Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti 12 Fyrsta dagin í hesum árini setti Dan Michael Knudsen seg í sessin sum Ríkisumboðsmaður í Føroyum. 45 ára gamli búskapar­ frøðingurin hevur starvast hjá Ríkisumboðnum seinastu sjey árini, og nú hevur hann tikið fetið úr starvinum sum ráðgevi til at verða Ríkisumboðsmaður. – Eingin hevur noytt meg at verða Ríkisumboðsman. Eg kundi hildið fram í mínum gamla starvi, men uppgávan sum Ríkisumboðsmaður tiltalaði meg onkursvegna. Eg helt, at eg hevði royndirnar og innlitið til at taka uppgávuna á meg, og eg havi eina hugsan um, hvussu uppgávan skal loysast, og tí bjóðaði eg meg fram, sigur Dan Michael Knudsen. – Eg havi arbeitt hjá trimum ymiskum Ríkisumboðum, og tey hava øll verið ymisk. Eg havi lært nakað av teimum øllum, og vónandi kann eg brúka nakað av tí. Hinvegin skal eg eisini finna meg sjálvan í hesum starvinum, og røkja uppgávuna, soleiðis sum eg haldi, tað riggar best, sigur hann. Hitti føroyska gentu Dan Michael Knudsen vaks upp í Vejle. Har gekk hann í fólkaskúla og í studentaskúla, men tá ið hann skuldi útbúgva seg víðari, var tað ein útbúgving í Odense, sum lokkaði hann at flyta. Áhugin fyri bæði samfelags­ ligum viðurskiftum og ítrótti vóru stór, og hann ætlaði at fara undir eina útbúgving, har hetta var samantvinnað. Tað gjørdist tað tó ikki til, og áhugin fyri búskapi vaks. Dan Michael Knudsen endaði tí sum búskaparfrøðingur. Í lestrartíðini hitta hann eina føroyska gentu, og tað slóðaði fyri hansara serliga sambandi til Føroya. Margretha Justesen, sum er ættað á Viðareiði, búði á sama kollegium sum Dan, og tað rann saman millum tey. Tað var fyri 21 árum síðani, og síðani eru tey gift og hava fingið tvey børn. Í 1997 fluttu tey til Føroya at búgva. Margretha fór at undirvísa í Studentaskúlanum á Kambsdali og á HF­skeiðnum í Klaksvík, og Dan fekk starv í umsitingini hjá landsstýrinum. – Tá ið eg kom til Føroya fyrstu ferð, roknaði eg við, at vit fóru at búgva her í eitt ár ella tvey, men steðgurin er blivin nógv longur, og hóast ætlanin hevur verið at flyta av landinum aftur, eru vit framvegis her, og nú eru ongar ætlar um at fara úr Føroyum, sigur Dan Michael Knudsen. Úr landsstýrinum til Ríkisumboðið Dan Michael Knudsen starvaðist eina stutta tíð í fíggjar­ og búskapardeildini í Tinganesi, áðrenn hendan deildin var flutt í Fíggjarmálaráðið á Argjum í mai 1998. Næstu tvey árini starvaðist Dan har. Í 2000 var ætlanin at flyta aftur til Danmarkar at búgva, og Dan hevði fingið eitt starv hjá Fyns Amt í Odense, men tað kom ikki so langt. Ein starvslýsing hjá Ríkisumboðsmanninum í Føroyum lokkaði, og Dan fekk starvið. Ætlanin um at fara aftur til Danmarkar at búgva eftir nøkur fá ár í Føroyum varð av ongum. – Mann kann væl siga, at eg sleppi ikki avstað, sigur hann skemtandi. – Familjan trívist væl, og eg havi tað gott her. Fyri børnini er tað eisini ein stórur fyrimunur at vaksa upp í Føroyum. Her er gott og friðarligt at vera. Við hvørt sakni eg ymiskt í Danmark, men tá ið eg havi verið eina tíð í Danmark, so leingist eg aftur til Føroya. Dan ferðast nakrar ferðir um árið til Danmarkar í arbeiðs­ ørindum, men gerandisdagurin Ríkisumboðið sleppur ikki at tosa føroyskt Familja og renning – Frítíðina brúki eg fyrst og fremst til familjuna, og eg fylgi millum annað við í tí, sum børnini takast við. Mær dámar eisini væl at renna, og eg gjøgnumførdi í september mítt fyrsta maraton. Tað var í Berlin. Eg ætli mær eisini at renna onkur maraton aftur, so eg brúki fitt av tíð til at verða úti og renna. Eg renni einar fýra ella fimm ferðir um vikuna, og hóast tað langt frá altíð er so hugaligt at fara út hesa ársins tíðina, so royni eg at klára tað, sum eg seti mær fyri. – Eg skilji væl føroyskt, og eg kann eisini siga okkurt á føroyskum, men børnini steðga mær skjótt. Tey halda, at tað er pínligt, at eg tosi føroyskt, sigur 45 ára gamli Dan Michael Knudsen, sum er nýggjur Ríkisumboðsmaður í Føroyum. Hann hevur føroyska konu og hevur búð í Føroyum í meira enn 10 ár Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo