Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2008 7 tíðindi Marin Vang, røkt­ar­ st­jóri á Landssjúkra­ húsinum, viðgongur, at­ røkt­in ikki var nóg góð á jólum. Leiðslan fer nú at­ kanna, hvussu bet­ri samsvar kann skapast­ millum røkt­art­yngd og t­al av st­arvsfólkum Heilsuverk Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo - Vit seta ikki spurning við, at sjúklingar hava upplivað støðuna, sum tey greiða frá, og vit taka ónøgdina hjá starvsfólkunum til eftirtektar. Men jólini vóru ein toppur, og vanliga gongur væl at geva tað røkt, sum vit ynskja, staðfestir Marin Vang. Á jólum vóru tvær deildir afturlatnar, tí avgjørt var, at starvsfólk skuldu fáa møgu- leika at fáa nakað av tí nógvu frítíð, sum tey eiga til góðar. - Tá vit funnu út av, at akuttu sjúklingarnir vóru fleiri, enn vit høvdu væntað, avgjørdu vit at stytta um tíð- ina, sum deildin var stongd, greiðir Marin Vang frá. B7 læt tí upp aftur um millum jól og nýggjár í staðin fyri 10. januar sum ætlað. - Planleggingin kiksaði, og hetta var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, sigur hon. Leiðslan hevur eftir harð- ligu mótmælini havt fund við álitisfólkini, har tey lurt- aðu eftir ynskjum og atfinn- ingum og lovaðu at kanna møguleikarnar fyr at ganga ynskjunum á møti. Álitis- fólkini fingu lyfti um svar í næstu viku. - Eitt av ynskinum er hægri løn fyri eykavaktir, men hetta kundu vit sjálv- andi ikki lovað beinanvegin, tí í roynd og veru er tað ein samráðingarspurningur, sig- ur Marin Vang. Hon greiðir eisini frá, at leiðslan eisini ætlar at kanna møguleikarnar at fáa eina betri og meira objektiv- an hátt at meta røktartyngd- ina eftir. Harumframt vænt- ar hon, at støðan eisini fer at gerast betri, tá umbygda deildin letur upp aftur. Í dag liggja røktarsjúklingar í vánaligu barakkini, men hesir verða allir fluttir innan stutta tíð, og ætlanin er, at barakkin, har tað bæði lekur og gjýsur, skal latast aftur. Mangla stýrisamboð Tá trýstið á Landssjúkrahús- ið er stórt hava tey møguleika at kalla eyka manning inn, og tey brúka eisini Klaksvíkar og Suðuroyðar Sjúkrahús sum avlastning. Men tað tek- ur tíð at fáa fólk til arbeiðis, tí soleiðis er sáttmálin. Og einasti alternativi møguleikin eru starvsfólk frá dýrum vikarstovum. - Vit hava lagt uppskot inn til Almanna- og Heilsu- málaráðið um at stovna eina innanhýsis vikarstovu, soleiðis at vit lættari kunnu økja um starvsfólkatalið, tá røktartyngdin økist meira enn vit hava føst fólk til, sigur Marin Vang. Ein annar faktorur, sum skerjir stýrismøguleikarnir hjá leiðsluni, er, at starvs- fólk eru sett á deildum og ikki á Landssjúkrahúsinum sum heild. - Vit hava júst flutt nakrar tungar røktarsjúklingar av einari deild í aðra, men vit hava ikki møguleika at flyta røktarstarvsfólkini, tí tey hoyra til deildina, greiðir Marin Vang frá. Jólakaos skapti øsing Um fáar vikur fær fyrsti heilsurøktar- klassin úr Heilsuskúlanum prógv, og tískil økist talið av heilsurøktarum í landinum. Jóhanna á Køtlum vónar, at føroyska heilsuverkið er búgvið at gera brúk av hesum starvsbólki og geva teimum nóg góðar arbeiðsumstøður. Á somatisku deildunum á Lands- sjúkrahúsinum eru fáir heilsurøktarar, men Marin Vang, røktarstjóri, sigur, at tað kann væl vera, at fleiri heilsurøktarar verða settir í framtíðini. Hóast Almanna- og Heilsurøktar- felagið einans hevur nakrar heilt fáar limir á deildunum, har støðan var so kaotisk á jólum, so valdi felagið at fara alment út og finnast at støðuni. Jóhanna á Køtlum heldur tað vera sera týdningarmikið, at røktararbeiðið verður uppraðfest, og at fleiri pengar verða settir av til hetta øki. - Men tað er týdningarmikið, at pengar verða oyramerktir til røktina, so teir ikki fara til ymiskt annað, sigur Jóhanna á Køtlum. Hon heldur tað annars vera sera løgið, at røktin ikki verður raðfest hægri, tí tey allar flestu av okkum fáa fyrr ella seinni brúk fyri røkt. - dorit - Fáir heilsurøktarar - Eitt av ynskinum er hægri løn fyri eykavaktir, men hetta kunnu vit sjálvandi ikki lovað beinan- vegin, tí í roynd og veru er tað ein samráðingarspurningur, sigur Marin Vang, røktarstjóri á Landssjúkrahúsinum Mynd: Ólavur Frederiksen