fríggjadagur 11. januar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 8 • 11. januar 2008
og í Gotlandi í 1999. Hann hevur
havt 800 metra-teinin, sum sína
sergrein. Á Oyggjaleikunum
á Álandi varð hann eisini við
á liðnum, sum rann 4 x 400
metrar. Sølvi hevur silvur og
bronsukrónur frá FM-kappingum,
men ongar gullkrónur. Tá hann
kom heim eftir loknan lestur í
Odense, í 1995, byrjaði hann
at skipa fyri rennikappingum á
Skálafjørðinum. Hetta virksemi
legði lunnar undir, at rennifelagið
“Roysnið” var stovnað í 1998.
“Treystið” í Norðoyggjum var
eisini stovnað hetta árið. Sølvi
hevur verið formaður í Roysninum
síðani stovnan. Í 1998 var
deildarsambandið fyri Frælsan
Ítrótt og súkkling stovnað. Hjalti
Gunnarsstein var formaður fyrsta
árið. Hann flutti til Danmarkar
í 1999, og tá gjørdist Sølvi
formaður í Deildarsambandinum.
Hann røkti formanssessin fram til
2002. Í 2002 fekk Frælsi Ítrótturin
egið sersamband, og gjørdist
Sølvi fyrsti formaður tess. Hann
var formaður í Sersambandinum
fyri frælsan ítrótt, fram til 2006.
Ítróttarráðgevi
Í 2002 varð Sølvi settur í tað
nýupprættaða starvið, sum
ítróttarráðgevi hjá ÍSF. Hetta
starvið røkti Sølvi í 5 ár. Ein
part av hesum tíðarskeiðnum
(2003-2005) varð Sølvi formaður
í Oyggjaleikanevndini. Í dag tekur
starvsnevndin og umsitingini hjá
ÍSF sær av hesum arbeiðnum.
Ein partur av arbeiðstíðini hjá
Sølva fór til altjóða samskiftið.
Oyggjaleikirnir hava sín árliga
aðalfund, og er eisini nógv at
fyriskipa í samband við Oyggja-
leikirnar. 150 ítróttarfólk, venjarar
og leiðarar skulu hava innivist.
Sølvi hevði eisini nógv samband
við felagsskapin “European Non
Governmental Sports Organiza-
tion”, stytt ENGSO. Har knýtti
Sølvi vinarbond við Patrick
Hickey, sum nú er formaður í tí
evropeiska olympisku nevndini,
EOC. Sølvi og Petur Elias Peter-
sen vóru á aðalfundi hjá EOC
í Dublin 2005, og í Bruxelles í
2006.
Rogge á fundi
Millum prominentu gestirnar
á EOC-aðalfundinum í Dublin,
varð IOC-forsetin, Jacques
Rogge. Rogge stirnaði tá hann
tók í hondina á báðum teim-
um føroysku umboðunum.
Týðiligt var, at Rogge ikki líkaði
hesa løtuna. Sølvi er ikki so
bjartskygdur um olympisku
viðurkenningina hjá Føroyum.
IOC fekk harðar, knívskornar
reglugerðir í 1992. Og tað verður
ringt hjá Føroyum at koma inn
í tað lovaða olympiska landið,
sum “Atland” ella “Landslutur”.
Ikki tí, øll sum varða av ítróttini
í Føroyum ynska at Føroyar fáa
hesa viðurkenning. Eingin ivi um
tað. Men starvsnevndin hjá IOC,
og Jacques Rogge hava higartil
noktað at hava fund við føroysk
umboð um hetta málið. Nýggju
leiðarnir í IOC ynska eisini at
vísa seg, sum rættar menn, sum
“halda reglugerðirnar”, og ikki
taka ímóti mutri. Og lítil ivi er
um, at Føroyar í IOC-høpi verða
síðustillaðar við Katalania, og
tey ymisku autonomu økini í
Russlandi.
Rættarmálið hjá
Gibraltar
Gibraltar, sum saman við Føroyum
eru einasta landið, sum hevur
sent eina umsókn inn til IOC -
áðrenn broyttu viðtøkurnar í 1992
– hevur drigið IOC til Evropeiska
Ítróttardómstólin. Sølvi hevur
havt nógv av samskiftunum við
fólkini frá Gibraltar, og hevur
ÍSF bjóðað Gibraltar at føra sak
saman við teimum. Men Gibraltar
hevur ynskt at føra rættarmálið
sjálvir. “Um Gibraltar vinnur, so
verða vit og teir óiva tiknir uppí
IOC. Men hvørki vit ella Gibraltar
eiga trygd fyri, at ein meiriluti
av limalondunum ikki sparkar
okkum út aftur til næsta aðalfund
aftur! Vit hava bara fingið eina
altjóða viðurkenning innan
ítróttina síðstu árini, og tað er
innan bogaskjótingina. Atlond fáa
ikki altjóða viðurkenningar, sum
støðan er í heiminum, í løtuni.”
Tað ergrar Sølva, at Føroyar ikki
hava olympisku viðurkenningina.
Olympiska viðurkenningin
hevði eisini givið føroyskum
ítróttarfólkum atgongd til
evropeisku smátjóðaleikirnar, og
til evropeisku ungdómsleikirnar,
ið nevnast “European Youth
Olympic Festival”. Ísland fær
uml. 4 miljónir kr. frá IOC um árið.
Hetta hevði eisini kunna fallið
Føroyum í lut. Sølvi fær nógv at
síggja til, um hann gerst komandi
ÍSF-forsetin. Men hann ætlar
sær at fara undir uppgávuna
við góðum treysti. Men sum ein
góður ítróttarmaður ynskir hann
ikki at vinna uttan dyst. Vónandi
kemur ein mótleikari inn á vøllin?
ÍSF-forsetasessin
... um Skálafjarðartunnilin
Eg gleði meg til Skálafjarðartunnilin gerst veruleiki. Hann fer at
gagna øllum landinum. Eg vóni tó, at hann í størstan mun verður
gjørdur við fyriliti fyri vøkru náttúruni við Toftavatn.
... um enskan fótbólt
Eg dyrki enskan fótbólt. Mín fyrsti kærleiki innan
ítróttarheimin var legendariska liðið hjá Nottingham
Forest. Men nú eru teir í League One. Meðan eg
bíði eftir, at Forest kemur upp aftur, so haldi eg við
Newcastle United.
Navn: Sølvi Reinert Hansen
Føddur: 8. september 1970
Bústaður: Saltangará
Giftur: Biritu úr Runavík
Barn: Betuel, 10 ár
Hundur: Napoleon
(langhærdur miniature
gravhundur) 3,5 ár
Útbúgving: Matematiskur
studentur frá Gøtugjógv í
1989, lisið Søgu, Samtíðar-
søgu og Norðurlendskt
(Fróðskaparsetrið og Odense
Universitet, 1990-95). Er í
gongd við Masterútbúgving
í Ítrótti og Vælferð (Køben-
havns Universitet)
Feløg: B68, NSÍ-kappróður
og Roysnið
Fakta
Sølvi Reinert Hansen ætlar sær at gerast forseti í Ítróttarsambandi Føroya,
men hann vil hava onkran at kappast við um sessin
Mynd: Jens Kristian Vang