fríggjadagur 11. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2008
Sösialurin
LÝSINGAR 37
SAN GBÓLKURTIN
Faroyingar - komið og syngið við!
Leygarkvaldið 12. januar kl. 21.00,
skipar sangbólkurin Vitin fyri sanglatu í
Badmintonhgllini í Klaksvík
Á skránni er: felagssangur — kvartettsangur — upplestur — leikur — tala
Aftaná verður bjóðað kaffi við onkrum afturvið
Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður! Sælur er tann maður, ið sakir sær skjól hjá Honum. Sálmur 34,9
CM er hjartaliga vælkomin
VASTI 459010
Søkt verður eftir 2 starvsfólkum at byrja 1. mars 2008
ella eftir avtalu. Talan er um áhugaverd og fjalbroytt
størv, ið fevna um at grannskoða almennar stovnar,
skipanir og virkir. Til ber at laga arbeiðsuppgávur eftir
forleika og áhuga.
Forleikakrov:
Hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap,
lagfraði, kunningartækni o.l., ella royndir innan
almenna ella privata umsiting eru avgjgrt fyrimunir,
men eru ikki treytir.
Dentur verður lagdur á, at viðkomandi hevur góð
samstarvsevni, er arbeiðssamur, nærlagdur, dugir væl
at skriva og samskifta við stovnar og starvsfólk, og
kann vera við í fakligu menningini av arbeiðsgongdu-
num á Landsgrannskoðanini.
LANDSGRANNSKOÐANIN
søkir eftir starvsfólki
Útbúgvingarmóguleikar:
Á Landsgrannskoðanini leggja vit dent á at vera á
høgum fakligum staði, og tí bjóða vit starvsfólki
okkara útbúgving og eftirútbúgving. Vit eru við í
mennandi samstarvi við störri grannskoðaravirki og
við norðurlendsku ríkisgrannskoðanirnar, og starvs-
fólkunum stendur í boði at fara á skeið ella at arbeiða
styttri tíðarskeið í hinum norðurlondunum.
Landsgrannskoðanin nýtir framkomna KT-
hjálparskipan, sum lættir um arbeiðið og er við til at
tryggja, at grannskoðanin fer fram á altjóða stæði.
Skipanin er latt at brúka, og starvsfólk verða lærd upp
at brúka skipanina.
Lonar- og setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og viðmælum
0.ø.skal sendast til:
Landsgrannskoðanina
Traðaggta 43
Postrúm 2053
165 Argir
ella sum teldupostur: posturðlg.fo.
Umsóknir skulu verða Landsgrannskoðanini í hendi í
seinasta lagi 15.januar 2008. Nærri fæst at vita um
størvini við at venda sær til Beintu Dam, á telefon
355100. Fyrispurningar verða viðgjardir í trúnaði.
Upplýsingar um Landsgrannskoðanina o.a. eru at
finna á heimasíðu okkara: www.lg.fo.
LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Lagtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999” um grannskoðan av landsroknskapinum v.m." Landsgrannskoðanin ansar eftir,
at landsroknskapurin er rættur, at roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar, at peningurin er brúktur samsvarandi galdandi játtanum, lógum og fyriskipanum, og at umsitingin er sparin og virkin.
Landsgrannskoðarin er skrivari hjá lagtingsgrannskoðarunum, og tí fyrireikar og avgreiðir Landsgrannskoðanin mál vegna lagtingsgrannskoðararnar, sum m.a. gjögnumganga og leggja almennar
roknskapir fyri Lagtingið at góðkenna.