Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kristnir læknar hittast til ráðstevnu Noreg: Í døgunum 15. til 16. mai hittast kristnir læknar úr øllum heiminum til ráðstevnu í norska býnum Tróndheim. Teir eru allir limir í felagsskapinum “World Christian Medical Conference”, sum er ein heimsfevnandi bólkur av læknum, sum trúgva á Guds uppílegging við forbøn. Á ráðstevnuni er ætlanin at greiða frá vitnisburðum um hetta, eins og undirvísing verður á skránni. Ein líknandi ráðstevna varð hildin í Florida á sumri í fjør, har 120 læknar úr íalt 50 londum tóku lut. Formaður í WCDN er Jenis av Rana, og hansara ynski er at nógvir kristnir læknar úr Norðurlondum verða við til ráðstevnuna, og við dømum um grøðing fáa íblástur til at biðja fyri sjúklingum sínum. Trúarsamfeløg vaksa Noreg: Norska hagstovan hevur gjørt eina uppgerð yvir talið av limum í trúar- og lívssjónarsamfeløgum uttanfyri norsku kirkjuna. Við ársskiftið vóru sostatt 79.000 muslimar, 79.000 humanistar, 51.000 katolikkar, 40.000 hvítusunnulimir, 10.700 buddhistar, 4.100 hinduar og 868 jødar skrásettir í teimum ymisku samfeløgunum í landinum. Tey kristnu trúarsamfeløgini uttanfyri norsku kirkjuna høvdu størsta vøksturin í fjør við eini 9.000 limum. Íalt eru nú 225.000 limir í kristnum trúarsamfeløgum uttanfyri kirkjuna. Størsta prosentvísa vøksturin hava hinduistisku samfeløgini havt við íalt 12 prosentum. Islamisk trúarsamfeløg høvdu eina limavøkstur uppá 10 prosent. Helvtin av hesum búgva í Oslo. Islam er nógv tann størsta religiónin uttanfyri kristindómin. Alheims bøn í Føroyum Bønarvika: Hesa vikuna hava fólk kring allan heimin luttikið á teirri alheims bønarvikuni hjá Evangelisk Alliance. Ein faldari er gjørdur við bønarevnum til hvønn dagin, har høvuðsevnið er “Guds nærvera – Eg eri við tykkum allar dagar”. Ein faldari er somuleiðis gjørdur um fólk, ið verða atsøkt vegna teirra kristnu trúgv. Evangelisk Alliance roknar við, at 200 milliónir kristin í 60 ymiskum londum verða atsøkt fyri sína trúgv. Nøkur missiónsarbeiði í Føroyum hava brúkt hesa vikuna til at biðja, millum annað Meinigheitshúsið í Havn og missiónshúsið í Fuglafirði. "Tú er Pætur, Petrus (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína" Matt. 16,18 a. Símun og bróður hansara Andreas vóru útróðrarmenn frá Betsaida. Viðvíkjandi tí ríka lívi, sum Símun Pætur fekk saman við Jesusi, skulu her bara nevnast tríggjar hendingar, har teir tríggir ápostlarnir Pætur, Jákup og Jóhannes vóru saman við Jesusi og har hann ikki tók hinar níggju við. Tað var, tá ið hann vakti dóttir Jairusar upp frá deyðum, á umbroytingar fjallinum Tabor, og í Getsemane. Dagurin kom, tá ið Pætur var handtikin og settur í fangahús, tað ræðuliga fongslið í Róm. Søgnin sigur, at Pætur fekk tilboðið at flýggja. At enda lat hann seg yvirtala, og um midnáttarleitið slapp hann út gjøgnum loyniligar dyr. Men Pætur hevði bara gingið eitt lítið petti, tá møtti hann Jesusi berandi ein kross. Ræðslusligin fall Pætur á knæ og spurdi: "Harri, hvar fert tú?" Svarið var: "Til Róm fyri at lata meg krossfesta einaferð afturat." Tá svaraði Pætur: "Tað veri tær langt frá, Harri," og Pætur greip eftir krossinum, men tá var Jesus horvin. Pætur skilti hvat Jesus meinti við og vendi aftur til fangahúsið. Men á hendan stað varð bygd ein kirkja, ið ber navnið: "Domine, quo vadis?" (Harri, hvar fert tú?) Pætur var krossfestur - við høvdinum niðureftir á einum heyggi við Tiberánna. Avrætting hansara skuldi líkjast henni, ið Jesus fekk. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Sunnudagur er siðbund­ in kirkjudagur. tá kirkju­ fólkið fer til hámessu. Men í kirkjunum eru eisini onnur tiltøk, sum hugtaka menniskju ið ikki vanliga koma í kirkjuna Danmark: - Vit vilja fegin geva fólki ein møguleika at koma í kirkjuna! Hetta sigur sóknarhjálparin, Ellen Faber Jørgensen í Haslev kirke um tey mongu tiltøkini, sum verða fyriskipað millum tær vanligu gudstænasturnar. Í Haslev Kirke skipa tey fyri einum hópi av ymiskum tiltøkum, har ein allatíðina hevur málbólkin í eygsjón. Her er talan um fyrilestrar og sangcafe’ir fyri tey eldru, felags- máltíðir og hugni fyri tey vaksnu, spælistovur fyri børn og tiltøk fyri konfirmantarnar. Tiltøkini hava ikki altíð átrúnaðarligt innihald. - Eitt av endamálunum er júst hetta, at fáa samband við fleiri fólk og geva teimum ein møgu- leika at koma í eitt kirkjuligt umhvørvi, sigur Ellen Faber Jørgensen við kristendom.dk. Nýggj fólk í kirkju Biskuppurin í Roskilde, Jan Lindhardt gav í fjør út ein bókling, saman við øðrum, har víst varð á, hvussu tann einstaka kirkjan kann skipa og skifta tær vanligu gudstænasturnar. Alt verður gjørt fyri at fáa fleiri menniskju til gudstænasturnar. Haslev kirke er ikki einsamøll um at skipa fyri fyrilestrum, barnafelagsskapi, konsertum, sangkvøldum, sorgarbólkum og so framvegis. Eisini í Nykøbing Falster satsar ein breitt. Formaðurin í kirkjuráðnum, Preben Bunde metir, at umleið helmingurin av tiltøkunum í kirkjuni hava ikki beinleiðis eitt átrúnaðarligt innihald. Fyri hann er hetta kortini ikki ein trupulleiki. - Tiltøkini í gerandisdegnum toga fleiri nýggj fólk kirkjuna, og kunnu tey á einhvønn hátt gerast áhugað í boðskapinum í kirkjuni, - ja, so er tað bara gott, sigur Preben Bunde. Eitt av væl umtóktu tiltøkunum eru tær sonevndu spaghetti- gudstænasturnar, sum verða fyriskipaðar mitt í viku. Her hevur ein eina stutta guds- tænastu saman við eini felags- máltíð. Í Husum kirke hava hesar spaghetti-gudstænasturnar verið væl umtóktar. Serliga nógvar barnafamiljur koma til tiltøkini, og tað vísir seg eisini, at fleiri teirra so líðandi eisini koma til gudstænastur sunnudag. Tað verður einki trýst lagt á tey nýggju vitjandi, um at tey eisini skulu luttaka í teimum vanligu kirkjuligu tiltøkunum. Endamálið er, at fólk fáa eitt tilknýti til kirkju- liga lívið. Ella sum Ellen Faber Jørgensen sjálv sigur tað: - Vit spenna ikki fót fyri fólki, tá tey fyrstu ferð koma í kirkju! Í seinasta blaðnum í fjør varð greitt frá tí arbeiðinum, sum Calarasi-missiónin ger í Rumenien. Her verður skipað soleiðis fyri, at tey savna saman neyðuga útgerð til eitt ávíst sjúkrahús, soleiðis at tað kann virka undir sømiligum korum. Greinin í blaðnum var ein ferða- frásøgn frá eini vitjan her í fjør, tá ein fullfermdur trailari við útgerð fór ta longu leiðina suður hagar. Greitt varð eisini frá, at ætlanin er at gera ein túr til Rumenien í vár, og líkt er til at fólk hava lisið hesa greinina. Beinanvegin sum greinin hevði staðið í Sosialinum, fekk Thomas Juul Askham frá Calarasi-missiónini fráboðan um, at ein gevari í Danmark vildi lata teimum eina brúkta røntgu til sjúkrahúsið. Henda hevur áður verið brúkt á einum sjúkrahúsi fyri djór. - Røntgan virkar sum hon skal. Og hinvegin, so spyr røntgen neyvan eftir, um tað er eitt djór ella eitt menniskja sum skal avmyndast, sigur Thomas Juul við einum brosi. Kirkjan livir ikki bert sunnudagar Fekk røntgu til Rumenia Kirkjan skal verða fyri øll – eisini børnini