Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 103 - 1. juni 2001 Nr. 103 - 1. juni 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 - Vit eru í dýrastu neyð. Vit skulu úr húsunum í dag, men hava onga staðni at fara. Í dag eru børn míni og eg flóttafólk í okkara egna landi, sigur Marjun Joensen BÚSTAÐARNEYÐ Turið Kjølbro Í trý ár hava Marjun Joen- sen og hennara fýra børn, Maria, sum er 7 ár, Sign- hard, sum er 8 ár, Gunn- vald, sum er 14 ár, og Lütje, sum er 16 ár, búð í leigað- um húsum á Norðasta Horni í Havn. Uttan ávar- ing eru húsini seld og fam- iljan stendur á gøtuni í dag 1. juni, uttan útlit til ein nýggjan bústað. Dagarnir hjá kettuni, sum hevur ver- ið í familjuni í sjey ár, eru eisini taldir. Óteljandi royndir hevur Marjun gjørt at fáa annan bústað, hon hevur ringt til fólk, sum kanska kundu funnið uppá at leiga út, ringt upp allar lýsingarnar í bløðunum, og nú í seinastuni hevur hon heitt á sosialu deild í Tórs- havnar býráð um hjálp – alt higartil til fánýtis. Á sosi- alu deild hevur hon í skriv- andi løtu onga hjálp fingið, tey skilja væl støðuna hon er í, men hava ongan bústað at vísa henni á. – Vit eru í dýrastu neyð, eg veit ikki míni livandi ráð, hvat eg skal gera. Var eg einsamøll, hevði tað gingið onkusvegna, men eg havi einsamøll ábyrgdina av fýra børnum, og tað er ein stór ábyrgd. Tað kemur ikki uppá tal at fara á Sjó- mansheimið at búgva við fýra børnum. Heldur ikki fyribils. So fari eg heldur av landinum, sigur Marjun. Eittans tvey fólk hava givið neyðarrópinum hjá Marjuni í bløðunum, har hon sóknast eftir eini íbúð, ans. Men hesi búgva á bygd og í Danmark. Foreldrini hjá Marjun búgva í Suð- uroy og haðar hevur hon ikki hug at flyta. Í Havn ber rætt og slætt ikki til at finna eina íbúð ella eini hús at leiga. Og tað sum er til leigu er so dýrt, at ein inn- tøka ikki er nóg mikið at rinda av. – Hús verða leigað út fyri 10.000 kr. um mánaðin og meir uttan ljós og hita, og íbúðir, sum ikki eru í góðum standi, fara fyri 5- 6.000 krónur. Nógv, sum verður leigað út er í so ring- um standi, at tað er stór skomm. Tað átti ikki at ver- ið loyvt at krevja so nógv, sigur Marjun. Rívast upp við rót Marjun og børnini eru flutt ofta. Íbúðin hevur antin verið ov dýr, í ov ringum standi ella eigarin hevur havt aðrar ætlanir við henni. – Grundarlagið undir eini familju er eitt heim. Tað er ikki lív at verða tveitt á dyr í tíð og ótíð. Men tað ring- asta er, at børnini hvørja ferð skulu rívast upp við rót. Hvørja ferð skulu tey laga seg til eitt nýtt øki, fáa nýggjar vinir, kanska nýggjan skúla og so fram- vegis. Á Norðasta Horni fullu vit til beinanvegin, her er so gott at vera og eldri børnini hjá mær hava allar sínar vinir her. Á Norðasta Horni er ein serligur felags- skapur, tí býlingurin liggur uttan fyri Havnina. Tað er ein ræðuligt støða aftur at flyta tey, sigur Marjun. – Havnin vil hava alt, oljuvinnu og hvat veit eg, uttan fólk, sum ikki klára at útvega sær ein bústað sjálvi. Tað er óskiljandi, at politikarar vilja hava alt til Havnina uttan at síggja til, at hesi nógvu fólkini fáa nakað at búgva í. Marjun hevur aldri droymt um at fáa sítt egna heim, byggja ella keypa hús. Og hon ivast ikki í, at tey eru nógv, sum als ikki hava hug ella umstøður at fáa føtur undir egið borð. Sjálv hevur hon ongan møguleika at ogna sær eini hús. – Húsaprísirnir eru ikki til eina sum meg. Eg havi arbeiði og klári at gjalda eina rímiliga leigu, men eg havi hvørki hug ella um- støður at keypa hús. Leigar tú stendur tú nógv fríari. Vórðu íbúðarbygningar bygdir, kundu vit leigað so leingi okkum lystir. Akk- urát sum aðra staðni, har fólk leiga somu íbúð alt teirra lív. Hendir einki í dag ella næstu dagarnar, fara Marj- un og børnini til Danmark- ar, har hon hevur vinir og familju. – Í løtuni sær tann loysn- in út sum einasti møguleik- in. So fari eg fyrst niður, finni okkurt at búgva í, og so flyta vit øll. Fara vit til Danmarkar byrja vit av nýggjum, út á bygd í Føroy- um havi eg ikki hug at fara. Eg skal ikki mála umstøð- urnar í Danmark ljósareyð- ar, men har verður tú ikki blakaður á gøtuna í tíð og ótíð. Hinvegin havi eg fing- ið kaldliga móttøku á donskum kommunuskriv- stovum, tá ið eg havi sagt hvørji støðu eg eri í fyri at kanna, um tey hava ein bú- stað at vísa mær á. Óvirðilig framferð Tað eru fýra vikur síðani, at Marjun varð uppsøgd úr húsunum. Leigusáttmálin sigur ein mánaða uppsagn- artíð. Frá útleigaranum hevur Marjun av fyrstan tíð fingið at vita, at hon kann leiga í nógv ár. Talan kundi verða um eini 5-10 ár. Men meðan hon var í Danmark í mars vórðu húsini seld utt- an Marjun varð ávarað. Fólk hava verið inni í hús- unum og hugt uttan at hon visti av, og tað er ein ógvu- liga ódámlig framferð, heldur hon. – Eg hoyrdi frá fólki, at húsini vórðu seld, ikki frá eigaranum. Tað bar ikki til, helt eg, men tá ið eg ringdi til hann, segði hann sum var og eg varð uppsøgd. Marjun Joensen hevur kært framferðina í upp- søgnini til leigunevndina. – Í skrivi til leigunevnd- ina havi eg greitt frá, hvussu eg eri uppsøgd og hvussu húsini eru seld uttan at eg havi fingið tað at vita. Eg frásigi mær uppsøgnina, bæði fyri at vísa á, at fram- ferðin er óvirðilig, og sjálv- sagt fyri at bjarga mær og børnum mínum í hesi ræðuligu støðuni, vit eru í. Nú fái eg at vita, kæran skal vera leigunevndini í hendi tvær vikur eftir, at upp- søgnin er móttikin. Hetta visti eg ikki, og eg var ein dag ov sein. Tað er láturligt. – Á býráðnum havi eg fingið at vita, at leigu- nevndin kann ikki koyra meg út uttan at hava annan bústað at vísa mær á, með- an leigunevndin sigur, at tað kann hon. Leigunevnd- in sigur eisini, at leigusátt- málin hjá mær er ógildigur, tí hann er ikki góðkendur hjá teimum, og hetta fær eigarin bót fyri. Hvat hendir fríggjamorg- unin 1. juni? – Eg bíði til fútin kemur at blaka meg út. Áheitan Í bløðunum í morgin sókn- ast Marjun Joensen eftir fólki, sum eru í somu støðu sum hon. Hon vil fegin koma í samband við so nógv sum til ber soleiðis at tey í felag kunnu gera nak- að fyri at basa stóru bústað- arneyðini í Havn. – Mær vitandi eru vit ógvuliga nógv, sum ikki klára at útvega eina íbúð ella okkurt at búgva í. Men føroyingar eru býttliga stoltir. Fá tora at vísa, at tey eru í neyð. Heldur vísa tey úteftir, at alt er í fínasta lagi. Men tú fært einki burt- ur úr at halda hesa mask- una. Ístaðin eiga vit at við- ganga, hvørji støðu vit eru í og gera nakað við trupul- leikan, og nú er tíðin komin at langa nevan í borðið, bróta upp um ermar og gera nakað. Ætlanin er so at trýsta á røttu myndugleik- arnar fyri at fáa eyguni hjá teimum upp fyri ræðuligu støðuni nógv við mær eru í, sigur Marjun Joensen at enda í viðtali. Einlig mamma heimleys við fýra børnum - Tað ringasta í allari neyðini er, at børnini hvørja ferð vit flyta skulu rívast upp við rót. Hvørja ferð skulu tey laga seg til eitt nýtt øki, fáa nýggjar vinir, og kanska nýggjan skúla, sigur Marjun Joensen, her avmyndað saman við sjey ára gomlu dóttrini, Mariu Mynd: Jens Kristian Vang fríggjadagin 25. mai 2001 kl. 11.00. Fundarluttakarar: Fyri Vestmanna skúla: Jó- annes Fonsdal, skúlastjóri, Augusta E. Petersen, varaskúlastj., Kirsten Simonsen, varaskúlastj., Gyðja Hjalmarsdóttir, álitisfólk Fyri Mentamálastýrið: Tór- bjørn Jacobsen, landsstýris- maður, Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri, Janus Jensen, undirvísingarleiðari, Poul Nolsøe, løgfrøðingur. Landsstýrismaðurin hevði biðið um fund við skúla- leiðsluna í Vestmanna skúla til tess at fáa eina frágreið- ing um ein tíðindafund mikudagin 23. mai. Skúlin hevði á tíðindafundinum greitt fjølmiðlunum frá støðuni viðv. tímatillutanini komandi skúlaár. Hóast landsstýrismaðurin ikki var komin, varð fundur- in settur, og greitt var frá, hví skúlaleiðslan í Vest- manna var boðin at koma til fundar. Skúlaleiðslan fekk høvi til at lýsa síni sjónar- mið. Skúlastjórin vísti á, at Mentamálstýrið í skrivi, dagfest 5. mars 2001, havði fingið eina kunning úm støðuna í skúlanum kom- andi skúlaár við atliti at tímatørvi, næmingatali, flokkatali, næmingum við trupulleikum av ymiskum slagi o.ø. Skúlastjórin segði, at hann hevði roknað við, at hædd fór at verða tikin fyri hesum í sambandi við tíma- tillutanina til komandi skúlaár. Tá ið skúlin so um teldu fekk at vita tímatalið t. 8. mai, so var hann skjótt komin eftir, at við tillutaða tímatalinum, so fekk skúlin ikki givið næmingunum ta undirvísing, sum teir sam- bært lóg og kunngerðir høvdu krav uppá. Hann hevði so sett seg í samband við undirvísingarleiðaran í Fólkaskúladeildini, sum hevur tímabýti um hendi, og greitt hesum frá støðuni. Skúlastjórin varð tá biðin um at gera eitt tímabýti við so nógvum sparingum, sum hann helt vera forsvarligar og síðan senda Fólkaskúla- deildini hetta til viðgerðar. Men eftir at hava hugsað seg um, so hevði skúlastjórin gjørt av at síggja burtur frá hesum og hevði ístaðin sent Mentamálastýr-inum eitt uppskot um tímabýti uttan at hugsa um at gera skerjingar av nøkrum slagi. Hetta upp- skot var sent Fólkaskúla- deildini fríggjadagin t. 18. mai. Málið skuldi verða viðgjørt í Mentamálastýr- inum, men mikudagin 23. mai skipaði Vestmanna skúli fyri tíðindafundi við fjøl- miðlarnar um støðuna viðv. tímabýtinum. Umboðini fyri Vestmanna skúla søgdu, at endamálið við tíðindafundinum var at vísa á ónøgd við tímatillut- anina. Á umrødda tíðinda- fundi var sagt, at Vestmanna skúli komandi ár fór at flyta tímar frá kristni, føroyskum og rokning til tær skapandi lærugreinirnar t.e. handa- verk og list. Sagt var, at hetta skuldi skiljast sum ein ”provokatión” til tess at fáa politikkarar, myndugleikar og foreldur at vakna, so- leiðis at okkurt varð gjørt við hetta. Umboðini fyri Menta- málastýrið søgdu, at hóast skúlarnir áttu at hava fingið tímarnar til komandi skúlaár í mars í ár, so hevði ikki borið til at gjørt nakað tímabýti fyrr enn Fólka- skúladeildin hevði fingð at vita endaligu játtanina til komandi skúlaár. Hóast Mentamálastýrið hevði søkt um eykajáttan í góðari tíð, so vóru fíggjarligu viður- skiftini ikki komin upp á pláss fyrrenn 3. mai., og síðan var tímatalið sent skúlunum um telduna so skjótt, sum til bar. Viðmerkt var eisini, at hóast søkt var um góðar 8. mill kr. í eykajáttan, so var bert uml. helvtin av hesum játtað. Í sambandi við tíma- tillutanina til skúlarnar, so hevði tó dentur verið lagdur á at skerja hana so lítið sum møguligt í mun til verandi skúlaár. Sum fyrr nevnt, so var skúlastjórin í Vestmanna skúla biðin um at senda stýrinum eitt tímabýti t. 18. mai. Ætlanin var so at við- gera hetta saman við skúl- anum við atliti at sparingum og einari møguligari eyka- játtan av tímum. Sagt var, at hetta hevur verið vanlig mannagongd í slíkum førum. Tað tyktist tí ikki sørt løgið, at Vestmanna skúli fór í fjølmiðlarnar at kæra sína neyð um vantandi tímar, áðrenn viðgerðin av tíma- býtinum og avgerðin um møguliga at játta Vestmanna skúla fleiri tímar var tikin. Umboðini fyri Menta- málastýrið løgdu dent á, at skúlaleiðarar kunnu úttala seg um øll viðurskifti, men at ávís mørk eru fyri, hvussu langt fólk í almennum størvum kunnu loyva sær at fara í hesum sambandi. Víst var á, at tað ikki kann vera rætt at broyta tímatalvuna við tí endamáli at fáa eina reaktión frá foreldrum. Hetta er skeiv mannagongd. Viðvíkjandi tímajáttanini til Vestmanna skúla kom- andi skúlaár, so var víst á, at hon er á nøkurlunda sama støði, sum hon hevur verið tey seinastu árini. Umboðini fyri Menta- málastýrið vístu eisini á fleiri møguleikar við atliti at sparingum eitt nú við sam- lestri í ávísum fakum og flokkum o.a., men hetta vann ikki frama. Skúlastjór- in segði, at skuldi tímabýtið gerast øðrvísi, so skuldi tað gerast í Mentamálstýrinum. Umboðini fyri Mentamála- stýrið vístu her á, at upp- gávan hjá skúlaleiðsluni er at skipa skúlans virksemi, og herímillum at gera tær neyðugu prioriteringarnar, tá ið talan er um tímabýtið. Umboðini fyri Menta- málastýrið undirstrikaðu, at arbeiðið hjá skúlaleiðsluni er at skipa virksemi á tí ein- staka skúlanum, meðan landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av tí samlaða fíggjarkarminum fyri fólka- skúlan og virkseminum í hesum sambandi. Umleið kl. 11.55 kom landsstýrismaðurin á fundin. Hann segði, at hann bert hevði biðið um fund við skúlaleiðsluna í Vestmanna og ikki skúlaleiðslu saman við álitisfólki. Deildarstjórin heitti síðan á álitisfólkið um at fara av fundinum. Av tí at spreingiarbeiði fór fram uttan fyri Mentamála- stýrið, so var fundurin slitin eina løtu og síðan tikin upp- aftur á skrivstovuni hjá landsstýrismanninum. Skúlastjórin greiddi nú landsstýrismanninum frá umrøddu viðurskiftum í sambandi við tímajáttanina hjá Vestmanna skúla. Um- boðini fyri Mentamálastýrið kunnaðu landsstýrismannin um gongdina í tímabýtinum til Vestmanna skúla seinastu árini. Landsstýrismaðurin vísti á, at hann skilti ikki, hví Vestmanna skúli var farin í fjølmiðlarnar við hesum, tá ið tímatalið til skúlan var so lítið broytt í mun til seinastu nógvu árini. Hann helt, at hetta lættliga kundi skiljast soleiðis, at her vóru eisini orsøkir av politiskum slagi, ið lógu aftanfyri. Hetta var avsannað av um- boðunum fyri Vestmanna skúla. Tá tosið fall á umrøddu prioritering av lærugreinun- um í Vestmanna skúla kom- andi skúlaár stóðst mikil orðadráttur millum lands- stýrismannin og umboðini fyri Vestmanna skúla. Av tí, at málburður landsstýris- mansins í hesum sambandi var so ógvusligur, reistist annar av varaskúlastjór- unum og segði, at fólk vóru á hesum fundinum, sum kundu vitna, at hon hevði sagt, at eingi politisk motiv vóru aftan fyri tiltøkini hjá Vestmanna skúla. Hon segði, at hon vildi ikki standa modell til tílíkan málburð og fór av fundin- um. Samstundis reistist hin varaskúlastjórin, meðan hon var í orðadrátti við lands- stýrismannin og fór á dyr. Skúlastjórin var sitandi eftir eitt lítið bil, men handaði so landsstýrismanninum eitt skjal og fór síðan av fund- inum. Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri Poul Nolsøe, fulltrúði Janus Jensen, undirvísingarleiðari Mentamálastýrið: Frágreiðing um fundin í Mentamálastýrinum C M Y K 7 6