Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 103 - 1. juni 2001 Nr. 103 - 1. juni 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Hugburðsbroyting- in í príspolitikkin- um í føroyskari flogferðslu byrjaði longu, meðan Finn- bogi Arge var landsstýrismaður við vinnumálum, sigur Bjarne Han- sen, nevndarfor- maður í Maersk Air í ískoyti til viðtalu í Sosialinum FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Tað var meðan Finnbogi Arge sat við vinnumál- um í Landstýrinum, at hugburðsbroytingin á ferðseðlaøkinum byrj- aði, sigur nevndarfor- maðurin í Maersk Air. Hetta sigur hann í ískoyti til viðtalu, sum Sosialurin hevði við hann í seinastu viku, har hann segði, at broytingin hendi í tíðini hjá Bjarna Djurholm. – Rætt er, at Bjarni Djurholm hevur ført hugburðin víðari, sigur Bjarne Hansen, og legg- ur dent á, at hann er rætt endurgivin í Sosialinum. Men tað er kortini at gera Finnboga Arge ó- rætt púra at gloyma hann burtur, ger hann vart við. Lasse við síðuna av Í viðmerking til samrøð- una við Bjarne Hansen, sigur fyrrveradi lands- stýrismaðurin, Lasse Klein, í Sosialinum hós- dagin, at um príspoli- tikkurin hjá feløgum sum Maersk Air og Bjarna Djurholm slepp- ur at halda fram, verður føroyskum vinnulívi ikki lív lagað. Tí tá kunnu altjóða fyritøkur- nar við nógvum peningi mestsum gera sum tær vilja, heldur hann. Og hann gevur ikki Atlants- flogi stórvegis møgu- leikar móti Maersk Air. Til tað sigur Bjarne Hansen, nevndarfor- maður í Maersk Air, at her rakar Lasse Klein heilt við síðuna av. Júst í hesum árinum, flogið hevur verið við nógvum tilboðum og lágum prísum, klárar Atlantsflog at kunngera ein roknskap, sum vísir 10 milliónir krónur í yvirskoti, vísir Bjarne Hansen á. Hann staðfestir, at lágu ferðaseðlaprísirnir seinasta árið hava gagn- að teimum ferðandi. – Og teir tykjast so heldur ikki at hava skatt Atlantsflog, eftir rokn- skapinum at týða, sigur Bjarne Hansen, nevnd- arformaður í Maersk Air. Finnbogi Arge gekk undan Bjarne Hansen Hetlendska Ferða- ráðið stendur fyri søluframtaki á Torginum í SMS í dag og í morgin FERÐAVINNA Hetlendska Ferðaráðið hev- ur í hesum døgum fram- sýning á Torginum í SMS. Endamálið er, sum vera man, at fáa fleiri føroyingar at ferðast til Hetlands. Á Torginum í SMS er ein básur settur upp, har tú finnur ørgrynni av faldar- um, bóklingum og øðrum, sum sigur tær frá granna- landinum fyri sunnan, Hetlandi. Plakatir eru hongdar upp, og fryntlig fólk ganga og siga frá tí, sum tann forvitni vitjandi hevur hug at fáa at vita. Ein teirra, sum varðar av hetlendska básinum í SMS, er Rebecca Hamilton, sum er Operations Director á hetlendska Ferðaráðnum, Shetland Islands Tourism. Hon greiðir frá, at vitj- anin er komin í lag í sam- starvi við Smyril Line, sum sjálvandi hevur áhuga í, at fólk ferðast við Norrønu til Hetlands. Framsýningin er løgd nú, samstundis sum mentan- artiltakið í Tórshavn verður hildið í dag og í nátt. Umframt faldarar, bløð og plakatir, er eisini eitt orkestur við hetlendsku fólkatónleikarum við á ferðini, og fara teir at spæla soleiðis av og á alla tíðina, meðan opið er í SMS í dag og í morgin, sigur Rebecca Hamilton. ej Fyrrverandi skrivarin hjá forsætisráðharr- anum er útnevndur ríkisumboðsmaður í Grønlandi Grønland fekk í vikuni nýggjan ríkisumboðsmann, tá danska stjórnin útnevndi fyrisitingarleiðaran í For- sætismálaráðnum, Peter Lauritzen, til danskan ríkisumboðsmann í Grønlandi. Peter Lauritzen, sum er 41 ára gamal, er útbúgvin cand. scient. pol. frá Århus Universiteti í 1988. Hann var í starvi hjá Ar- beiðsmálaráðnum, áðrenn hann kom í starv í For- sætismálaráðnum í oktober 1993. Í tíð síni í Forsætis- málaráðnum hevur Peter Lauritzen millum annað í tíðarskeiðnum 1994 til 1996 verið ráðharraskrivari hjá forsætisráðharranum. Peter Lauritzen er giftur og eigur fýra børn, verður sagt í tíðindaskrivi, sum sent er frá Forsætis-mála- ráðnum í samband við útnevningina av nýggjum ríkisumboðsmanni í Grøn- landi. ej Hetlendingar í SMS Nýggjur ríkisumboðsmaður í Grønlandi Fólkatónleikarar eru eisini við á søluframtakinum hjá hetlendsku ferðavinnuni í SMS Mynd: Álvur Haraldsen Fundarfrágreiðing frá Mentamálastýrinum staðfestir, at Tórbjørn Jacobsen leyp fram av og brikslaði lærarunum í Vest- manna at renna politisk ørindi MENTAMÁLASTRÍÐ Eirikur Lindenskov Rokið um orrustuna í Mentamálastýrinum sein- asta fríggjadag heldur fram, og ósamsvar er millum tað, Tórbjørn Jacobsen, lands- stýrismaður greiðir frá um fundin og tað, sum em- bætismenn hansara og lærararnir í Vestmanna siga. Mentamálaráðharrin stendur fast við, at tað er ósatt, sum leiðslan í Vest- mannaskúla hevur greitt frá – fyrst í Sosialinum, seinni í útvarpinum, sjónvarpin- um og í Dimmalætting. Hóast lærararnir í Vest- manna skúla hava skrivað frágreiðing um málið og har staðfesta, at landsstýris- maðurin fyrst bað álitis- kvinnuna fara av fundi, síðani bað annan vara- skúlastjóran fara, tí hon brúkti eitt danskt orð, so stendur hann fast við, at hetta ikki passar. Eisini avsannar hann, at hann skal hava rópt eftir teimum, tá tey fóru, »at leiðslan í Vest- manna skúla er farin í politiskt valstríð fyri navn- givnan tingmann í bygdini« og at hann at enda »bað skulaleiðsluna fara oman á barrikadurnar í Kollafirði og føra valstríðið víðari við áðurnevnda tingmanni«. Tórbjørn Jacobsen segði í Útvarpi Føroya, at hann hevði tríggjar embætis- menn, sum kundu vátta, at hetta ikki var satt. Seinnapartin mikudagin sendi Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri í Mentamála- stýrinum, okkum frágreið- ingina, sum embætismenn- inir í mentamálastýrinum, Hensar Ellingsgaar, deild- arstjóri, Poul Nolsøe, full- trúði og Janus Jensen, undirvísingarleiðari, hava skrivað. (frágreiðingin er prentað í fullum líki á blaðsíðu 7) Í frágreiðingini stendur, at »Landsstýrismaðurin vísti á, at hann skilti ikki, hví Vestmanna skúli var farin í fjølmiðlarnar við hesum, tá ið tímatalið til skúlan var so lítið broytt í mun til seinastu nógvu árini. Hann helt, at hetta lættliga kundi skiljast soleiðis, at her vóru eisini orsøkir av politiskum slagi, ið lógu aftanfyri.« Hetta staðfestir soleiðis, at Tórbjørn Jacobsen hevur brikslað lærarunum í Vest- manna, at teir runnu polit- isk ørindi, soleiðis sum greitt hevur verið frá m. a. í Sosialinum. Í fundarfrágreiðingin hjá Mentamálastýrinum stend- ur víðari, at »Tá tosið fall á umrøddu prioritering av lærugreinunum í Vest- manna skúla komandi skúlaár stóðst mikil orða- dráttur millum landsstýris- mannin og umboðini fyri Vestmanna skúla. Av tí, at málburður landsstýrisman- sins í hesum sambandi var so ógvusligur, reistist annar av varaskúlastjórunum og segði, at fólk vóru á hesum fundinum, sum kundu vitna, at hon hevði sagt, at eingi politisk motiv vóru aftan fyri tiltøkini hjá Vest- manna skúla. Hon segði, at hon vildi ikki standa modell til tílíkan málburð og fór av fundinum«. Í lesarabrævi í Dimma- lætting týsdagin sigur mentamálaráðharrin um tíðindi um orrustuna í Mentamálastýrinum, sum fyrst varð prentað í Sosialinum, at: »Eingin av embætismonnunum í Mentamálastýrinum kennir søguna aftur soleiðis sum hon er endurgivin í Sosial- inum. Hetta er heilaspuni úr enda í annan. Áhaldandi sosialdemokratiska heksa- jaktin, sum heldur fram haðartil mótstøðumaðurin er fallin á vali« Í somu Dimmu, sum lesarabrævið hjá Tórbjørn Jaocbsen varð prentað, verða somu tíðindi borin á forsíðuni, sum tey í Sosialinum dagin fyri. Útvarpið og Sjónvarpið bóru eisini somu tíðindi týsdagin. Nú eru tvær frágreið- ingar, ein frá hvørjum parti, sum staðfesta, at lands- stýrismaðurin er lopin framav. Um hetta fær avleiðingar fyri landsstýrismannin, er enn ógreitt. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisflok- sins, gav Tórbjørn »tað gula kortið«, sum hann málbar seg, tá Tórbjørn Jacobsen leyp fram av í november í fjør, tá hann kallaði løgmann ein danska leigusvein. Um Tórbjørn Jacobsen so mikið sum traðkaði við síðuna av eina ferð afturat, so reyk hann sum lands- stýrismaður, segði for- maður Tjóðveldisfloksins. Høgni Hoydal hevur enn ikki viljað gjørt viðmerk- ingar til málið, og tí er enn óvist, um tað fær avleið- ingar fyri Tórbjørn Jaocb- sen. Orrustan í Mentamálastýrinum: Ósamsvarandi frágreiðingar Tórbjørn Jacobsen leyp fram av á viðgitna fundinum í mentamálstýrinum seinasta fríggjadag. Hann brikslaði lærarunum at renna politisk ørindi og nýtti so ógvusligan málburð, at lærarnir rýmdu, staðfestir fundarfrágreiðingin hjá Mentamálstýrinum C M Y K 5 4 Lesið -tað loysir seg