Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti 11 teimum skuldsettu greitt, at teir høvdu tikið lut í einum ógrund­ aðum og karráum morði. David Meehan fekk fongsulsrevsing fyri lívstíð, hann skal sita í ið hvussu er 16 ár og kemur kanska ongantíð útaftur. Martin Soutar fekk níggju ár og skal síðani vera undir eftirliti í trý ár. Tann 15 ára gamli drongurin fekk eitt ár. Av skrivingini í skotskum og enskum bløðum skilst, at morðið á Jim Kerr er eitt klassiskt dømi um eina “homofobiska” brotsgerð. Fleiri bløð nevna ­ sum var tað nakað, øll vistu – at Jim var samkyndur. Einki løgið, ella enntá serliga áhugavert, átti at verið í hesum, líka so lítið sum í tí, at ein persónur er reyðhærdur ella lámur. Sjálvur veit eg einki um hetta, men eitt veit eg: Jim Kerr kundi ikki gjørt haltari hønu mein. Hann var í øllum lutum ein friðarmaður. Gongdin í sakini váttar hetta. Tann 15 ára gamli drongurin helt í fyrstuni uppá, at Jim skuldi hava roynt at “nærkast” sær, men hann hevur seinni, gjøgnum sín verja, avsannað síni egnu orð. Niðurstøðan tykist greið: Her var ein maður, sum bar orð fyri at vera øðrvísi enn hini, og sum sostatt, uttan at hava gjørt nakað til sakar, skuldi rinda prísin fyri hetta. Stutt fyri jól, frá 25. november til 13. desember, var sjónleikurin Verkætlan Laramie eftir Moisés Kaufman og Tectonic Theater Company framførdur í Havn, í Müllers Pakkhúsi, í frálíkari uppseting og við, í mongum førum, framúr góðum, professio­ nellum leikkynstri. Men tað áhugaverda er, at hesin doku­ leikurin rakti snórabeint á rákið í okkara haturstíð. Atsóknin móti Jim Kerr tykist í mongum lutum meinlík morðinum á Matthew Shepard. Fyri skotska rættarsiðvenju kann hetta mál fáa stóran týdning. Bæði í Onglandi og í Wales er tilskilað í lógini, at hatursbrotsgerðir, vendar móti samkyndum, verða revsaðar serliga hart. Ella, sagt á annan hátt, teir hava samtykt sítt slag av eini 266B­lógargrein. Ein lógargrein av sama slag er ikki enn samtykt í Skotlandi. Men ein slík lógarbroyting er á veg í Skotlandi, og bæði straffirnir í Jim Kerr­sakini og dómarans útsagnir benda á, at rætturin longu nú tekur tað sum eina sjálvfylgju, at ein skotsk 266B verður sett í gildi um stutta tíð. Jim Kerr var lítillátin maður. Men hann var eitt av hesum dugnafólkunum, sum einki land kann vera fyriuttan. Hann verður sárt saknaður, bæði av skyldfólki og av vinum víðahvar, eisini her í Føroyum. GOLGATA Tú fortaldi, tá vit hittust í september ­ eg síggi alla tilgongdina skilliga – um Highland Park, grøðina turkaða á steingólvum, maltið, sum varð roykt yvir Orknoya angandi torvi, ikki sørt, eg fekk kenning tað kvøldið. Síðan tá sæst ein skuggi ikki longur á torgunum í Perth. “Løgnir tínir landsmenn, á barrini, hesi nýggju on the waterfront, lutast summir eina Blacksheep nú við aldarburð við visakorti, ja, altso viðhvørt. Og handa Norrøna, er tað ikki eitt sindur ørt, hatta keypið?” So fullu tíni orð. Men ein skuggi er horvin úr parkunum í Perth. Tínir vandnu epistlar bóru vitnisburð – sum gluggi – um framgongd innan catering, nýfloygdur Bachelor og røkin fekst tú sess sum civic officer í Perth and Kinross Council, í januar í fjør fekk eg sendandi við fotomynd frásøgn um títt nýggja dreymastarv, og um ferðir til Honfleur, Lübeck, Brügge. Nú fór klokkan væl av tíggju, unassuming, quiet, tá tú biður um ein Guinness á Dickens Bar, og seinni, einki svik á tíni vørr, um ein night-cap: glóð úr gulløksum við Dornoch Firth. Farið er um midnátt, aprílgulið ­ tað lýggja ­ kínir hylspegli í viðarlund í Perth. Meehan fekk sekstan ár, Soutar níggju, tann triði (15, tí ónevndur) eitt, í hesum Boyd­tíðum, óansið at vassa í eitt house party við bragdargerð á vørr og blóð­autografum. Við ørmunum á tvørs dagar móti morni, í South Inch Park, ein skuggi uttan kodda. Góði vinur, eg skrivi hesi orð til mammu tína Mary nú í advent. Um fjørð skimast gásarbøga, skrúgvuleys. Á halgaðan svørð bleiktrar tendringin: kvøldkulsin líggi. David Meehan (høgrumegin) fekk 16 ár Gongugøta í Perth