fríggjadagur 11. januar 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 8 - 11. januar 2008
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Endurlýsing eftir 5 stuðulsfólkum til
brúkara í Suðuroy
Málbólkurin hjá Stuðulstænastuni er
heimabúgvandi fólk omanfyri 18 ár, ið
hava ein skerdan virkisførleika.
Arbeiðið hjá stuðlunum fevnir um
• Røkt og aktivering av einum
respiratorsjúklingi.
• At skipa so fyri, at brúkarin fær
møguleika at leggja gerandislív sítt
soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar
við egnan tørv og normar.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og einsa
mallur í heimi brúkarans og samstundis
kann átaka tær at arbeiða í einum øki,
har tað ræður um intuitión.
• Vísir áhuga og virðing fyri brúkaranum
og samstundis arbeiðir professionelt.
• Er stuðlandi og hjálpir brúkaranum
uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá
honum.
• Hevur eina positiva menniskjafatan.
• Kann handfara og trívast við einum
arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um
frammanundan.
• Er sterkur bæði til likams og sálar.
Stuðulstænastan kann bjóða
• Eitt spennandi arbeiðspláss við
møguleikum fyri persónligari og
fakligari menning
• Kunning og upplæring í arbeiðinum og
supervision.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um 5 føst størv innan Nærverkið
og roknast má við, at arbeiðstíðirnar eru
skiftandi, dag, kvøld, nátt og
vikuskiftisarbeiði.
Løn sambært avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Fleiri upplýsingar um størvini eru at fáa
hjá Jeannu í Lágabø, økisleiðara á tlf.
373907 og hjá deildarleiðaranum Regin
Johansen á tlf. 360000.
Størvini verða sett sum skjótast.
Umsókn
Umsóknir skulu sendast til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Stílað.: Regin Johansen
Argjavegur 26
Postboks 3037
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin: 25. jan. 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Avloysari fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi til
Heimatænastuna í Eysturoy
Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkra
røktarfrøðing í farloyvi at byrja beinan
vegin ella skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er umleið 28t/viku í skiftandi
vaktum, tó mest dagvaktum.
Arbeiðið umfatar sjúkrarøkt og vegleiðing
til borgarar, sum búgva heima ella á
eldrasambýli.
Arbeiðsøkið er í øki 3, sum umfatar allar
kommunur í Eysturoynni uttan Eiðis og
Sunda kommunu.
Førleiki
• Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Fakligan áhuga fyri primera økinum
• Fleksibilitetur
• Góð samstarvs og samskiftisevni
Vit kunnu bjóða
• Eitt avbjóðandi, fjølbroytt og
sjálvstøðugt starv í tøttum samstarvi við
aðrar fakbólkar
• Innleiðslu
• Tænastubil
Setanarviðurskifti
Setanartíðarskeið: Frá beinanvegin ella
skjótast gjørligt og Inntil 31.01.09
Lønin verður ásett sambært sáttmála við
viðkomandi yrkisfelag.
Setanarøkið er Nærverkið, og
tænastustaðurin er Heimatænastan í
Eysturoynni.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til
økisskrivstovuna á tlf. nr 449249.
Umsókn
Send eina umsókn við prógvi við meira.
til:
Heimatænastan Eysturoy
Økisskrivstovan, Heilsumiðstøðin
Postboks 47
FO 610 Saltangará
Umsóknarfreist: 25. jan. 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Volvo S40 1.8 til sølu
Sera væl hildin ikki-roykjara bilur.
1.8 bensin 125 hk. Árg. 10/2005,
koyrt 25.000 km. Hevur ljós
leðursetur, leður róður, leður
gearknobb v/alu, alu-panelir, el-
spegl, orig. 17” alu-felgur, niðurbl.
bakkspegl v/kumpass, klimaanlegg,
innbygd barnasetur aftan o.m.a. Er
sum nýggjur bæði innan og uttan.
Nýprísur: uml. 345.000,-.
Til sølu fyri einans 249.000,-
Tel 21 19 96 ella
kho@post.olivant.fo
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!
www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · telefon 227 000
NEX PC-1 hjálmur. Flottur heildekkandi hjálmur við allergivinarligari
bjálving og løttum lási til høkureim. Hevur klárt glas, ið ikki skøvast. Er
góðkendur til motorsúkklu og er tí eisini væl egnaður til knallert og
skutara. Fæst í fleiri litum.Fæst í hesum støddum: M, L, XL, XXL.
790,-
einans
Kulir hjálmar