.
Vælferðarsjúkur, har vit stutt sagt “fylla meira á” enn
vit hava fyri neyðuni, samstundis sum vit okkara dagliga
yrki krevur minni og minni rørslu av okkum, krevja alt ov
nógv mannalív í alt ov ungum árum.
Og fleiri fólk fáa varug mein, sum so gera, at teirra
lívsgóðska, aftaná at sjúka rakar tey, verður á einum sera
lágum støði.
Lat okkum fyribyrgja heldur enn at royna at lappa.
Lat okkum síggja henda verðuleika í eyguni og gera
sum aðrir hava gjørt við góðum úrsliti.
Pláss er í Føroyum fyri 6 golfvøllum at byrja við.
Lat okkum miðvíst fara undir eina ætlan, sum
nútíðarsamfelagið Føroyar hevur brúk fyri í so stóran
mun.
Kross við Fólkaflokkin. Her virka vit!
Les meira á www.folkaflokkurin.fo
Ein tunnil útilokar
ikki ein skúla
Havandi í huga framtíðar
menning av samfelagnum,
er tað týðandi, at
samferðslan verður útbygd,
her verður hugsað um
tunnlar undir og omanfyri
sjóvarmálan og vegir. Og
er tað av størsta týdningi at
fíggingarmynstrið av
hesum íløgum verður
soleiðis, at tað eisini er
pláss fyri øðrum
útbyggingum av samfelag
okkara, sum skal mennast enn meira komandi árini.
Íløgur í samferðslukervið eiga ikki at vera blandaðar
saman við eitt nú bygging av skúlum og ellisheimum. Við
skilagóðari fíggjarstýring og við dirvi at hyggja inn í
framtíðina verður pláss fyri báðum.
Nita Næs, Javnaðar
flokkurin og eftirskúlin
Tað var ótrúligt at hoyra
hesa nýggju rødd
Javnaðarfloksins á
valfundinum í Trongisvági
reypa av ætlanini við
eftirskúlanum í Hvalba.
Eg fekk tíverri ikki
møguleikan at svara henni
aftur, tí hesar linjur.
Nita Næs - hví var tú
ikki erlig og segði sum var,
at tú ynskir eftirskúlan har
pipari grør júst soleiðis,
sum tú og onnur argumenteraði móti honum á fundinum í
Hvalba um eftirskúlan??
Vit vita at eftirskúlin als ikki hevur verið nakað
hjartabarn hjá Javnaðarflokkinum, vit drógu hann til
trogið – men ongantí betur um hann nú eisini vil verða
við í átakinum.
Tá Sandoyartunnilin var
fyri í Tinginum við endan
av 2007, tá atkvøddu allir
3 tinglimirnir hjá Mið-
flokkinum fyri, at undir-
sjóartunnil til Sandoynna
skuldi gerast veruleiki.
Hetta fegnast vit um.
Tað er við gleði, at eg
stilli upp fyri Miðflokkin,
tí eg veit, at Miðflokkurin
vil gjarna at útjaðarin í
landi okkara skal hava tað
gott og mennast. Vit koma
ikki uttan um, at skal Sand-
oynni lív vera lagað, so
noyðist ein slíkur tunnil at
koma. Og er hann fyrst
komin, so trúgvi eg, at tað
koma ikki at ganga nógv ár
(kanska 15), so verður hol
sett á til Suðuroyar. Hetta
er einasta gongda leið í
longdini.
Eftir Tingsins avgerð er
ætlanin at fara í holt við
Sandoyartunnilin 1. nov.
2009. Mítt uppskot skal
vera til komandi Løgting
og Landstýri, beinanvegin
at byrja at seta pening av á
hvørjum ári – tey næstu
15-20 árini til undir-
sjóartunnil til Suðuroyar –
soleiðis, at nakað av
peningi kann vera tøkt, tá
verulig roynd fer at verða
gjørd at fáa fast samband
til Suðuroynna.
Eg má siga, at fatanin, at
tað bert eru tveir møguleik-
ar, annaðhvørt loysing ella
samband, er størsta forð-
ingin fyri framburði á sjálv-
stýrisleið.
Nógv hava spurt meg
skrivliga og munnliga,
hvør støða mín er í sjálv-
stýrismálinum.
Eg hugsi ikki at nakar
ivast í, at eg haldi, at Før-
oyar eiga at ganga framá í
sjálvstýrisspurninginum,
og at tað er ein fortreyt
fyri, at samfelagið kann
mennast, at búskapurin
kann mennast, og harvið
eisini at vælferðin kann
mennast.
Eg síggi onga andsøgn
millum ta sosialdemokrat-
isku hugsjónina – tað
skandinaviska modellið,
sum hevur prógvað seg
sum bestu samfelagsskipan
í heiminum yvirhøvur - og
so viljan hjá einari tjóð, at
gerast sjálvbjargin og at
taka ábyrgd av egnum
viðurskiftum. Eg haldi
tvørturímóti, at hesi bæði
mál hanga saman. Sjálv-
sagt er tað umráðandi, at
øll eru trygg við gongdina,
og at fólkið er samt um tey
stig, sum verða tikin.
Gongdin ímóti
sjálvbjargni er
avbjóðingin
Tað er gongdin, prosessin
fram móti størri sjálv-
bjargni, sum er avbjóð-
ingin. Tað er ikki avgerandi
at seta dagfesting ella
okkurt ultimativt áramál á.
Javnaðarflokkurin hevur
gjøgnum formannin alment
boðað frá, at Føroyar eiga
at vera búskaparliga sjálv-
berandi í 2015. Og tað er
eitt gott mál at seta sær. Og
tað má ikki sleppast, fyri
tað um tað annaðhvørt
gongur skjótari ella seinni.
Um tað verður í 2014 ella í
2016, er ikki alt avgerandi.
Tað eru 21 mál eftir at
yvirtaka, og tað er ikki
løtuverk.
Í hesum samgonguskeiði
eru framstig gjørd. Flog-
vøllurin er yvirtikin, fjøl-
miðlaábyrgdin er yvirtikin,
tilbúgvingin er yvirtikin og
nú til seinast er kirkjan
yvirtikin. Tað hevur verið
arbeitt miðvíst fyri at økja
um rættindi okkara uttan-
ríksipolitiskt., og at vinna
okkum frælsi til frían
flutning av vørum, tænast-
um, kapitali og arbeiðs-
megi millumlanda. Øll
framstig á sjálvtýrisleið
eru tikin saman við javn-
aðarflokkinum – minnist
bert til undirgrundina.
Størsta frambrot fyri
Føroyar í nýggjari tíð.
Enn eru vit ikki komin á
mál. Málið er, at Føroyar í
einum alsamt meira
altjóðagjørdum heimi, fáa
fult uttanríkispolitiskt
virkisføri, og at okkara
búskapur verður sjálv-
berandi.
Og tað er ein stór
avbjóðing. Og eg vóni, at
eg kann vera við til at taka
tey tøk, sum skulu takast.
Vit eiga at leggja okkum
eftir at vera í fremstu røð.
Vit eiga at leggja okkum
eftir, at okkara útflutningur
lýkur tey krøv, ið brúkarin
í grannalondunum krevur.
Einans á henda hátt tryggja
vit okkum ein marknað og
eitt nøktandi útflutnings-
virði.
Sum formaður í Brúkara-
samtakinum havi eg fylgt
væl við, hvussu leikluturin
hjá brúkarunum í granna-
londunum er vorðin styrkt-
ur, við tað at alt vanligari
er at umhvørvismerkja
vørur og tænastur. T.d.
hava Norðurlond leingi
nýtt Svanamerkið, meðan
ES-blóman er tilsvarandi
merki hjá ES. Hesi merki
siga, at vøran er virkað á
mest skynsama hátt.
Keypir tú vøru við hesum
merkjum, gert tú okkum
øllum eina tænastu.
Tá talan er um ljósan
við, eru sjáldan trupul-
leikar við tí burðardygga.
Norðurlond eru nevnliga
før fyri at metta egnan
marknað við burðardyggari
skógarvinnu. Hinvegin eru
trupulleikarnir sera stórir,
tá talan er um myrkan við.
Her er so nógv tann størsti
parturin høgdur uttan fyri
altjóða góðkendar skipanir
og kann eisini ávísast at
vera óburðardyggur. Tí
ræður um at halda eyguni
serliga væl við merking av
slíkum viði, ið er vanligur
til t.d. vindeygu, havamøbl-
ar og bátadekk. Hyggið her
eftir merkingini FSC
(Forest Steward Ship
Counsil), ið er tað merki,
sum hevur vunnið størstu
altjóða viðurkenningina.
Tá talan er um at fáa
altjóða viðurkenning fyri
sína burðardyggu vøru, er
sostatt ikki nøktandi, at tað
einans er ein sjálvur, ið trýr
uppá framleiðsluháttin. Vit
noyðast at taka undir við
altjóða viðurkendum
merkingum. Tí er tað fyri
okkum serliga viðkomandi
at seta okkum inn í, hvussu
fiskavørur verða merktar.
Og her er tað, at merkingin
MSC (Marine Steward
Ship Counsil) kemur upp í
leikin.
Á marknaðinum í
Evropa hevur leingi verið
snakkað um at umhvørv-
ismerkja fisk og annað úr
havinum. Leingi hevur
verið frammi, at heims-
høvini eru um at tømast
fyri fisk. Avleiðingin av
hesum er tann, at brúkarin
er vaknaður og er farin at
seta krøv. Mann ynskir ikki
at stuðla oyðandi veiðu og
vil tí hava eitt amboð at
velja tær vørur frá, ið ikki
vísa náttúruni ans.
Sum øllum kunnugt er
høvuðsútflutningur okkara
fiskur. Og her snakka vit
um fisk, ið ikki er
umhvørvismerktur. Eg skal
ikki koyra alt í sama pott,
tí eg veit, at tað eru
útflytarar, ið arbeiða við
júst hesum; men fyri tað
mesta verður tað blinda
eygað vent til, og mann
vónar bara tað besta.
Um vit áhaldandi einki
gera við at umleggja fiski-
vinnuna til burðardygga
veiðu sambært altjóða
viðurkendari merking,
verða avleiðingarnar helst
tær, at brúkarin í granna-
londunum velur at lata vera
við at keypa føroyskan
fisk. At nevna avleiðing-
arnar, ið hetta fær fyri
okkara búskap, skuldi ikki
verið neyðugt.
Og vit eiga at minnast
til, at eingin kundi er verri
at fáa fatur á enn ein
mistur kundi.
Á løgtingsvalinum tann
19. januar verður tað upp
til tín at gera av, hvørjir
flokkar skulu mynda
landsins leiðslu. Fellur
hetta valið á Tjóðveldi,
velur tú trygd fyri, at málið
um umhvørvismerking
verður tikið upp og loyst á
ein skynsaman hátt,
landinum at frama.
Fólkaflokkurin
Óskar
Eiriksson
Val
valevni Fólkaflokksins á Lista
A, sjálvandi!
rodmundur
niElsEn
Val
Javnaðarflokkurin
HElEna dam á
nEystabø
Val
Tjóðveldi
www.tjodveldi.fo/petur
PEtur
í GonG
Val
Miðflokkurin
X við lista H
FríðtÓr
dEbEs
Val
løgtingsmaður,
Sambandsflokkurin
JoHan
daHl
Val
Mín støða í sjálvstýrismálinum
Vit eiga at merkja tað
Miðflokkurin atkvøddi fyri