Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 8 - 11. januar 2008 lýsingar Kunngerð Sambært kunngerð nr. 109 frá 07. desember 2007 fer løgtingsval fram Leygardagin tann 19. Januar 2008 í niðaru hæddini á kommunuskrivstovuni. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg Brævatkvøða: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið, tann 18 Januar 2008, greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 tann 19 januar 2008. Heimaval: Veljarar, ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima frá 12 januar 2008 til og við tann 18 januar 2008 við at boða kommunuskrivstovuni frá – helst innan kl. 13.00 fríggjadagin tann 18 januar 2008. Valkort: Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við kommunuskrivstovuna á telefon 361034 skjótast. Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið. SANDS KOMMUNA Mørkin Mikla 3 - FO 210 Sandur - Tel: 361 034 - Fax: 361 734 ...trygd og trivnaður fyri øll Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Endurlýsing eftir Heilsurøktarum til Eldrasambýlini Oman Hoydalar og í Kollafirði Hesi størv eru leys at søkja frá 1. februar 2008: Tvey tíðaravmarkað størv fram til 1. sep­­- tember 2008 sum heilsurøktarar á 35 t/ um vikuna. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl 08:00-15:00 Arbeiðið fevnir um at hava dagliga ábyrgd av røktini hjá tí einstaka búðfólkinum, sum tekur støði í heilsurøkt araútbúgvingini, har røkt, gera virknan og ergonomisk tillagan er ein heild. Nærri fæst at vita við at venda sær til Deildarleiðaran : Tórhild Dalsgaard á tlf. 217133 Setanarviðurskifti Størvini verða lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráði og avvarðandi yrkisfelag Umsókn Umsóknin við avriti av p­­róvskjølum og CV skulu sendast til: Nærverkið Heimatænastan, Skálatrøð 14 100 Tórshavn Stílað: Cecilia Vestureið., økisleiðari Umsóknarfreist: 25. januar 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskip­­aðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og p­­rofessionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Landsgrannskoðanin Móttøka Í sambandi við, at Beinta Dam er tilnevnd landsgrannskoðari frá 1. januar 2008 verður almenn móttøka fríggjadagin 25. januar 2008 kl. 15 - 18 Móttøkan verður í hølunum hjá Landsgrannskoðanini, Traðagøta 43, Argir. Øll eru hjartaliga vælkomin Vinarlig heilsan Landsgrannskoðanin