fríggjadagur 1. juni 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 103 - 1. juni 2001
Nr. 103 - 1. juni 2001
9
gult8 cyan8 magenta8 svart8
gult9 cyan9 magenta9 svart9
TÍÐINDASKRIV
KFUM-skótarnar
2. hvítusunnudag skipa
KFUM-skótarnir
fyri
Fagnaðardegi á Skótadepli-
num á Selatrað, har skóta-
familjur og øll áhugað eru
vælkomin.
Fagnaðardagurin hevur
verið eitt fast tiltak á
skránni hjá KFUM-skótun-
um seinastu árini. Enda-
málið er at fáa til vega pen-
ing til íløgur á deplinum;
men eisini at skipa fyri
einum degi fyri børn, for-
eldur og onnur áhugaði, har
tey síggja teir góðu møgu-
leikar, sum KFUM-skótar-
nir kunnu bjóða á Skóta-
deplinum á Selatrað.
Á skránni verða fleiri
tiltøk, sum skótabólkarnir
kring landið skipa fyri. T.d.
verður fiskibrunnur, forða-
renning, primitiv matgerð,
skjótibreyt, klintriveggur,
21-spæl, tombola, kondi-
bingo og kaffisøla.
Um
hvítusunnuna
er
eisini LPK, sum er lands-
patrúljukappingin
hjá
KFUM-skótunum, so tey
vitjandi fáa eisini møgu-
leika at verða við til at
heiðra vinnandi patrúljuna
á LPK-2001.
Fagnaðardagurin verður
4. juni – 2. hvítusunnudag
kl. 13.00 – 17.00.
Skipað verður fyri báta-
sambandi mill-
um Hósvík og
Selatrað, so
ikki er neyð-
ugt at koyra so
langt hjá teimum,
sum koma út
Havnini.
Vit
vóna at fleiri
vilja unna
sær ein
góðan dag
á Selatrað 2.
hvítusunnudag
– við allari
familjuni.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, er enn einaferð í
eldinum við einum trúverdigheitsspurningi, har hann
beinleiðis sigur skúlafólki við drúgvum royndum í
skúlans tænastu, at tað tey siga ikki er satt. Og so sigur
hann eisini fyri aðru ferð innan stutta tíð, at Sosialurin
sigur ósatt.
Fyrru ferð var fyri einum hálvum ári síðani, tá lands-
stýrismaðurin av sínum eintingum avsegði grundlógar-
dagin. Í kjalarvørrinum av hesum óvanliga politiska stigi
kallaði hann løgmann ein danskan leigusvein.
Hesa søguna handfóru vit hendan dagin, og varð hon
forsíðusøgan. Og her er bakgrundin fyri, hví vit júst valdu
hesa søguna:
Tá ein redaktión hevur úttalilsi frá einum landsstýris-
manni, sum kallar ein sjálvstýrisløgmann fyri ein danskan
leigusvein, og hesi úttalilsi enntá finnast á bandi, so er
hetta ein viðkomandi søga.
At onkur kann fáa hetta til eina flokspolitiska herferð, fáa
vit einki gjørt við, men sum journalistisk søga er hetta
tilfar, sum ikki kann tigast burtur.
Sosialurin hevði onga grund til at trúgva, at Tórbjørn
Jacobsen ikki var maður fyri sín hatt og stóð við tað, hann
segði.
Men stutt eftir at blaðið varð komið á gøtuna, kom eitt
tíðindaskriv frá Tórbjørni, har hann avsannaði alt, sum
stóð í blaðnum. Akkurát á sama hátt sum nú við leiðsluni
í Vestmanna skúla.
Tá trein hann fyrstu ferð fram á pall og segði, at tað sum
hann hevði sagt, tað hevði hann ikki sagt. Í dag stendur
hann fram aftur og sigur, at tað sum leiðslan í Vestmanna
Skúla og Sosialurin siga um fundin við Tórbjørn, er ósætt.
Enntá fyri opnari mikrofon á sama hátt sum fyrstu ferð, tá
alt Føroya Fólk fekk at hoyra við egnum oyrum, at tað ikki
altíð er satt, tað sum Tórbjørn førir fram. Og so plaga vit
at siga, at fáur lýgur meira enn helvtina.
At blanda flokspolitikk upp í, tá ein hevur rópt seg fastan,
tað er ikki annað enn ein ómansligur máti at sleppa sær
undan ábyrgd og at vaska síni egnu mistøk upp í onnur.
Vanligur fólkasiður er sjálvur lunnurin undir allari
heimsins mentan, og dugir mentamálaráðharrin ikki
vanligan fólkasið, so er hann ómentaður, og tá hava Høgni
og Anfinn ein sváran trupulleika at dragast við.
Sleppur landsstýrismaðurin í menta- og skúlamálum at
lúgva fyri opnari mikrofon fyri øllum Føroya Fólki,
hvussu skulu vit tá hava at okkara børnum, tá tey siga
ósatt. Vit hava her ein trupulleika, sum hevur við sjálva
sálina í okkara samfelag at gera.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ómentaður
mentamálaráðharri
VIÐMERKINGAR
Grindadráp
Heri Mohr
Fyri stuttari tíð síðani hevði
SvF tey tíðindi, at lands-
stýrismaðurin, sum hevur
føroyska mentan í hondum,
hevði keypt ein málning
eftir Mikinesmálaran fyri –
minnist meg rætt – eina
kvart millión, og um vit
leggja MVG afturat prís-
inum, so hevur málningurin
kostað 312.500 krónur.
Vit sóu og hoyrdu, at
talan er um eina mynd við
grindadrápsmotivi,
og
skemtiliga varð sagt, at
málningurin kanska skal
hanga á einum ávísum
veggi í mentamálastýrinum
undir liðini á einum koll-
veltingarmanni og idoli úr
Argentina.
Annað fingu vit ikki at
vita.
Nú er tað soleiðis, at
okkara navnframi lista-
maður
Mikines
málaði
fleiri málningar við motivi
frá grindadrápi. Í bókini
»S. Joensen-Mikines, Fær-
øernes maler, hans kunst og
miljø«, sum Ernst Mentze
skrivaði og gav út í 1973,
framgongur, at longu í
1932 »fuldførte han et
første mindre arbejde med
dette motiv«, sum tó ikki
hevur nakað tilknýti til teir
stóru grindadrápsmálning-
arnar málaðir í 1942 í St.
Kongensgade
í
Keyp-
mannahavn: »Det første af
disse billeder blev erhver-
vet af grosserer Jacob Dahl,
i hvis eje det var til Maj
1961, da det ved auktion
blev erhvervet af »Det store
nordiske Telegrafselskab«,
der i anledning af åbningen
af den ny kabelforbindelse
mellem Skotland og Fær-
øerne – hvorved Færøerne
fik sin første telefonfor-
bindelse til Vesteuropa –
skænkede Mikines-billedet
til det færøske Lagting. Det
skete den 23. januar 1962. I
dag
smykker
billedet
mødesalen i tinghuset i
Tórshavn. Et andet arbejde
med samme motiv blev er-
hvervet af skuespillerinden
Else Højgaard«. – Hon
livdi eins og S. Joensen-
Mikines 1906-1979. – »Af
de nævnte to arbejder er det
første (på tinghuset) så av-
gjort det værdifuldeste – et
betagende
kunstværk,
bygget op med en kraftfuld
rytme i kompositionen og
udstrålende en djævelsk
råhed og barbarisme…«
Í bókini MIKINES, sum
Emil Thomsen/Bárður Ják-
upsson góvu út í 1990,
síggja vit (Hendingarøð
235/235), at grindadráps-
málningar koma fyri í
1942, 1944, 1945, 1946,
1956, 1958 og 1959. Ernst
Mentze vil vera við, at
málningurin 1956 »i skøn-
hed og dramatik kommer
meget nær de tidligere med
samme motiv fra 1942«.
Í stuttum hava vit her
fingið at vita eitt sindur um
tveir av grindadrápsmáln-
ingunum hjá Mikinesi, og
hvussu tað bar til, at teir
gjørdust almenn ogn.
Nú er so eitt triðja »dráp«
komið fyri ein dag, og løgið
er tað, at okkara fjølmiðlar
ikki hava víst hesum eitt
sindur
óvanliga
keypi
áhuga, tí tað átti ikki at
verið meira enn rímiligt og
natúrligt, at vit skattaborg-
arar, sum hava goldið met-
stóra upphædd fyri máln-
ingin, fingu eitt og annað at
vita um listaverkið og so-
leiðis givið tí sjálvsagdan
og óivað áhugaerdan identi-
teg:
– Nær er myndin málað?
– Hvussu stórur er máln-
ingurin?
– Hvør hevur átt málning-
in?
– Á hvørjari uppboðssølu
varð hann keyptur?
– Var áhugin stórur á upp-
boðssøluni?
– O.s.fr.
Kanska rætti viðkomandi
(keyparin?) kundi greitt
okkum eitt sindur frá hes-
um.
Fagnaðardagur á Selatrað
VIÐMERKINGAR
Javnaðarflokkurin
Føroya Skipara- og Na-
vigatørfelag og Maskin-
meistarafelagið
hava
heitt á Javnaðarflokkin
um at greiða frá støðu
floksins til framferðina
hjá Fíggjarmálastýrin-
um
í
málinum
um
Teistan og Brimil.
• Javnaðarflokkurin fer
á ongan hátt at góð-
taka, at samráðingar-
rætturin verður skerd-
ur ella tikin frá pørt-
unum á arbeiðsmarkn-
aðinum.
• Javnaðarflokkurin
átalar
harðliga,
at
landsstýrið gjøgnum
fútarættin roynir at
troka arbeiðsrætt inn á
føroyska arbeiðsmark-
naðin.
Við at biðja Fútarættin
døma í sáttmálatrætuni
millum
manningar-
feløgini og fíggjarmála-
stýrið, hevur landsstýrið
tikið ókreinkiliga sam-
ráðingarrættin frá fak-
feløgunum
og
uttan
teirra luttøku latið upp í
hendurnar
á
einum
”donskum”
dómara
einsamøllum at gera av,
hvussu fakfelagsviður-
skiftini í Føroyum skulu
avgerast.
Hetta er enn grovari
álop á fakfelagsrørsluna,
enn ein Arbeiðsrættur
hevði megnað.
Um
landsstýrið
á
henda hátt vil noyða
Arbeiðsrættin ígjøgnum,
so skal greitt og týðilga
sigast frá, at vit í Javn-
aðarflokkinum fara at
gera alt, sum stendur í
okkara makt, fyri polit-
iskt at forða samgonguni
á slíkan hátt at skerja
rættindini hjá løntakaru-
num á føroyska arbeiðs-
marknaðinum.
Bæði Javnaðarflokk-
urin og fakfeløgini hava
víst á møguleikan at
skipa ein víðkaðan gerð-
arrætt at taka sær av
trætum, sum í sáttmála-
skeiðnum kunnu stinga
seg upp millum partar-
nar á arbeiðsmarknað-
inum.
Vit ásanna, at ein
víðkaður gerðarrættur
kann vera neyðugur í
ávísum førum. Men vit
góðtaka als ikki, at
arbeiðsgevarar í tíð og
ótíð lata rættarskipanini
upp í hendur at avgera
trætur, sum eiga at
loysast við samráðing-
um millum partarnar.
At eingin sáttmáli enn
er
gjørdur
millum
Fíggjarmálastýrið
og
partar av manningunum
á Brimli og Teistanum er
bæði synd og skomm, tí
sjálvsagt skuldu allar
sáttmálasamráðingar
verið loknar, áðrenn
skipini vóru klár at fara í
sigling.
• Javnaðarflokkurin
krevur, at Fíggjar-
málastýrið beinanveg-
in tekur málið um
Teistan úraftur fúta-
rættinum.
Samstundis
heitir
Javnaðarflokkurin
á
manningarfeløgini
og
Fíggjarmálastýrið
um
við samráðingum at fáa
enda á sáttmálatrætuni,
so manning, ferðafólk
og vinna sleppa at brúka
tann stásiliga Teistan.
Góðtaka ikki, at
samráðingarrætturin
verður skerdur
Eyðun Elttør,
landsstýrismann í olju- og
umhvørvismálum
Herfyri bóru bæði føroyskir
og altjóða fjølmiðlar tíðindi
um, at landsstýrið hevur
biðið Danmark tikið fyri-
varni fyri Føroyum í sam-
bandi við donsku staðfest-
ingina av Kyoto sáttmálan-
um um útleiðingar av
vakstrarhúsgassum.
Havt hevur verið á lofti,
at við oljuvinnuni fyri dur-
um, og harvið eini hækking
av CO2 útlátinum, ynskja
vit ikki at binda okkum at
skerja útlátið av vakstrar-
húsgassum. Tískil verða vit
sett í bás við USA, sum
hevur tikið endaliga avgerð
um ikki at seta Kyoto sátt-
málan í gildi. Hetta meti eg
vera eina óhepna saman-
bering, tí enn hava Føroyar
bara tikið eina fyribils
støðu.
Sáttmálin um
veðurlagsbroytingar
Hóast flestu fólk eru greið
yvir, at størri og minni
broytingar í verðurlagnum
koma fyri, er ein stórur
partur av heimsins veður-
lagsserfrøðingum í dag tó á
einum máli um, at vaksandi
útlátið av vakstrarhúsgass-
um, serliga CO2, fer at føra
til varandi veðurlagsbroyt-
ingar.
Í viðurkenning av hesi
hóttan var Rio de Janeiro í
1992 vertur fyri eini ráð-
stevnu, hvørs ítøkiliga úr-
slit m.a. var ein sáttmáli um
verðurlagsbroytingar – tann
sonevnda
klimakonven-
tiónin, sum varð undir-
skrivað av meir enn 150
londum. Endamálið er at
skapa eina legu fyri út-
leiðingum av vakstrahús-
gassum, sum tryggjar, at
ávirkanin á veðurlagið ikki
gerst vandamikil fyri okk-
um ella komandi ættarlið.
Sáttmálin kom alment í
gildi í 1994, umleið eitt ár
eftir at Føroya Løgting
hevði samtykt, at sáttmálin
eisini skuldi galda fyri
Føroyar.
Sáttmálin áleggur m.a.
pørtunum at fáa til vega
hagtøl yvir útlát av CO2 og
øðrum vakstrarhúsgassum.
Í Føroyum hava vit onki
yvirlit yvir hesar útleiðing-
ar, bert nakrar fáar upp-
gerðir, sum í stóran mun
eru grundaðar á innflutn-
ingin av brennievnum, og
sum ikki eru nøktandi, tá ið
vit skulu gera metingar av, í
hvøn mun vit kunnu skerja
okkara
útleiðingar
av
vakstrarhúsgassum.
Kyoto sáttmálin
Tað gjørdist skjótt greitt, at
málini í sáttmálanum um
veðurlagsbroytingar, sum
greitt er frá omanfyri, ikki
vóru nóg víttfevnandi. Á
eini ráðstevnu í Kyoto í
1997 varð ein ískoytissátt-
máli undirskrivaður, sum
bindur partarnar at skerja
teirra
útleiðingar
av
vakstrarhúsgassum við í
meðal 5% grundað á útlátið
í 1990. Málið skal náast í
tíðarskeiðnum 2008-2012.
Danmark hevur vegna
ríkið bundið seg at lækka
útlátið við 8%. Um fyri-
varni ikki verður tikið fyri
Føroyum í sambandi við
donsku ígildissetanina av
Kyotosáttmálanum í 2002,
er bindingin eisini galdandi
fyri Føroyar.
Í hesum sambandi kann
nevnast, at Kyoto sáttmálin
loyvir nøkrum londum at
hækka teirra útlát, t.d.
kunnu Noreg, Svøríki og
Ísland hækka útlátið við
ávíkavist 1%, 4% og 10%.
Lat meg gera greitt, at tað
ikki er vantandi føroysk
umhvørvisábyrgd,
sum
forðar okkum í at staðfesta
Kyoto sáttmálan. Áðrenn
vit binda okkum til henda
sáttmálan, eiga vit at fáa
eitt haldgott yvirlit yvir
útleiðingarnar av vakstrar-
húsgassum
í
Føroyum
seinnu árini. Ein náttúrligur
partur av hesum arbeiði er
eisini at meta um, hvussu
ein møgulig oljuvinna fer
at ávirka CO2 útlátið í
Føroyum.
Ídnaðurin hevur seinnu
árini sett nógva orku av til
at menna tøkni, sum kann
minka
um
útlátið
av
vakstrarhúsgassum,
og
framstig eru gjørd á økin-
um. Eisini oljuvinnan ar-
beiðir framhaldandi fyri at
minka um CO2 útlátið í
samband við oljufram-
leiðslu. Í hesum sambandi
er vert at nevna, at olju-
málastýrið leggur dent á, at
oljuvinnan brúkar fram-
komna og umhvørvisvinar-
liga tøkni til virksemið á
landgrunninum.
Føroyar og Kyoto
Eg meti, at grundarlagið í
løtuni er ov veikt at taka
støðu til, hvørt Kyoto sátt-
málin skal setast í gildi í
Føroyum. Vit mugu fyrst
hyggja nærri at, hvussu
ásetingarnar í Kyoto sátt-
málanum kunnu sameinast
við ætlanirnar um eina før-
oyska oljuframleiðslu.
Í løtuni verður kannað,
hvussu arbeiðið við at fáa
til vega hagtøl best kann
skipast.
Oljumálastýrið
hevur verið í samband við
útlendskar stovnar fyri at
kanna møguleikan fyri
ráðgeving um málið. Av-
gerð verður um stutta tíð
tikin um, hvussu henda
uppgáva skal leggjast til
rættis.
Mín ætlan er eisini at
kanna møguleikarnar sum
liggja í Kyoto sáttmálanum,
t.d. fyri keyp av kvotum og
aðrar serligar reglur sum
eru galdandi. Vísir tað seg
at bindingarnar í sáttmál-
anum ikki seta nakra
veruliga forðing fyri olju-
framleiðslu,
kunnu
vit
verða við í globala arbeið-
inum at minka um CO2
útlátið, samstundis sum
okkara vinna kann menn-
ast.
Okkara størsti trupuleiki
í hesum sambandi er, at
Føroyar eru eitt lítið land.
Tískil vilja einstakar verk-
ætlanir, sum innibera eitt
stórt útlát av vakstrar-
húsgassum, t.d. oljufram-
leiðsla, hava eina stóra
ávirkan á samlaða útlátið.
Tað er neyvan gjørligt at
loysa henda trupulleika við
at skerja útlátið frá øðrum
pørtum av samfelagnum.
Tær avmarkingar vit kunnu
seta í verk innan t.d.
orkuframleiðslu, upphiting
av húsum ella ferðslu muna
ov lítið sammett við tann
vøksturin í útlátinum, sum
ein møgulig oljuvinna kann
elva til. Í dag nýta vit longu
umhvørvisvinarligar orku-
keldur, t.d. koma um 40%
av okkara streymfram-
leiðslu frá vatnorku. Hesin
parturin kann gerst størri,
um aðrir orkumøguleikar
so sum vind- og alduorka í
framtíðini verða tikin í
nýtslu í Føroyum.
Ísland hevur ein líknandi
trupulleika. Tey hava eitt
lutfalsliga lágt útlát av
gassum, av tí at ein stórur
partur av orkunýtsluni í
Íslandi stavar frá um-
hvørvisvinarligum orku-
keldum, so sum jarðarhita.
Tískil vilja verkætlanir við
stórum útlátum, eins og
t.d.
okkara
oljuvinna,
beinanvegin síggjast aftur í
hagtølunum
sum
ein
vøkstur - og kunnu sum
meginregla ikki setast í
verk innan Kyoto sátt-
málan. Ísland hevur av hesi
orsøk støðugt arbeitt fyri
serstøkum reglum fyri lond,
sum eru í eini líknandi
støðu.
Tá vit hava fingið eitt
fullgott yvirlit yvir okkara
útlát og hava fingið innlit í
møguleikarnar, ið liggja í
Kyoto sáttmálanum, her-
undir hvussu vit kunnu
skipa okkara vinnu í fram-
tíðini, verða vit vónandi til
reiðar at gerast partur av
Kyoto sáttmálanum.
Kyoto sáttmálin - forðingar ella møguleikar
Flemming Mikkelsen,
løgtingsmaður
Hóast nógvar atfinningar
vóru móti uppskoti Sam-
bandsfloksins um ser-
skatting av hjúnum, so
vóru tó nøkur, sum sóu
tað skilagóða í uppskotin-
um og fingu tað samtykt.
Uppskotið, um serskatting
av hjúnum, sum Flemming
Mikkelsen, vegna Sam-
bandsflokkin, legði fyri
løgtingið, hevur vakt ans
bæði fyri og ímóti.
Atfinningar
Í fyrstu atløgu var tað
samgongan, sum ikki kundi
semjast
um
uppskotið,
hóast tað var fult í samsvari
við teirra egna samgongu-
skjal.
Síðani gjørdi Javnstøðu-
nevndin vart við seg, og
fanst hvassliga at uppskot-
inum við tí ómotiveraðu
yvirskriftini, at her var
talan um eina serliga
skattalóg fyri giftar menn,
og fastlæsing av kvinnum.
Teimum á baki kom
Kvinnusamskipan Føroya,
sum harliga fanst at ætlan-
ini at geva hjúnum serlig
skattarættindi, bara tí tey
eru gift.
Gevur valmøguleikar
Hóast alt hetta negativa,
vóru tað onnur, sum sóu
nakað positivt í málinum,
og sum tordu at gera vart
við seg. Hesi søgdu sína
hugsan
um
tær
sam-
felagsbroytingar, fram eru
farnar í seinnu helvt av nú
farnu øld, eisini innan
familjuna, har foreldur, um
tey vilja tað ella ikki, eru
noydd at vera í vinnu, fyri
at klára dagin og vegin.
Hesi mettu, at uppskotið
var gott, tí hjún (serliga við
børnum), eftir hesum fáa
ein valmøguleika, um so
er, at fíggjarligir møgu-
leikar eru fyri, at annað av
foreldrunum kann vera
heima og ansa børnunum.
Nú áliggur tað lands-
stýrismanninum í skatta-
málum at tilevna eitt lógar-
uppskot, sum er í samsvari
við uppskotið, sum løg-
tingið samtykti.
Serskatting av hjúnum
C
M
Y
K
9
8