fríggjadagur 11. januar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • 11. januar 2008
Vikuskifti 21
Í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Daniel Radcliffer er
kendur um allan heimin
í leiklutinum sum Harry
Potter, og nú hevur undir
bretski sjónleikarin latið
einar av sínum brillum til
eitt Holucaust-savn. Har
verður ein serlig framsýning
tan n27. Januar, og ein partur
av framsýningunum er eitt fjall av
brillum, sum skal ímynda tað, sum veruliga hendi í týningarleguni
Auschwitz undir seinna heimsbardaga. Onnur, sum hava latið
brillur til savnið, eru Yoko Ono, Jerry Springer og Stephen Fry.
Potter-brillur
á savn
Bretski poppsangarin Robbie Willams umhugsar nú, um hann skal leggja
stjørnulívið og konsertferð til viks og heldur fara at hugna sær heima og verið
meira anonymur. Robbie Williams sigur í sínum bloggi, at longri hann er burtur
frá almenninginum, betur dámar honum tað. Í øllum førum skal tað verða greitt,
at Robbie ikki fer á nakra størri konsertferð næstu tíðina.
Robbie umhugsar
stjørnulívið
Í næstum byrja upptøkurnar til
tann 22. Filmin um bretska agentin
James Bond. Og sum vanligt
skal Bond eisini í samband við
vakrar kvinnur, og tað plagar at
verða hørð kapping um at gerast
Bond-babe. Nú er greitt, hvørjar
tvær av kvinnunum í filminum
verða. Onnur er bretska Gemma
Atherton, og ukrainska modellin
Olga Kurylenko skal hava ein
týðandi leiklut í filminum. Hon
hevur júst verið at sæð í filminum
Hitman.
Bond-babe úr Ukraina
Franski forsetin Nicolas
Sarkozy fór herfyri frá konuni,
og síðani er tað komið fram,
at hann er blivin væl við
fyrrverandi supermodellina
Carla Bruni, sum nú roynir seg
sum tónleikara. Tey eru blivin
so væl, at franski forsetin nú
hevur váttað, at tey fara at
giftast. Sambært fronskum
miðlum skal forsetin hava
fríggjað til Bruni á jólaferiuni
í Egyptalandi.
Supermodell
sum
forsetafrúa
Danir eru kløkkir av, at walisiski
sangarin Paul Potts hevur kopp-
að tí so sigursvanda Kim Larsen
av tónleikatrúnuni í
Danmark. Kim Larsen
plagar at selja flestu
fløgurnar í Danmark,
men í 2007 koppaði
Paul Potts Larsen av
listanum. Potts seldi
116.000 eintøk av síni
fyrstu útgávu, One
Chance, meðan Kim
Larsen megnaði at selja
107.000 eintøk av sínari
seinastu útgávu.
Britney Spears kláraði
seg hinvegin serstakliga
illa á danska marknað-
inum. Hennara seinasta
útgáva seldi bert 15.000 eintøk.
Mynd: Polfoto
Potts koppaði
Larsen