Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti Teir seku: • MZ: Flóttafólk og statsleysur palestini við foreldrum úr Sýria. 34 ár, lýstur sum sera trúgvandi og í Vollsmose eisini kendur við eyknavninum »lítli imamur«. Hann er giftur og nýliga vorðin pápi. Hesin fekk eina revsing á 11 ár. • AA: Upprunaliga dani, umvendur til Islam. 32 ár og íðin skribentur av lesarabrøvum. Hesin fekk fýra ár, tað var roknað við, at hann ikki hevði ein so týðandi leiklutin í ætlanunum. • AK: Irakiskur kurdi. Uml. 21 ár. Lesur til »social- og sundhedshjælper«. Hesin fekk eina revsing á 11 ár og varð útvístur úr landinum. angsmáli í Danmark Umstríddi loyniagenturin LH »Hetta málið vísir hvussu, brúk av keldum og, í summum førum agentum, er sera avgerandi.« Millum danir hevur málið gingið sína gongd líka síðan handtøkuna fyri einum ári síðan. Í rættarsalinum hevur alt málið hingið á trúvirðinum hjá LH. Men áðrenn nevningarnir fóru afturum at atkvøða, slegði dómarin fast, at trúvirðið hjá PET-agentinum LH var heilt í ordan. Og hann viðmerkti eisini, at LH var »ein góður samfelagsborgari«. Sambært Politiken hevur hesin LH frá fyrstantíð set seg í samband við PET, eftir at hava hoyrt islamistiskar útsagnir, »ið hann ikki kundi liva við«. Loyniagenurin hevur goldið og heintað tilfarið til at gera spreingievni og hann fann eisini eitt stað at royndarspreingja bumbutilfarið. Verjarnir ákæra »Lars« fyri m.a. at hava eggjað hinum til at gera nakað, sum teir ongantíð annars høvdu gjørt. Hinvegin siga ákærarnir og »Lars«, at hann gjørdi hetta, tí teir høvdu biðið hann. Ákærarnir hava eisini undir rættarmálinum víst á, at hinir ákærdu arbeiddu sjálvir við ætlanunum, tvs. uttan hjálp frá loyniagentinum. T.d., at »Lars« ikki kendi til framleiðsluháttin av spreingievninum TATP. Sambært Politiken fekk »Lars« íalt 54.000,- frá PET fyri hansara arbeiði, harafturat varð hansara billán á 30.000 innfríað av PET. Danski høvuðsstaðurin, Keypmannahavn – í tímanum eftir sólsetur. Tríggir ungir mans vórðu í novembur funnir sekir í søguligum donskum yvirgangsmáli