Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2008 5 Á Portalinum finn­ ur tú valsíðuna hjá Sosialinum. Har ber til at finna tað valevnið, sum hóskar best til tína politiska sannføring, og at luttaka í einari spennandi kapping um hvørji 33 verða vald Valstríð Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í hesum heitu valtíðum, hev­ ur Sosialurin framleitt eina stuttliga skipan, sum liggur á Portalinum. Við skipanini kann ein og hvør fara inn og kanna, hvørji valevni hóska best til meiningarnar hjá viðkomandi. Eisini ber til at luttaka í kappingini um, hvussu komandi løg­ ting fer at síggja út. Finn títt valevni Nú landið er vorðið eitt val­ dømi, kann vera torført at kenna meiningarnar hjá øll­ um valevnunum. Við val­ kanningini á Portalinum ber til at finna útav, um tað kanska er eitt heilt annað valevni enn títt lokala, sum er samt við tær. Í kanningini fært tú 15 spurningar um øll møgulig politisk viðurskifti. Tú skalt krossa av, hvussu samd ella ósamd tú ert við spurning­ arnar. Hetta hava valevnini eisini gjørt, og tí ber til at samanbera svarini hjá tær við svarini hjá valevnunum. Tá ið tú hevur svarað spurn­ ingunum, koma tey valevn­ ini fram, sum matcha best við tíni svar. Valkapping Á Valsíðuni hjá Sosialinum ber eisini til at luttaka í kappingini um, hvørji 33 umboð verða vald 19. jan­ uar. Tú skalt krossa av, hvørji umboð tú roknar við koma inn fyri ymsu flokk­ arnar. Øll, sum gita rætt lut­ taka í kappingini um eina flogferð fyri tvey á rutuneti­ num hjá Atlantic Airways. Tú skalt upplýsa navn, ald­ ur, kyn, sýslu og telefon­ nummar. Hvørt telefon­ nummar kann bert luttaka í kappingini einaferð. Tele­ fonfelagin, sum stendur fyri telefonini, fær vinningin sendandi. Tí er umráðandi, at onkur stendur fyri tele­ fonini. Jens Pauli Rasmussen er maðurin handan Valsíðuna hjá Sosialinum. Hann er eis­ ini maðurin handan Inter­ netSosialin. Undirhaldandi valkapping og valkanning Linkið til valsíðuna er at finna ovast á Portalinum