Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti 6 Samrøða Anna Mortensen Stóra Afrikakortið á vegginum í stovuni, ljóðførini og dreadlokk­ arnir eru spor av dreyminum, Agnes hevði, um at uppliva Afrika. Sum AFS´ari livdi hon eitt ár í Ghana, og hevur verið aftur á longri vitjan. Eisini fylgdi hon dreyminum um at fara við skúla­ skipinum Danmark, og seinastu árini hevur hon lisið lívfrøði í Keypmannahavn, við sergrein innan tara, sum hon endaði í summar. Nú hevur hon búsett seg á Tvøroyri, í stak hugnaligu húsunum, sum omman og abbin áttu, og sum nú eru hennara. Í kjallaranum ger hon royndir við tara, og kavaradraktin hongur á einum seymi. ­ Eg havi altíð verið hugtikin av náttúruni, serliga av mølini og taranum. At eg nú havi eina útbúgving á hesum øki, er eitt stórt privilegium. Eg eri flutt aftur á Tvøroyri, ikki tí at eg, sum lívfrøðingur ella granskari, rokni við at finna eitt granskingarumhvørvi her, men havi nokk altíð vita, at eg skal búgva her. Alt feltarbeiði, gjøgnum lesturin, hevur verið í Føroyum. Tað er hesa náttúruna eg kenni best, í henni havi eg lættast við at kenna samanhang. Eg eri uppvaksin her, kenni fólk og dámi væl mentalitetin, havi arbeiðsró, telduna og netið, ja, og foreldrini, og tey eiga bil, leggur Agnes, flennandi, afturat. – Eg havi møtt stórari vælvild, hitti alsamt fleiri fólk, sum vilja hoyra um tað eg geri, og tað er eitt tekin um, at tingini fara at bera til, og tað er sera virðismikið hjá mær. Havi eitt nú, uttan hóvasták, fingið kuldarúm á flakavirkinum at gera royndir í. Vælvild ger eisini, at eg trúgvi uppá, at framtíðin opnar fyri møguleikum, at føroyingar fara at satsa meira uppá gransking og útbúgvið fólk sum eitt tilfeingi. Eg samstarvi við granskarar úti í heimi, sum virka í einum etableraðum taragranskingar umhvørvi, bæði í teirra heimlandi og á altjóða støði. Slíkt umhvørvi finnst ikki í Føroyum, og eg síggi tað, sum eina sera spennandi, og neyðuga, uppgávu at vera við til at uppbyggja og menna taragransking í Føroyum, sigur Agnes. Hon ímyndar sær, at hon sum freelancari, í stóran mun, fer at samstarva við stovnar og granskarar aðrastaðni. ­ Bæði í Englandi og USA havi eg møguleika fyri at arbeiða við genetiskum metodum, har umstøður eisini eru til at hava livandi tarakulturar, men eg vóni, at eg einaferð fari at hava slíkir facilitetir her heima. – Tað er undarligt, at tari hevur fylt so lítið í føroyska samfelag­ num. Nógv tarasløg stórtrívast her á okkara leiðum og hava sera góð vakstrarlíkindi. Eg havi havt nógv tarafólk á vitjan, og tey eru um at detta á reyvina yvir, hvussu fín taraflorain er her hjá okkum, og enn er alt ikki komi undan - Tað er undarligt, at tari hevur fylt so lítið í før- oyska sam­felagnum­. Nógv tarasløg stórtrívast her á okkara leiðum­ og hava sera góð vakstrar- líkindi. Eg havi havt nógv tarafólk á vitjan, og tey eru um­ at detta á reyvina yvir, hvussu fín taraflorain er her hjá okkum­, og enn er alt ikki kom­ið undan kavi, t.d. havi eg funnið eitt nýtt taraslag á Trongisvágsfirði, so eg eri spent upp- á, hvat víðari kanningar á fjørðinum­ kunnu vísa. Og Suðuroyggin hevur fleiri firðir, so eg kom­i ikki at sita hendur í favn, sigur Agnes Mols Mor- tensen, sum­ er lívfrøðingur við sergrein í tara Agnes er serfrø