Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2008 21 lýsingar Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo       er sjúklingurin í miðdeplinum eru umleið 200 seingjarpláss eru umleið 20 læknafakligar sergreinir eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Deildarleiðari til Skurðgongina Starvið sum deildarleiðari á Skurðgong- ini er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt fulltíðarstarv primert í dagvakt. Á deildini verða árliga framdar uml. 3800 viðgerðir innan tær ymsu ser- greinirnar. Deildin fevnir eisini um steril- sentraløkið og skopieindina. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: Deildin er skipað við einum deildar- leiðara og tveimum ábyrgdarhavandi sjúkrarøktarfrøðingum. Deildarleiðarin skal standa fyri tí dagligu leiðsluni á deildini, tryggja góðskuna av sjúkrarøktini, starvsfólkamenning og hava fíggjarligu ábyrgdina av deildini saman við depilsleiðsluni. Deildarleiðarin hevur innan sjúkrarøktarfakliga økið tilvísing til leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á Skurðdeplinum. Næsti fyrisetti er depilsleiðslan á Skurð- deplinum. Deildarleiðarin skal tryggja, at deildin virkar eftir virðisgrundarlagnum hjá Landssjúkrahúsinum og hava neyvt samstarv við nógvar ymiskar fakbólkar og deildir. Vit bjóða: • eitt áhugavert og avbjóðandi starv • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • ávirkan á fakliga menning Vit ynskja, at tú ert áhugað/ur í: • at menna sjúkrarøktina í deildina saman við kompetentum starvsfólkum • at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, sjúkrarøktarfakliga og tvørfakliga • at tryggja góða upplæring av nýggjum starvsfólki • at seta í verk fakliga menning og útbúgving av røktarstarvsfólki • at verða við til at implementera THS(talgilda heilsuskipan) Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligar royndir og áhuga innan arbeiðið á skurðgong • góð samstarvsevni og góðar royndir við tvørfakligum samstarvi • hevur leiðsluroyndir og er sinnað/ur at fara undir leiðsluútbúgving, um ein ikki hevur tað • áhuga í fakligari menning av røktarstarvsfólkum • kann arbeiða sjálvstøðugt, kreativt og hava visiónir • telduførleika á brúkarastøði Starvslýsing og fleiri upplýsingar fáast við at ringja 304500 til Annu á Dunga Simonsen, deildarleiðara, lokal 5211 ella til Nainu Túgvustein, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102, lsnaitu@ls.fo Umsóknarfreistin er 28. januar 2008 kl. 12.00 Sálarfrøðingur Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkra- húsinum er eitt fulltíðarstarv leyst at søkja hjá kliniskum sálarfrøðingi til setan 1. februar 2008 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt starv, ið eisini fevnir um granskingaruppgávur. Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsi- num er fyri alt landið og hevur 60 seingjarpláss við umleið 300 innlegg- ingum árliga. Harumframt er dagdeild og stórt ambulant/økispsykiatriskt virksemi. Psykiatriski depilin hevur eisini tilsýnstænastu á øðrum sjúkrahús- deildum umframt ávísa embætisskyldu úteftir, t.d. mentalobservatiónir o.a. Vit vilja fegin, at tú hevur: • cand. psyk. ella tilsvarandi útbúgving. Umsøkjarar við sergrein í kliniskari sálarfrøði við spesialist-góðkenning og supervisjónsførleika hava fyrimun. • hollan førleika og royndir í at fremja psykodiagnostiskar kanningar. • góð samstarvsevni, ídni, hug og dirvi til at luttaka í einum sera fjøltáttaðum diagnostiskum og viðgerðarligum arbeiði saman við øðrum fakbólkum. • førleika og royndir til at fremja sjálvstøðugt psykoterapeutiskt virksemi innan nógvar ymsar viðgerðaruppgávur. • verða við til at skipa fyri og samskipa gransking í psykiatriskum spurningum í Føroyum. • fyrimunur er, um tú skilir, tosar og skrivar føroyskt. • kandidatar uttan spesialistgóðkenning og supervisjónsførleika kunnu eisini søkja. Vit kunnu bjóða tær: • eitt spennandi og mennandi arbeiðsøki við møguleika fyri viðkomandi skeiðum og fakligari kvalifisering. • eitt dynamiskt samstarv í tvørfakligum eindum. • fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar bæði á Psykiatriska deplinum og uttanfyri í samstarvi við aðrar skipanir og deildir innan almanna- og heilsuverkið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til læknafakliga depilsleiðaran á Psyki- atriska deplinum Tormóð Stórá á telefon 304500, lokal 4100, teldupostur: tost@ lsh.fo ella til leiðandi sálarfrøðing Hera Kragesteen, lokal 4150, teldupostur: hekr@lsh.fo Umsóknarfreistin er 25. januar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari/røktari til Psyk. D 4/5 Eitt fast starv á starvsbrøki 0,8 í skiftandi vaktum er leyst at søkja til setan 1. februar 2008 ella skjótast gjørligt. Deildin er ein psykiatrisk rehabiliterings- deild/bústovnur. Arbeitt verður eftir miljøterapeutiskum meginreglum, kontaktpersónsskipanini, og at menna brúkarar til økt sjávbjargni. Krøv til umsøkjarar: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari/ røktari • góð samstarvsevni • fakligan áhuga innan psykiatriska økið Vit kunnu bjóða: • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Liss Jakobsen, deildarleiðara, lokal 4005, lslisja@ls.fo ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 4102, lsberwe@ls.fo Umsóknarfreistin er 24. januar 2008 kl. 12.00 Starvsfólk til Køkin (endurlýsing) Vegna ov fáar umsóknir søkja vit av nýggjum til Køkin trý avloysarastørv til setan skjótast gjørligt. Talan kann verða um økonomaassistent, føðsluatstøðara, kokk ella smyrjibreyðsjomfrú. • 2 fulltíðarstørv til og við 31. juli 2008 • 1 hálvtíðarstarv til og við 15. september 2008 Førleikakrøv: • útbúgving innan eina av omanfyri nevndu starvsgreinum • áhugi og fleksibilitetur í mun til uppgávurnar • fakligur dugnaskapur • samstarvsvilji • sjálvstøðugleiki • ábyrgdarkensla Vit kunnu bjóða: • eitt spennandi og avbjóðandi arbeiði • eitt arbeiðspláss í menning • at arbeiða saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Karl J. Granz, lokal 1260, teldu- postur: lskargr@ls.fo Umsóknarfreistin er 24. januar 2008 kl. 12.00