Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti 13 og arbeiðsuppgávurnar eru í Føroyum. Føroyskur fyrimunur Dan Michael Knudsen heldur, at tað er ein fyrimunur fyri hansara uppgávu sum Ríkisumboðsmaður, at hann hevur føroyska familju. – Fyrimunurin við at hava eina føroyska familju er, at eg skilji báðar partar. Eg havi innlit í føroyska samfelagið og mentanina, og tað hjálpir mær at hava eina meira fjølbroytta mynd av sambandinum millum Føroyar og Danmark. Eg haldi eisini, at danir meta tað sum ein fyrimun – og ikki ein vansa – at eg havi føroyska konu og havi búð í Føroyum í nógv ár, sigur Ríkisumboðið. – Eg skilji væl føroyskt, og eg kann eisini siga okkurt á føroyskum, men børnini steðga mær skjótt. Tey halda, at tað er pínligt, at eg tosi føroyskt. Men skuldi tað verið, so kundu fólk skilt meg ,tá ið eg tosaði føroyskt. Men eg haldi ikki, at eg fari at byrja at tosa føroyskt nú – tað er helst ov seint til tað. – Eg haldi eisini, at eg dugi betur og betur at fanga nuans­ urnar í málinum, og við hvørt ivist eg í, um ein vending er føroyskt, ella um hon eisini kann sigast á donskum. Letur upplýsingar til danir Ríkisumboðsmaðurin skal verða eygu og oyru hjá donsku stjórnini í Føroyum,og hvønn mánað letur hann eina frágreiðing til forsætismálaráðið. Hendan frá­ greiðingin verður latin politikarum og øðrum, sum hava áhuga í føroyskum viðurskiftum. – Frágreiðingin gevur eina generella lýsing av tí, sum er frammi í samfelagnum. Tað kann verða um politisk viðurskifti, um búskapin, um vinnuna ella annað. Nógvir danir hava stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og teir vilja gjarna fylgja við, sigur Dan Michael Knudsen. Hansara sterka samband til Føroya gera tað eisini lættari hjá honum at loysa hesa uppgávuna. – Eg haldi avgjørt, at tað er ein fyrimunur fyri Ríkisumboðs­ mannin, at hann dugir føroyska málið, tí tað ger tað munandi lættari at fylgja við í føroyska samfelagnum. Ein partur av uppgávuni hjá Ríkisumboðsmanninum er at verða í løgtinginum, har hann hevur sín sess og kann taka orðið, um tað skuldi verið. Dan Michael Knudsen hevur í tíðini, hann hevur starvast hjá Ríkisumboðnum verið javnan í løgtinginum, og har kennir hann seg væl. – Eg kenni fleiri av føroysku politikarunum frá tíðini, tá ið eg arbeiddi í landsstýrinum, og generelt haldi eg meg vera væl móttiknan í tinginum. Teir arga meg eitt sindur við hvørt, men so má eg bara royna at geva eitt sindur aftur. Tað hoyrir til, sigur hann. Fyri framman standa nøkur ár sum Ríkisumboðsmaður í Føroyum, og fólk skulu ikki vænta, at Dan Michael Knudsen fer at kollvelta embætið. – Fólk skulu ikki rokna við, at eg verði so sjónligur sum Ríkisumboðsmaður. Eg eri jú ein embætismaður, havi nakrar uppgávur at røkja og eri leiðari fyri einari umsiting. Mesta av tíðini fer til hesa uppgávuna, sigur hann. Veturin er strævin – Tað ringasta við Føroyum er veðrið um veturin. Tað kann verða tungt hesa tíðina, tá ið tað er nógvur vindur og regnar ill. Tað góða við Føroyum er náttúran. Vit hava fjøllini og havið rundan um okkum, og tað dámar mær væl. Haldi eisini, at føroyingar duga eitt sindur betur at taka tað róligt eisini – alt skal ikki verða so stressandi. Tey smáu forholdini í føroyska samfelagnum eru bæði ein fyrimunur og ein vansi. Navn: Dan Michael Knudsen Aldur: 45 ár Familja: Giftur við Margrethu (f. Justesen). Eiga tvey børn. Maria 9 ár, Thomas 14 ár Bústaður: Tórshavn Útbúgving: Búskaparfrøðingur Fakta - Eg haldi avgjørt, at tað er ein fyrimunur fyri Ríkisumboðsmannin, at hann dugir føroyska málið, tí tað ger tað munandi lættari at fylgja við í føroyska samfelagnum, sigur Dan Michael Knudsen, Ríkisumboðsmaður í Føroyum Myndir: Jens Kr. Vang