mánadagur 14. januar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2008
Fylgja vit tilmælinum
hjá Kaj Leo, avlevera
vit alt okkara hart
vunnað sjálvræði, ikki
aftur til Danmark,
men til Brússel, sigur
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tilmælið hjá Kaj Leo
Johannesen,
formanni
í
Sambandsflokkinum, um at
Føroyar gerast limir í ES
gjøgnum Danmark, fellur
heldur ikki í góða jørð hjá
Javnaðarflokkinum. Tískil
tekur eingin av hinum
trimum stóru flokkunum
undir við Kaj Leo í hesum
máli.
- Tað er einki í tí, sum
higartil er komið fram, ið
bendir á, at Føroyar kunnu
vænta sær eitt undantak í
fiskivinnupolitikkinum.
Júst fiskivinnupolitikkurin
er eitt »sensitive area«, sum
skal stýrast centralt, og tað
er tann vegin rákið gongur,
sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður.
Hann vísir á, at tað er júst
fiskivinnan, sum heldur
Noregi frá at søkja um lima-
skap í ES, tí ES vil heldur
enn fegið hava Noregi við í
felagsskapin, tí landið kann
bjóða felagsskapinum so
ógvuliga nógv.
Tað er eisini sera óheppið,
at Kaj Leo Johannesen nýtir
júst Áland sum dømi, tí
gamaní hevur Áland fingið
undantøk í sambandi við
heimstaðarrætt og sjóvinnu,
men teir hava samstundis
avreitt allan sín sjálvsav-
gerðarrætt, og hava tí als
onga ávirkan av nøkrum
slag. Teir hava ikki so frægt
sum ein sess í ES-tinginum,
sigur løgmaður.
Tískil verður avleiðingin
av einum føroyskum ES-
limaskapi gjøgnum Dan-
mark sambært løgmanni, at
vit mugu avlevera øll okk-
ara hart vunnu sjálvsav-
gerðarrættindi frá okkum
aftur, ikki til Keypmanahavn,
men til Brússel.
EFTA góð loysn
Gerast vit limir í ES, verða
tað aðrir, ið fara at gera av,
hvussu nógv vit kunnu
fiska hjá okkum sjálvum.
Vit missa alt okkara ræði á
øllum okkara viðurskiftum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Annars harmar tað løg-
mann, at Kaj Leo Johanne-
sen samanber EFTA við
fjórðu deild. Hesin felags-
skapur er júst rætti felags-
skapurin hjá okkum at fara
uppí, ikki minst tí við
limaskapi í EFTA tryggja
vit Føroyum tey fýra fræls-
ini, sum eru so týdningar-
mikil fyri okkum, serliga í
hesum døgum.
Eg eri sannførdur um, at
vit hava valt rørttu leiðina
og rætta leistin. EFTA er
langt frá at meta við fjórðu
deild, og eg hevði heldur
ikki rokna við, at lond sum
Ísland og Noregi fóru upp í
ein limaskap, sum var á
fjórðudeildarstøði,
sigur
Jóannes Eidesgaard.
So samanum tikið metir
løgmaður, at samstundis
sum EFTA er rætta forumið
hjá okkum, so verður talan
um eitt risa afturstig, verða
Føroyar limaðar inn í ES
gjøgnum
Danmark.
Tá
missa vit alt tað, vit gjøgn-
um áratíggju hava stríðst so
harðliga fyri at hava vunn-
ið.
Sjálvræði til Brússel
5
Fær Kaj Leo
Johannesen makt sum
hann hevur akt, og
limar Føroyar inn í ES
gjøgnum Danmark,
gerast Føroyar ein
ævigur útjaðari, sigur
Høgni Hoydal
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Tað er rætt, at ES er eitt
lítið viðgjørt evni, men eg
haldi tað er ótrúligt, at
mann kann tosa um at fara
upp í ES gjøgnum Danmark,
tí tað hevði gjørt okkum til
eitt nýtt Hetland, sigur
Høgni Hoydal um úttalilsini
hjá Kaj Leo Johannesen í
valsendingini hjá Kring-
varpinum fríggjakvøldið.
Høgni Hoydal vísir á, at
Hetland er ein útjaðari, ikki
bara í Bretlandi, men í
øllum Europa.
- Eitt annað ræðandi
dømi er Áland. Álendingar
siga, at tað ringasta, sum er
hent landinum, er, at teir
eru farnir upp í ES gjøgnum
Finland, tí var vegurin út í
Europa langur framman
undan, so er hann uppaftur
longri nú, tá alt skal ígjøgn-
um Finland fyrst, sigur
Høgni Hoydal.
Hann sigur eisini, at tað
er beinleiðis fupp, tá Kaj
Leo førir fram, at vit kunnu
fáa undantøk fyri fiskivinn-
uni.
- Tað einasta, sum hendir,
er, at vit missa ræði á okk-
ara tilfeingi, tað veri seg
olja ella fiskur, sigur Høgni
Hoydal.
Hinvegin vísir hann á, at
vit sum sjálvstøðug tjóð
beinanvegin kundu fingið
limaskap í EFTA við teim-
um fýra frælsunum, ið jú er
tað,
sum
Sambandið
ynskir.
EBS loysnin
- ES loyvir ikki, at tað
verða skaptar nýggjar tjóðir
innan fyri felagsskapin,
og tí merkir ein innliman í
ES gjøgnum Danmark, at
Føroyar verða dømdar til at
verða ein útjaðari, sum bara
kann liva av olmussu í allar
ævir. Tí skulu vit gloyma
allar tankar um at gerast ein
sjálvstøðug tjóð, fara vit
inn í ES á henda hátt, sigur
Høgni Hoydal.
Eins og formenninir í
Javnaðarflokkinum
og
Fólkaflokkinum
mælir
Høgni Hoydal til, at Føroyar
royna at sleppa sær upp í
EFTA-samstarvið og har-
ígjøgnum fáa atgongd til
EBS-avtaluna.
- EBS gevur okkum allar
fyrimunir og beinir av vegn-
um allar tær forðingar, sum
vit í dag hava at stríðast við,
sigur Høgni Hoydal.
Hann mælir eisini til, at
vit í enn størri mun ganga
saman í eitt samstarv í Norð-
uratlantshavi, tí í felag
umsita vit eitt hitt størsta
náttúruríkidømi í heimin-
um. Og tað hevur ómetaliga
stóran týdning, at vit sjálvi
hara ræði á øllum okkara
tilfeingi, bæði tað livandi –
fiskurin – og tað deyða,
sum er oljan.
- Ikki fyrr enn Føroyar
eru ein sjálvstøðug tjóð,
kunnu vit byrja at tosa um
limaskap í ES. Fylgja vit til-
mælinum hjá Sambands-
flokkinum, enda vit sum
eitt annað Hetland ella
Áland,
sigur
Høgni
Hoydal.
Hetland og Áland ræða
Vit verða ein ævigur útjaðari, fylgja vit Kaj Leo Johannesen í
hesum máli, sigur Høgni Hoydal
Løgmaður tekur
ikki undir við Kaj
Leo Johannesen
at lima Føroyar
inn í ES gjøgnum
Danmark
Hermenn fremja morð í USA
Minst 121 amerikanskir hermenn, sum hava gjørt herðtænastu í Irak
og Afghanistan hava framt morð í USA, eftir, at teir eru
heimafturkomnir. Tað skrivar New York Times. Tey flestu offrini hava
verið familjulimir ella góðir kenningar. Yngsta offrið var ein tvey ára
gomul genta, ið var myrd av 20 ára gamla pápa sínum, sum júst var
afturkomin úr Irak. Umframt morðini, eru eisini fleiri krígsveteranar,
ið hava verið orsøk til ferðsluvanlukkur, eftir at hava koyrt fullir.
Eingin viðmerking er komin úr amerikanksa verjumálaráðnum.
Herverk á kirkjugørðum
Herverk í kirkjugørðum er ein vaksandi trupulleiki í
Danmark, og úrslitið kann væl gerast, at kirkjugarðar
framyvir verða læstir. Í 2005 vóru 29 kirkjugarðar fyri
herverki, ímeðan talið fyri 2007 var komið heilt upp á
45. Á teimum 45 kirkjugørðunum varð í gjøgnumsnitt
ein gravsteinur oyðilagdur um dagin. Á Bispebjerg
kirkjugarði hava mongu herverkstilburðirnir nú fingið
avleiðingar, soeleiðis, at garðurin nú bert er opin ávísa
tíð á degnum, vaktir eru á varðhaldi alt døgnið,
umframt at videokamera eru sett upp ymsa staðni í garðinum. Umhugsað verður nú at gera tað
sama á fleiri av hinum kirkjugørðum.