fríggjadagur 11. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2008
13
viðmerkingar
Tíðindaskriv
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Tórshavnar kommuna bað
í fjør Teknologisk Institut
um at gera eina kanning av
hvørt blámusoppur er í
Kommunuskúlanum.
Blámusoppur er ikki
akut skaðiligur:
Nógvar mytur eru tengdar
at blámusoppi, og oftast
seta fólk blámusopp í
samband við álvarsligar
bakteriur og sjúkur o.l. Tí
er sera umráðandi at skilja
millum trúgv og vitan hvat
blámusoppi viðvíkur.
Tað skal undirstrikast, at
blámusoppur finnst alla
staðni í náttúruni og í
luftini vit dagliga innanda,
og er mest útbreiddur í
augustseptember. Og tað
skal eisini undirsktrikast,
at blámusoppur er ikki
vandamikil undir vanligum
umstøðum. Føroyingar ið
fáa sær ein bita av skerpi
kjøti, eta eisini tá samstund
is blámusopp, sum liggur
uttast á skerpikjøtinum.
Tað er eisini vísindaliga
staðfest, at blámusoppur
viðførir ikki akuttan ampa
hjá fólki, men tað eru
ávísir bólkar av fólki ið eru
serliga viðkvom, og sum
sostatt tola minni av
blámusoppi enn onnur.
Blámusoppur ofta blást
upp:
Í Danmark hava tað sein
astu minst 20 árini verið
afturvendandi og til tíðir
sensatiónskend skriving í
fjølmiðlum um bygningar
við skimmelsvampi. Hetta
hevur givið fólki sum heild
eina fatan av, at skimmels
vampur er nakað serliga
vandamikið, og hetta
viðførir oftani ógrundaðan
ótta og reaktiónir frá for
eldrum og starvsfólkum.
Nógv dømi eru úr m.a.
Danmark, har bygnings
eigarar hava reagerað í
panik og sett tiltøk í verk
sum ikki hava loyst trupul
leikarnar, og enntá í viss
um førum forverra
støðuna.
Vísindaligar kanningar
Ongar størri kanningar eru
gjørdar í Føroyum av
blámusoppi í skúlum, men
tað verður granskað nógv
aðrastaðni. Í Danmark varð
gjørd ein størri kanning
sum endaði í 2002.
Granskarar meta, at upp
ímóti helvtin av donskum
skúlum hava fuktskaðar.
Ongin orsøk er at halda at
støðan í Føroyum er mun
andi annarleiðis enn í
Danmark. Fuktskaddir
bygningar fáa tó ikki
neyðvendigvís trupuleikar
við blámusoppi. Tað
avhongur í stóran mun av
hvat byggitilfar er nýtt.
Timbur og tapet geva størst
risiko fyri vøkstri av
skimmelsvampi, meðan tað
krevst sera stór fuktigheit
fyri at skimmelsvampur
kann vaksa á betongi og
pussi.
Kommunuskúlin er í
høvuðsheitum ein
betongbygningur.
Granskarar hava eisini
ávíst, at skimmelsvampur
er vanliga bert ein av fleiri
faktorum sum hava týdning
fyri um starvsfólk ella
næmingar í skúlum hava
ampa av høvuðpínu, turrar
slímhindur og manglandi
konsentratión. Á skúlum
eru vanliga nógv fólk
savnaði, og persóns
belastningur er ein týðandi
orsøk til slíkar ampar.
Granskarar hava víst á, at
fólk við astma, hoyfepur,
psykososialum trupul
leikum, t.d. um ein næm
ingur verður happaður,
hava størri risiko fyri
høvuðpínu, turrum slím
hindum og manglandi
konsentratión, enn at
uppihalda sær í einum
bygningi við skimmel
svampi.
Danska kanningin frá
2002 staðfesti eisini, at
samanhangur er millum
blámusopp, og irritatión
av eygum og andingar
leiðum o.a., men saman
hangurin var rættuliga
veikur. Kanningin vísti
nevnliga tað óvæntaða
úrslitið, at tað vóru ikki
fleiri fólk við inniklima
symptomum í skúlum har
ógvusligur vøkstur av
blámusoppi var staðfestur,
enn á skúlum uttan blámu
sopp. Og tað vóru heldur
ikki fleiri við veruligum
allergiskum reaktiónum á
skúlunum við nógvum
vøkstri av blámusoppi.
Kanningin av
Kommunuskúlanum:
Kanningin hjá Teknologisk
Institut staðfesti, at í 2 av
20 royndum var støði av
blámusoppi omanfyri
vegleiðandi markvirðir, og
var hetta í einum gongs
økið. Blámusoppur var ikki
staðfestur omanfyri
vegleiðandi markvirðir í
klassastovum og lærara
stovu, ella øðrum rúmum
har fólk uppihalda sær í
longri tíð í senn.
Umsitingin hjá komm
ununi fór síðani undir at
meta um innihaldið í
frágreiðingini, fyri at takað
støðu til um úrslitini góvu
orsøk til at gera inntriv
beinanvegin, og um vandi
var fyri at blámusoppurin
fór at nørast meira.
Niðurstøðan av hesi
meting var:
• At blámusoppavøkstur í
rúmum har fólk
uppihalda sær í longri tíð
var ikki á einum støði
sum viðførir ampa fyri
vanliga fólk.
• At tey tvey sløgini av
blámusoppum sum
vanliga geva orsøk til
ampar vóru í tí eina
førinum ikki staðfestir og
í hinum førinum stað
festir í nøgdum
niðanfyri vegleiðandi
markvirðir.
• At fortreytirnar fyri at
blámusoppurin kann
nørast eru ikki til staðar,
við tað at relativa fuktin í
rúmunum har fólk
uppihalda sær í longri
tíð, er munandi undir
fuktmarkinum fyri nær
blámusoppur kann
nørast.
Handlingsætlan:
Út frá metingini hjá
umsitingini av frágreið
ingini frá Teknologisk
Institut varð semja um hesa
handlingsætlan:
1. Næmingurin við
serligari lungnasjúku,
sum var orsøk til at
kanningin var gjørd,
skuldi flytast í fyribils
skúlastovurnar so skjótt
hesar vóru klárar.
2. Lærarastovan og
umsiting skuldi flytast í
Gamla Realskúlan, sum
tá var undir innrætting
til fyrisitingarbygning,
so skjótt hølini har vóru
klár at takað í nýtslu
3. Eitt vindeyga skuldi
skiftast í tónleikastovuni
4. Bráfeingis reinsing og
ábøtur skuldu gerast í
gongini har mesti
blámusoppurin var
staðfestur, tá lærararnir
vóru fluttir oman í
Gamla Realskúlan
5. Orsøk var ikki at broyta
arbeiðssetningin hjá
arkitektinum viðvíkjandi
heildarætlanini fyri
Kommunuskúlan, sum
skal halda fram eftir
upprunaliga ætlaða
leistinum, og skal
fyriliggja 1. apríl 2008.
Raðfestingin av hvørjir
partar av skúlanum
skulu umvælast fyrst,
skal m.a. takað støði í
frágreiðingini frá
Teknologisk Insitut
Kunning:
Við støði í, at kommunan
ikki hevur fingið aðrar
fráboðanir um ampar av
inniklimanum í Kommunu
skúlanum enn í samband
við henda eina næmingin
sum hevur eina lungja
sjúku, og at ein loysn var
funnin fyri hansara við
komandi, var ikki mett at
frágreiðingin hjá Tekno
logisk Institut týddi uppá
ein so umfatandi trupul
leika, at neyðugt var við
almennari kunning um
málið.
Men nú hava skúlaleiðsla
og trygdarumboð úttalað
seg um málið, og hava ført
fram at talan er um álvars
ligan heilsuvanda, uttan at
hava fakliga førleikan at
meta um tað. Teir hava
sostatt gjørt júst tað sum so
øgiliga nógv dømir eru um
úr útlandinum – nevnliga
at dyrkað myturnar um
blámusopp, og hava teir
harvið loypt ógrundaðan
ótta á næmingar, foreldur
og starvsfólk.
Tí hevur kommunan
avgjørt at senda hetta
kunningarskriv út.
Helena Dam á Neystabø
var í nógv ár ein av
trúgvu stuðlunum hjá
Javnaðarflokkinum.
Brádliga skifti hon
flokk, og meldaði seg í
Sjálvstýrisflokkin, og tíð
indini søgdu, at orsøkin
var, at Javnaðarflokkurin
ikki vildi stilla upp ein av
teimum persónum, sum
Helena ynskti at fáa á
javnaðarlistan.
Sum landsstýriskvinna
í sjálvstýrissamgonguni
var Helena sera íðin eftir
at fáa avtalu við donsku
stjórnina um loysing eftir
eitt ávíst áramál, og hon
var við til fundir í Keyp
mannahavn, har hon var
ein av fremstu talskvinnu
num fyri einum politikki,
sum liggur rættuliga langt
frá tí sum higartil hevur
verið javnaðarpolitikkur,
tá talan er um spurningin
um samband ella loysing.
Tí hevur ein eisini hug at
spyrja, hvar stendur Javn
aðarflokkurin í hesum
spurninginum í dag? tá
loysingarfólk stilla upp
fyri flokkin.
Kann ein politikari við
hugsjónum skifta flokk
alt eftir, hvar viðkomandi
væntar at hava frægast
møguleika at verða
valdur?
Tað man helst undra
mangan veljara, at ein
politikari eitt valskeið
kann standa og argumen
tera fyri politikinum hjá
Sjálvstýrisflokkinum, og
so fá ár seinni kann stilla
upp og argumentera fyri
Javnaðarfloksins poli
tikki.
Hvar eru veruligu
politisku hugsjónirnar hjá
einum politikara, sum
kann skifta politikk alt
eftir, hvar viðkomandi
sleppur á vallistan?
Tað er freistandi at
halda, at ein slíkur politik
ari ikki hevur nakrar veru
ligar politiskar hugsjónir,
men heldur letur seg stýra
av øðrum áhugamálum,
sum ikki hevur nógv við
grundleggjandi hugsjónir
at gera.
Kann Javnaðarflokkur
in góðtaka at hava
valevni, sum ikki tykjast
veruliga at taka undir við
javnaðarhugsjónunum?
Vit eru helst nógv sum
eisini undrast yvir, at
Javnaðarflokkurin nú
tykist verða so rúmligur,
at øll sum kunnu savna
nakrar atkvøður kunnu
sleppa á vallistan, hóast
hesi valevni fyri stuttari
tíð síðan hava verið mill
um fremstu umboðini fyri
aðrar flokkar, sum avgjørt
ikki standa fyri teimum
grundleggjandi javnaðar
sjónarmiðum, sum nógvir
javnaðarveljarar fram
vegis meta sum fremsta
verjan fyri áhugamálu
num hjá vanliga føroyska
løntakaranum og ikki
minst teimum eldru og
veiku í samfelag okkara.
Vit síggja at fyrrver
andi framstandandi sam
bandsfólk og sjálvstýris
fólk standa sum valevni
hjá Javnaðarflokkinum,
og eingin í flokkinum
tykist at seta spurnartekin
við um hesi valevni
kunnu umboða veruligu
javnaðarhugsjónirnar.
Javnaðarflokkurin kann
missa meira enn flokk
urin vinnur við at loyva
einum og hvørjum at
stilla upp sum valevni
fyri flokkin.
Helst er tað soleiðis, at
hesi umboð fyri Sam
bandsflokkin og Sjálv
stýrisflokkin kunnu draga
nakra atkvøður til
Javnaðarflokkin.
Hinvegin eru tað mong,
sum hava ilt við at velja
ein flokk, sum sigur seg
umboða javnaðarhugsjón
ina, men sum kortini
stillar upp valevni, sum
antin onga politiska
hugsjón hava ella umboða
eina politiska hugsjón,
sum liggur rættuliga langt
frá javnaðarhugsjónini.
Tað kann væl fara at
verða soleiðis, at Javnaða
rflokkurin fer at missa
eitt rættuliga stórt tal av
trúgvu veljarum sín
um, og so er lítið vunnið,
hóast hesi nýggju valevn
ini frá Sambandsflokki
num og Sjálvstýrisflokki
num, møguliga kunnu
skaffa Javnaðarflokkinum
nakrar atkvøður afturat.
Undir øllum umstøðum
er vandi fyri at gamla
javnaðarhugsjónin, sum
eitt stórt tal av okkara
løntakarum hava stuðlað,
fer at hvørva, nú valevni
frá øðrum flokkum og við
øðrum hugsjónum fáa
fría atgongd til at stilla
upp fyri Javnaðarflokkin.
Eisini er vandi fyri, at
flokkurin fer at missa
trúvirði sítt, um eitt hvørt
valevni, uttan mun til
politiska hugsjón, sleppur
at stilla upp fyri flokkin.
Er trúvirðið
hjá Javnaðar
flokkinum í lagi?
Ingeborg
VInther
Viðv. blámusoppi í Kommunuskúlanum
Um ikki Hugo Fjørðoy og
Lars Larsen fyri skjótt
hálvari øld síðani av sínum
eintingum við einum
ótroyttiligum vilja og undir
umstøðum sum eingin í
dag kann ímynda sær,
fingu sett á stovn flogvegis
samband við útheimin,
høvdu Føroyar helst ongan
flogvøll havt í dag.
Eins og nú so var
mótstøðan úr miðøkinum
og alt varð gjørt, til at
forða hesum báðum
slóðbrótarum í at fáa framt
teirra ætlan um flogvegis
samband við meginlandið.
Teirra hugflog var jú eina
hálva øld fremri enn teirra
mótstøðumenn tá, eins og
teimum, sum nú rópa upp
um »ein altjóða flogvøll«.
Í hesa skjótt hálvu øldina
hevur Vága floghavn verið
ein mega faktorur, ið hevur
flutt okkara samfelag frá
»Tjaldurstíðini« fram til
eitt ta mest framkomna
landið í heiminum.
Hvar hevði okkara
samfelag staðið í dag, um
vit ikki hesa tíðina høvdu
havt ein vælriknan
flogvøll.
Ein hevur loyvi at
hugleiða, men eingin ivi er
um, at mangt hevði verið
øðrvísi, og vóru tað ikki
tveir genialir sørvingar við
hugflogið, so høvdu
Havnaborgarar kanska enn
í dag staðið úti á Molanum
og tikið ímóti ferðandi av
Tjaldrinum.
Genialir slóðbrótarar
Frank
DaVIDsen