fríggjadagur 11. januar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 • 11. januar 2008
Vikuskifti
4
“Ongin hevur heitt á meg um at
stilla upp til ÍSF-forseta. Eg stilli
upp av einslystum, og tí eg haldi
tað verða eitt sera áhugavert og
gevandi starv. Men eg geri tað
fyrst og fremst, tí eg ætli mær at
gera nakað munagott fyri ítróttina
í Føroyum!”. Vit eru inni hjá
Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, Yvir
við Strond í Havn. Sølvi Reinert
Hansen hevur skift starvið,
sum ítróttarráðgevi í ÍSF út við
starvið, sum dagligur leiðari hjá
Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Men
hann brennur enn fyri at arbeiða
ítróttinum til frama. Síðani hann
bleiv kunngjørdur, sum valevni
hava fleiri ítróttarfeløg sent
honum teldupost, har tey siga, at
tað var gott, at hann stillaði upp
til komandi ÍSF-forsetaval. Men
Sølvi er botnærligur! Hann ynskir
ikki ein ÍSF-aðalfund har øll reisa
seg upp og klappa fyri honum,
sum nýggjum ÍSF-forseta. Hann
ynskir, at eitt ella fleiri valevni
koma á vøllin. Hetta fyri at fáa
eitt, gott og mennandi tjak um
framtíðarstøðuna hjá ítróttini í
Føroyum. Men enn bíðar Sølvi
eftir einum mótvalevni.
Ítróttarálit
Sølvi varð limur í arbeiðsbólkin-
um, sum í 2005 handaði Føroya
Landsstýri álitið um “Almennan
ítróttarpolitikk í Føroyum”. “Tær
almennu Føroyar kunnu bara
handla, um tær fáa at vita hvat
ítrótturin vil. Vit mugu styrkja
arbeiðið úti í feløgunum, og í
sersambondunum.” Sølvi metir,
at Fótbóltssambandið er í einari
serstøðu tá tað kemur til at
skipa eina organisasjón. Sølvi
metir, at ein leistur kundi verið,
at t.d. 3 smærri sersambond
deildu ein løntan skrivara. Ein
annar leistur kundi verið at ÍSF
hevði starvsfólk við ymsum
førleikum, sum kundu servisera
øllum sersambondunum. Hann
letur ongin iva verða um, at
hann ynskir meir organisering og
strukturering innan ÍSF.
Uppvaksin á 3
støðum
Umframt at hava verið ein fjøl-
broyttur ítróttarmaður, so hevur
Sølvi eisini havt ein fjølbroyttan
uppvøkstur. Tey fyrstu 11 árini
frá 1970 til 1981 vaks hann upp
í Havnini. Í 1981 flutti familjan
til Hull í Onglandi. Hull er væl
kendur millum eldri fiskimenn, og
tað var eisini har Julian Johnson
var yrkisleikari. Teir fyrstu 3
mánaðarnir vóru tungir fyri Sølva.
Hann dugdi einki enskt, og bara
eitt sindur av donskum. Men ein
hegnig og dugnalig lærarinna
hjálpti honum á glið. Hon tók
fleiri myndabøkur fram, bað Sølva
siga sær orðið á føroyskum, og so
segði hon sama orðið á enskum.
Og longu aftaná 3 mánaðir varð
Sølvi komin á lagið. Sølvi er í
dag glaður fyri árini hann hevði
í Onglandi. Hann metir, at um
foreldur hava tíð og umstøður,
so er eitt uppihald í einum
øðrum landi, við einum øðrum
tungumáli, ein tann besta gávan
ein kann geva børnunum. Sølvi
leikti fótbólt við javnaldrunum
á skúlaliðnum. Hann hevði tað
stóru uppliving at vinna steypa-
kappingina fyri skúlalið í Hull.
Tá búðu uml. 400.000 fólk í Hull.
Tá Sølvi varð 14 ár, flutti hann
saman við familjuni til Saltnes.
Mamman Judith, sum er fødd
Reinert Petersen, er av Saltnesi,
og pápin Meinhard er av Nesi.
Sølvi er yngstur av 6 systkjum.
Tey eru tríggir brøður, og tríggjar
systrar. Eldru brøðurnir, Jákup
og Dávid eru eisini væl kendir í
føroyska samfelagnum. Annar,
sum sóknarprestur á Sandi,
og hin sum stjóri í báðum
undirsjóartunnlunum.
B68 og Sólmundur
Heimkomin byrjaði Sølvi at
leika við B68. Men í 1987 valdi
hann at satsa uppá kappróðurin.
Hann róði við Sólmundi frá
1987 og til 1990. Í 1987 og 1988
gjørdust teir nr. 2 í FM-kapp-
ingini. Ì 1989 og 1990 vunnu teir
Føroyameistaraheitið. Í 1990
gjørdu teir reint borð, og vunnu
allar róðrarnar! Eftir hetta fór
Sølvi at renna. Hann varð við á
Oyggjaleikunum í Álandi í 1991,
Sølvi ynskir stríðsval til Í
Grundigi og siðiligi ítróttarmaðurin, sum
hevur virkað sum ítróttarráðgevi hjá ÍSF í
fimm ár ynskir, at eitt ella fleiri valevni
stilla upp til forsetasessin í ÍSF. Eisini fyri
at fáa eitt gott og mennandi tjak um
framtíðina hjá ítróttini í Føroyum
Sølvi um valstríðið til
Løgtingsvalið
Tað er áhugavert at fylgja við valstríðnum. Men tað
tykist, sum um tað higartil hevur koyrt meiri uppá
persónar, enn evnir. Vit hava ikki sæð nógvar orrustur um
tey stóru evnini enn.
... um ferðsluna á
landsvegunum
Í tí stutta og heila vil eg siga, at bilførararnir í Føroyum
koyra væl. Eg koyri uml. 45.000 km. um árið, og eg vil
siga, at fólk flest koyra skilagott og vísa fyrilt fyri hinum í
ferðsluni.
Ítróttarprofilurin
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo