fríggjadagur 1. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 103 - 1. juni 2001
Nr. 103 - 1. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Tað er umráðandi at
hava vitan um
arbeiðið við au-
tistum, skal tað bera
til at menna teir og
betra um teirra
gerandisdag, sigur
danskur skeiðhaldari
frá Center for
Autisme
AUTISMA
Eyðun Klakstein
Viðareiði: Fyrst í vikuni
vóru 23 fólk, sum hava við
autistar at gera, á skeiði,
sum Lennart Pedersen frá
Center for Autisme í Dan-
mark helt á Hotel Norð.
Á skeiðnum var nógv
gjørt burtur úr teimum
møguleikum, sum eru at
menna autistar og at betra
teirra gerandisdag.
– Tað ber til at hjálpa au-
tistum, so teir gerast meiri
sjálvbjargnir og fáa betri
samband við onnur fólk,
sigur Lennart Pedersen.
– Summir autistar gerast
verri fyri enn neyðugt, tí
teir fáa ikki røttu viðferðina
og viðgerðina. Tað er um-
ráðandi at hava vitan um,
hvussu tað skal arbeiðast
við hesum fólkum, sigur
hann.
Mugu hava neyva skrá
Ein av teimum, sum hevur
verið á skeiðnum, er Sonja
Laksáfoss, sum er leiðari
fyri Sambýlinum í Runa-
vík.
– Tað er lættari at hava
við autistar at gera, um tú
hevur eina góða skipan sum
grundarlag. Tað hevur stór-
an týdningar fyri autistar, at
teir allatíðina vita, hvat er á
skránni, tí gera teir ikki tað,
so koma trupulleikarnir,
sigur hon.
– Tað er gott fyri okkum
at koma á eitt slíkt skeið
sum hetta, tí vit verða in-
spirerað og kunnu fylgja
við, hvat hendir á økinum,
heldur Sonja Laksáfoss.
Hon heldur, at tað eru
nógv góð hugskot at taka
heim við av skeiðnum.
Vita ikki av tí
Tað er ymiskt, hvussu
autistar eru fyri. Summir
eru
menningartarnaðir,
meðan aðrir ikki eru tað, og
tey, sum fyrst og fremst
hava trupulleikar við at
samskifta og fyrihalda seg
móti øðrum fólki, líða
undir tí, sum tey kalla As-
bergersyndromið.
Lennart Pedersen heldur,
at tað finnast nógv fleiri
autistar í føroyska sam-
felagnum, enn fólk geva
sær far um.
– Tað verður sagt, at trý
promillu av fólkinum eru
autistar, men øll vita ikki av
tí. Summi fólk, sum verða
mett sum serlig ella løgin,
kunnu hava autismu, sigur
hann.
– Hagtalsliga kunnu vit
siga, at um vit fóru inn í
skúlarnar í Føroyum, so
høvdu vit funnið fleiri au-
tistiskar næmingar, sum
ikki verða roknaðir sum au-
tistar, sigur Lennart Peder-
sen.
Hann heldur, at autistar í
Føroyum hava nógv góð til-
boð, men hann saknar eitt
skúlatilboð, sum veruliga
leggur seg eftir at menna og
undirvísa autistum.
Nýggja dansistaðið
Platform letur upp í
Havn í kvøld. Næsta
vikuskiftið koma fólk
frá sjónvarpsrøðini,
Baren, á vitjan í Plat-
form
DISKOTEK
Eyðun Klakstein
Nú ber til at fara í oljudans
í Havn. Nýggja diskotekið,
Platform, letur upp í kvøld,
og hetta dansistaðið brúkar
oljuvinnuna sum konsept.
Platform fer at halda til í
bygninginum hjá Havnar
Klubba, og tá hurðarnar
verða latnar upp í kvøld,
verða fólk boðin inn í eitt
eksklusivt stað, har nógv
verður gjørt burtur úr inn-
búgvi, umhvørvi og hugna.
Í sambandi við at Plat-
form letur upp, fer rock-
bólkurin, All that Rain, at
spæla í kvøld og í annað-
kvøld.
Næsta vikuskiftið verða
útlendskir gestir í Platform.
Christian og Michael, sum
er kendur frá sjónvarpsrøð-
ini Baren koma til Føroya,
og teir fara at hava show í
Platform hóskvøldið 7. og
fríggjakvøldið 8. juni.
Málbólkurin hjá nýggja
dansistaðnum eru fólk fyrst
í 20’unum og eldri.
Týdningarmikið við útbúgving
Lennart Pedersen frá Center
for Autisme og Sonja
Laksáfoss, leiðari fyri
Sambýlinum í Runavík
Fólk frá Baren
vitja Platform
Vit gleða okkum til
summarið
Í dag letur Hotel
Norð uppaftur, og
nógv verður at gera
næstu mánaðirnar.
Egga Heinesen, sum
rekur hotellið, gleðir
seg til summarið
HOTEL
Eyðun Klakstein
Viðareiði: Nú letur Hotel
Norð á Viðareiði uppaftur,
og næstu mánaðirnar verð-
ur nógv at gera á hotell-
inum.
– Vit gleða okkum til
summarið, og tað er sera
hugaligt at lata uppaftur,
sigur Egga Heinesen, sum
er ein av teimum, sum
rekur hotellið.
Hann er eisini kokkur, og
hansara uppgáva er fyrst og
fremst
at
standa
fyri
matinum. Hann hevur stað-
ið í læru á Hotel Hafnia, og
hann tók fyri kortum prógv
við rós.
– Mær dámar væl at gera
mat, sjálvt um tað við hvørt
kann verða eitt sindur keði-
ligt, tá sólin bakar niður
uttanfyri, sigur hann.
Mølin letur upp
Hotel Norð liggur í friðar-
ligum umhvørvi á Viðar-
eiði, og um summarið vitja
bæði føroyingar og út-
lendingar. Næsti granni hjá
hotellinum er ein gras-
líkisvøllur.
Á
norðoyastevnu
fer
Hotel Norð at gera nógv
burturúr. Fríggjakvøldið í
næstu viku verður stórur
veitsludøgurði, og ætlanin
er at selja atgongumerki til
hendan døgurðan í forsølu
á hotellinum og í Klaksvík.
Seinni verða eisini onkur
serlig kvøld, har hotellið fer
at gera okkurt serligt
burturúr.
Nú hotellið letur upp-
aftur, verður eitt nýtt høli,
sum teir rópa Mølin, smíð-
að, og tað letur upp á norð-
oyastevnu.
Egga Heinesen er kokkur og
ein av teimum, sum rekur
Hotel Norð á Viðareiði
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
JANUS POULSEN
ættaður av Sandi
andaðist mikudagin 30. mai 2001, 80 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum
leygardagin 02. juni kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Grethard Poulsen
C
M
Y
K
3
2