fríggjadagur 11. januar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 8 - 11. januar 2008
Síðulinjan
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Altjóðagerðin skolar av
sonnum inn yvir okkum í
hesum tíðum. »Ameri
kanskir tilstandir« er
vorðin er partur av máli
num og verður sagt um alt
tað, ið ikki er grótføroyskt.
Og nú eru vit eisini farin at
uppliva amerikanskt val
stríð í Føroyum.
Traditionelt eru bert tveir
flokkar í USA, demokrat
arnir og republikanararnir.
Og tí er tað rættiliga einfalt
hjá amerikanarum at velja.
Teir eru ongantíð í iva um,
hvørjum flokkarnir standa
fyri, og tí hevur spurning
urin altíð hjá teimum verið
ein spurningur um persón
ar. Clinton ella Obama.
Rumney ella Huckabee.
Clinton ella Rumney,
Obama ella Huckabee. Per
sónurin hevur ofta meiri at
siga, enn traditionellu
floksvirðini.
Í Føroyum hevur tað hin
vegin oftast verið so, at tú
velur eina floksideologi,
sum samsvarar best til tína
egnu sannføring. Og so
hyggur tú teg um, hvørji
valevnini eru. Ella soleiðis
hevur tað vanliga verið til
løgtingsval.
Til fólkatingsval hevur
hinvegin ofta verið foku
serað upp á persónin. Ofta
í minst líka stóran mun
sum flokkin. Tí har eru at
kalla bert tveir møguleikar:
Antin verður tín persónur
valdur, ella er atkvøðan
burturspilt.
Nú eru Føroyar eitt val
dømi, eins og til fólkatings
val. Og valstríðið líkist
eisini einum fólkatings
valstríði. Nú verður ikki
longur heitt á fólk um at
seta krossin við ávísan
lista. Nei, nú verða fólk
biðin um at atkvøða per
sónliga.
Nú enda valtalurnar ikki:
Setið kross tykkara við X
flokkin, ella eitt av valevn
um hans. Nú eitur tað: Vel
meg. Undirforstaðið ella
beinleiðis.
Eisini fíggjarliga er val
stríðið broytt munandi. Nú
fíggja valevnini í nógv
størri mun egið valstríð. Tí
eru tað eisini lutfalsliga
fáar, men risastórar plakat
ir, ið dominera í landslag
num.
Flokspolitikkurin er
settur til viks eina stund,
meðan funnið verður út av,
hvussu tinglimabýtið fer at
síggja út hjá ymsu flokku
num. Reshuffle.
Men tað er jú ikki neyð
turviliga nakað forgjørt í,
at ymsu valevnini royna at
profilera seg sjálvi. Tað
kann jú saktans verða, at
tey sum ynskja tað mest,
eisini eru tey, sum vilja
arbeiða harðast fyri sakini.
Tað kann jú eisini verða, at
tey, sum profilera seg
sjálvi mest og verða vald,
eisini eru tey best egnaðu.
Valstríðið er jú flutt frá
ofta hugnaligu valfundu
num kring landið í fjøl
miðlarnar. Útvørp, sjón
varp og bløð. Og tað er í
stóran mun Kringvarpið,
sum hevur stýrt valstríð
num seinastu valini. Tí er
neyðugt hjá flokkum og
ikki minst valevnum, at
gera vart við seg á annan
hátt.
Sum ført verður fram:
Hvat kanst tú útrætta í
hálvan ella heilan minutt í
útvarpinum ella sjónvarpi
num, um tað er einasta
eksponering, tú fær í øllum
valstríðnum. Tí er ein
møguleiki hjá valevnunum
at seta fokus á seg sjálvi
við stórum plakatum. Til
dømis. Ella við at gera,
sum Tjóðveldi og Sam
bandið nú gera, fara í
hólmgongu flokkana mill
um. Við møguleika at
presentera síni valevni í
nógv størri mun og á nógv
bíligari hátt enn annars.
John F. Kennedy segði í
sínari innsetanarrøðu 20.
januar 1961 kendu orðini:
Spyr ikki, hvat land títt
kann gera fyri seg – spyr
hvat tú kann gera fyri land
títt. Hugsar nýggja ættar
liðið av politikarum
soleiðis, eru vit jú slett ikki
so illa farin.
Verri er, um orðini hjá
líka kenda Beatles er tað,
ið drívir verkið, tá teir
siga: All, I can hear: I, me,
mine, I, me, mine, I, me,
mine...
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Hvussu fáa vit tey
ungu at støðast?
Vit hava í bestu tiðum upplivað at havt nettofrá-
flyting av fólki. Hetta burdi fingið alt tað politiska
umhvørvið at ressast, tí um fólkatalið fellur í upp-
gangsárum, hvussu fer ikki at vera í fellisárum? Vit
vita av søguligum royndum, at føroyingar eru kvikir
at stinga í sekkin, um tíðirnar versna munandi.
Vit mistu meir enn 10% av fólkatalinum í einari
kreppu, sum vardi minni enn tvey valskeið, og lítið
er at ivast í, at slíkt kann endurtaka seg, um illa veit
við.
Nú er tað sjalvandi ein partur av teimum, sum fara
av landinum, ið bert fara fyribils í útbúgvingar-
ørindum. Hetta er gott, tí tað er sunt fyri Føroyar
at hava vælútbúgvið fólk, sum hava sæð heimin
uttanfyri landoddarnar. Spurningurin er so bara,
hvussu vit fáa hesi fólk heimaftur, heldur enn at tey
vera verandi í øðrum londum.
Seinnu árini er mynstrið eisini broytt. Fleiri og fleiri
ungfólk velja at nema sær útbúgving uttanfyri
Danmark. Hetta er frálíkt. Vit liva í einum heimi,
sum verður støðugt meira altjóðagjørdur, og tá er
umráðandi at hava vælútbúgvið fólk í Føroyum,
sum dugir at venda sær í nógvum ymiskum
mentanum og málum.
Tað at mynstrið broytist, broytir eisini krøvini
til Føroyar, um landið skal gerast lokkandi hjá
ungum vælútbúnum fólki at flyta heimaftur til.
Fyrr, tá so at siga øll nomu sær hægri útbúgving
í Danmark, so var eitt sindur einfaldari at vita,
hvat Føroyar hevði at kappast við. Nú sløðast
føroysk lesandi nógv meiri víða, og tí er saman-
beringargrundarlagið hjá føroyskum lesandi nógv
meira fjølbroytt enn nakrantíð fyrr.
Tað nyttar ikki longur bert at hyggja at donskum
skipanum, tí tað er als ikki vist, at tað er tað,
sum við tíðini kemur at trekkja tey ungu heim-
aftur. Ein kanning var gjørd herfyri, sum vísti, at
livikostnaðurin í Danmark lá umleið 40% omanfyri
miðalið fyri ES. Um Danmark liggur umleið 40%
omanfyri, so liggja Føroyar helst enn longur uppi.
Hvussu lokkandi er hetta fyri føroyskar útisetar?
Serliga, tá hugsað verður um útisetar uttanfyri
Danmark, sum støðugt økjast í tali.
Sjálvandi vil tað altíð vera dýrt at liva í Føroyum,
men spurningurin er, um vit hava røttu balans-
una í løtuni. Okkurt er í hvussu so er galið, tá
fólk í bestu tíðum flyta av landinum í øðrum enn
útbúgvingarørindum.
Hetta verður ikki politiskt viðgjørt í løtuni. Heldur
ikki millum valevni. Tey kappast bert um at fortelja,
hvat vit skulu fáa afturat av øllum møguligum
útreiðslupostum á fíggjarlógini, sum skal lokka
fólk heimaftur. Eingin tosar um, hvat kann hava
stygt seinastu tvey árini, og hvat tann meira altjóða-
gjørdi ungdómurin fer at samanbera við um 10 ár.
Tað verður neyvan bert Danmark.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Á SÍÐULINJUNI gera
blaðfólk á Sosialinum
viðmerkingar í sam
bandi við løgtingsvalið
8
All I can hear: I, me, mine...