Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 8 - 11. januar 2008 Í teimum seytjan val­ skeið­unum, sum hava verið­ síð­ani 1948, hevur Sjálvstýrisflokk­ urin veirð­ partur í teimum 13. Fólka­ flokkurin er næstur við­ 12, með­an Javn­ að­arflokkurin og Sam­ bandsflokkurin hava verið­ í 10 samgongum POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Síðani Føroyar fingu heima­ stý­ri í 1948 hava verið 17 løgtingsvalskeið, og vit kun­ du sagt seytjan samgongur. Men tað er kortini ikki rætt, tí samgongur hava nakrar ferðir verið broyttar í einum valskeiði, hóast tað ongantíð er hent, at ein samgonga er farin frá, og ein onnur hevur tikið við, uttan at ný­val hev­ ur verið útskrivað. Síðani 1948 hava vit fimm ferðir havt løgtingsval í ótíð, tað var í 1980, 1990, 1994, 1998 og í 2004. Tó skal sigast, at í 1980, í 1990 og í 2004 varð val útskrivað, tá valskeiðið var hálvrunnið, meðan tað í 1994 og í 1998 varð útskrivað fáar mánaðir fyri, at valið skuldi verið hildið. Tað er Sjálvstý­risflokkur­ in, sum hevur verið drúgvas­ ti samgonguflokkurin, hann hevur verið í 13 landsstý­ris­ samgongum. Tað er kanska ikki av ongum, at hann fyrr varð kallaður kittflokkurin, tí hann passaði til allar sam­ gongur, tí longu í 1962 hevði hann roynt samstarv við allar flokkar, meðan eitt nú Javnaðarflokkurin ikki fyrr enn eftir valið í 1974 royndi samstarv við Fólka­ flokkin og Tjóðveldisflokk­ in. Fólkaflokkurin er tann, sum hevur verið í næstflest samgongum. Hann hevur verið í 12 samgongum. Ser­ liga drúgvur hevur hann ver­ ið síðani 1988. Hann hevur seinastu 20 árini verið í samgongu í 17 ár. Marita Petersen segði upp samstar­ við millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin í 1993. Tá komu Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstý­rsflokkurin upp í samgonguna. Tá Javnað­ arflokkurin fór úr samgong­ uni hjá Edmund Joensen í 1996, tók Fólkaflokkurin kjansin og fór uppí. Javn­ aðarflokkurin roknaði helst við ný­vali, men úrslitið var, at Fólkaflokkurin fekk vald­ ið, og hann hevur sitið í samgongu síðani. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava báðir verið í samgongu 10 ferð­ir. Fyrstu árini sam­ starvaðu teir nógv. Teir vóru báðir í fyrstu samgonguni. Men í 1950 kastaðu Sam­ bandsflokkurin og Fólka­ flokkurin saman, men í 1958 rann saman aftur mill­ um Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Eftir valið í 1974 kom vátt í reiðrið – og flokkarnir funnu ikki saman aftur fyrr enn í 1994 – tá bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høv­ du skift formenn. Tjóðveldisflokkurin hev­ ur sitið í átta samgongum. Tjóðveldisflokkurin kom ikki í samgongu fyrr enn í 1962 – og hann slapp ikki aftur í samgongu fyrr enn eftir valið í 1974. Síðani tá hevur hann verið í fleiri samgongum. Framburðsflokkurin hjá Kjartan Mohr – seinni æt hann eisini Kristiligi Fólka­ flokkurin, var stuðulsflokk­ urin hjá sjálvstý­rislands­ stý­rinum í 1962 uttan at vera við í landsstý­rinum. Seinni hevði KrFFF sæti í samgonguni hjá Atla Dam í 1984­88. Men tá grein 266b var fyri í januar í 1988 fór KrFFF úr samgonguni, og Framsóknarflokkurin hjá Adolf Hansen kom í stað­ in. Verkamannafylkingin vara bara á tingi í val­ skeiðinum frá 1994 til 1998 – og var við í samgonunum – bæði tá Javnaðarflokkurin var við, og tá Fólkaflokkurin kom í hansara stað í 1996. Talvan omanfyri vísir, nær ymsu flokkarnir hava sitið í samgonu. Viðmerkjast skal, at vit ný­ta árstølini tá løgtingsval hevur verið – oftast var val í november, og næstan altíð varð farið um ársskiftið, áðrenn sam­ gonga var skipað – kortini ný­ta vit árstølini, tá løg­ tingsval var. Sjálvstýrisflokkurin drúgvasti samgonguflokkur Sambandsflokkurin gerst størsti flokkur og fær ein mann aftur­ at, með­an Tjóð­veldi og Fólkaflokkurin missa ein tinglim. Báð­ir teir smáu flokkarnir økja sítt tingmannatal. Javnað­­ arflokkurin gongur aftur, men varð­­veitir eitt óbroytt tingman­ natal VeLjaRaKannIng Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Tað eru ikki tey stóru sveiggini at hóma í ný­ggjas­ tu veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosial­ in, og tendensurin, sum vit hava sæð seinastu mánaðir­ nar, verður staðfestur. Samgongan varðveitir sín­ ar 21 tinglimir, hóast eitt lítið sindur av útskifting er. Fólkaflokkurin missir ein tinglim, og Sambandsflokk­ urin fær ein. Sambandsflokkurin stend­ ur til at fáa eitt gott val við 24 prosentum av atkvøðun­ um, sum er ein lítil fram­ gongd á 0,3 prosent. Stóri taparin á valinum um átta dagar verður Fólka­ flokkurin sambært kanning­ ini. Listi A hevur eina aftur­ gongd á heili 2,7 prosent og liggur nú á 17,9 prosentum. Standardsvarið frá fólka­ floksmonnum plagar at vera, at flokkurin vanliga ikki stendur seg væl í vel­ jarakanningum, og at aftur­ gongdin í veruleikanum kann vísa seg at vera min­ ni. Javnaðarflokkurin hevur eina afturgongd á 1,8 pro­ sent og fær 20,1 prosent, men varðveitir tó sjeynda mannin í tinginum. Javnaðarflokkurin situr sambært hesi kanningini á tí 33. mandatinum, og miss­ ir flokkurin hetta mandatið, fer tað helst til Tjóðveldi ella til Sambandsflokkin. Miðnámsflokkurin kemur ikki inn á ting, men um tað skuldi eydnast, so missir Javnaðarflokkurin sítt sjeyn­ da mandat. Triðja umboðið hjá Miðflokkinum gerst so tað 33. mandatið í kapping við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Tjóðveldi gongur aftur Stóri andstøðuflokkurin hevur eina elalítla aftur­ gongd á 0,1 og missir ein tinglim. Tjóðveldi gjørdist á seinasta vali triðstørsti flokkur í atkvøðum, men gjørdist størsti flokkur í tingmannatali við átta sess­ um í løgtinginum. Tjóðveldi megnaði tá at fáa átta valdømisvald ting­ fólk. Henda yvirumboðan stóðst av reglunum í táver­ andi valskipan, men eftir broytingina í valskipanini er slík yvirumboðan ikki møgulig á sama hátt, og tí missir Tjóðveldi ein ting­ lim, hóast flokkurin stendur í stað. Lítlu flokkarnir ganga fram Sjálvstý­risflokkurin hevur brynjað seg út við nógvum ný­ggjum valevnum til hetta valið, og tað sæst aftur í kanningini. Næstelsti flokk­ urin gongur fram við 1,3 prosenti og fær tveir ting­ limir. Sjálvstý­risflokkurin hev­ ur ligið tungt í vatnskorpuni seinastu árini og er í nøkrum veljarakanningum farin nið­ urum tinggáttina og hevur mist sína tingumboðan. Hendan gongdin heldur tó ikki fram sambært hesi kanningini. Miðflokkurin hevur størs­ tu framgongdina í prosent­ um. Kristiligi flokkurin hev­ ur eina framgongd á 3,5 prosent og fær samanlagt 8,7 prosent. Miðflokkurin fær sostatt ein tinglim aftur­ at samanborið við síðsta val. Havandi í huga at ting­ bólkur Miðfloksins seinasta árið hevur talt tríggjar ting­ limir er hetta tó status quo. Samanumtikið er hetta tann sami tendensurin, sum hevur verið at sæð í veljara­ kanningum seinastu tíðina. Sambandsflokkurin stendur sterkt, meðan hinir báðir samgonguflokkarnir ganga aftur. Tjóðveldi stendur so at siga í stað í atkvøðum, hóast flokkurin missir ein tinglim. Tað hevur verið greitt, at Miðflokkurin fer at fáa eitt gott val, og hendan gongdin er staðfest í hesari kanning­ ini. Sjálvstý­risflokkurin hevur fingið nógv ný­ggj andlit, og tað sæst eisini aft­ ur. 2.000 fólk eru spurd í veljarakanningini. Tendensurin er greiður 23,7 21,8 4,6 21,7 5,2 0,0 2,4 17,9 24,0 20,1 5,9 21,6 8,7 1,8 0,0 20,6 0,0 5,0 10,0 15,0 20,0 25,0 30,0 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javna_arflokkurin Sjálvst_risflokkurin Tjó_veldisflokkurin Mi_flokkurin Mi_námsflokkurin Hin stuttligi flokkurin Prosent Val januar 2004 Kanning 9-10 jan 08 8