Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 8 Floksblaðið – Valið 2008 Blokkniðurskurðurin hevur kostað landskassanum 2.196 mió. krónur Útbúgving er neyðug íløga í framtíðina, um vit skulu vera kappingarfør í altjóða samfelagnum Atli F. JohAnsen Valevni hjá Sambandsflokkinum Blokkniðurskurðurin hevur higartil kostað landskassanum 2.196 mió. krónur, umframt fastfrystingina. (kelda. www. samband.fo) Tá hesin niður­ skurður varð framdur, var Sam­ bandsflokkurin einasti flokkur, sum var ímóti. Landið er lítið, og fólkið fáment sammett við onnur lond, og tað tilfeingið, sum kemur úr sjónum, er og verður framvegis megingrundarlagið undir føroyska búskapinum. Sambandsfloksins hugsan er tí tann, at skulu vit loysa tær fíggjarligu og mentanarligu uppgávur, sum liggja fyri framman, og skulu vit til eina og hvørja tíð vera før fyri at tryggja teimum, sum skulu liva á hesum oyggjum eins góð livilíkindi sum í øðrum fram­ komnum londum, so er neyð­ ugt at hava tætt tilknýti til annað land. Samferðslan Vit eiga at gera eina langtíðar ætlan, tá ið tað snýr seg um útbyggingar av samferðslu­ kervinum. Vit eiga ikki at halda fram sum nú, har tann, sum rópar harðast, fær ein tunnil ella ein vegastubba. Hetta er eftir mínari meining púra burtur við. Ein Skálafjarðartunnil skal og kann ikki samanberast við ein Sandoyartunnil. Skála­ fjarðartunnilin verður gjørdur av einum partafelag, sum ikki er á landsins fíggjarlóg. Skálafjarðartunnilin fer at leggja lunnar undir vælferðar­ samfelagið Føroyar og fer at vera til stóra gleði bæði fyri vinnulívið og fólkið her um leiðir. Útbúgving Okkara børn duga ikki at lesa Nógv hevur verið tosað um Pisakanningina, og summi hava eisini sett spurnartekin við kanningina. Onkur sigur seg ivast í, um eitt gott Pisaúrslit er vegurin til eitt betri lív hjá okkara børnum. Nógv eru sjónarmiðini, og ilt er at siga, hvat rætt er. Pisa ella ikki. Pisakanningin staðfestir í øllum førum, at okkara børn duga ov illa at lesa. Tað fær so mínar ávar­ ingarlampur at lýsa reytt. Her má gerast okkurt, tí lesingin er jú lykilin til allan víðari lærdóm. Sitandi samgonga hevur latið fleiri tímar til 1, 2 og 3 flokk. Enn er langt á mál. Mál sum undirvísingartilfar, tvílæraraskipan til innskúling­ ina og nógv nógv annað liggur alt og bíðar, meðan vit tosa um tunlar, og hvar ein mið­ námsskúli skal byggjast. Vit eiga at síggja útbúgving sum eina neyðuga íløgu í framtíðina, um vit á nakran hátt skulu vera kappingarfør í altjóðagjørda heiminum. Ávar­ ingarlampurnar lýsa longu reytt, vit hava ikki ráð at bíða. Ein politikari skal lurta eftir, hvat fólk og vinna hava tørv á, og síðan seta sær mál og loysa teir trupulleikar, sum standast av at náa málunum. Eg tori at siga mína meining og vil fegin lurta eftir fólki og vinnu. Eg ynski at arbeiða fyri báðum, tí skulu vit fram­ haldandi hava tað gott í Før­ oyum, mugu hesi bæði ganga hond í hond. Ongin skipan er betri, enn tey fólkini sum manna hesa. Vel tí rætta umboðið á Løg­ ting. Framá saman Málið er eitt samfelag, har tað er gott hjá øllum at liva og har tað almenna verjur og tryggjar frælsið hjá tí einstaka, so tú undir persónligari ábyrgd røkkur tínum lívsmálum. BJArni DJurholm Valevni hjá Fólkaflokinum www.djurholm.fo Gongdin farna valskeið vísir, at politikkurin hevur hepnast stak væl. Virksemið er stórt og arbeiðsloysið er metlágt. Út­ byggingarnar av samfelagnum styrkja alsamt um trivnaðin og vinnumøguleikarnar. Yvirhøvur hava fyritøkurnar sunnan rakstur og við av­ markaðari skuldarbyrðu. Og landskassin er nú skuldarfríur. Yvirskipaða politiska málið er at gera føroyska búskapin sjálvberandi. Harumframt verð­ ur stórur dentur lagdur á, hvussu nýskapan í føroyskum vinnulívi kann stimbrast, so sum íverksetan, vitanarspjaðing og KT­nýtslu. Men vit gevast ikki her. Eg vil framhaldandi virka fyri tær og tínum, so tit náa bestu umstøðum at skapa trygga tilveru, har eitt sterkt heilsu­ og almannaverk og bestu útbúgvingarmøguleikar eru sjálvsagdur patur av gerandis­ degnum. Stutt sagt eitt samfelag, har tað er gott hjá øllum at liva. Tí verða hesi mál á skrá næstu árini: • Javnvágin millum familjulív og arbeiðslív skal betrast • Barsilstíðin leingjast til 52 vikur • Øllum gomlum skal standa í boði eldrabústaðir • Útbúgvingarverkið frá fólkaskúla til hægri lesnað skal styrkjast • Øllum lesandi skal tryggjast góður lestrarstuðul • Ferðavinnan og kreativar vinnur, sum t.d. tónleikur og ítróttur, skulu mennast • Bio­ og gengransking skal fremjast til framtíðar vinnur í Føroyum • Undirsjóvartunnil undir Tangafirði • Vinnupolitikurin skal gera búskapin sjálvberandi og styrkja vælferðarsamfelagið. Við skipan av frælsum felags­ skapi, fara Føroyar at vera ein víðskygd, nýskapandi og al­ tjóðagjørd tjóð. Góði veljari Sum valevni fyri Sambandsflokkin vendi eg mær til tykkara við ynski um stuðul til løgtingsvalið eDvA JAcoBsen Valevni hjá Sambandsflokkinum Eldraøki Eitt av mínum hjartamálum er at raðfesta eldraøki høgt. Eg vilja virka fyri framhaldandi menning og útbygging av heimarøktini, so at tit sum eru blivin eldri kunnu vera longst møguligt heima hjá tykkum sjálvum. Tað vera tó altíð nøkur sum ikki kunnu vera heima, og tí má skipast soleiðis fyri at hildi verður fram við út­ byggingum á eldarøkinum, tað veri seg at byggja ellis­ og røktarheim, sambýli og íbúðir hóskandi serliga til eldiri fólk. Sambandsflokkurin hevur eisini sum mál, at veita tykkum, sum hava hug og kreftir til tess, møguleika at velja, um tit vilja halda á fram at arbeiða eftir at tit hava rokkið pen­ siónsaldur. Persónligt frælsi merkir fyri sambandsflokkin eisini frælsi hjá tí einstaka sjálvur at velja, hvussu leingi ein vil vera á arbeiðsmark­ naðinum, av teirri orsøk vil hetta framhaldandi vera eitt av hjartamálunum hjá okkum. Í tí støðu vit eru í nú við manglandi arbeiðsmegi, hevði tað verið upplagt at fólk í pensiónsaldri sum hava orku til tess, fáa møguleika at arbeiða longur og harvið vera við til at loysa trupuleikan hesum viðvíkjandi. Ynskiligt hevði verið um hettar ikki ávirkaði pensiónina, soleiðis at tit ikki mistu viðbótina við at vera verandi á arbeiðsmarkn­ aðinum. Tað hevði gjørt tað meira hugaligt hjá tykkum framhaldandi at vera í vinnu. Tað er eitt hjartamál at hyggja nærri upp á hesi viðurskifti. Tað er sera týðningarmikið at eldraøki verður raðfest høgt, tí tað eru tit sum hava syrgt fyri at samfelagshjólini hava mali, soleiðis at Føroyar í dag eru eitt vælferðarsamfelag, sum vit mugu gera alt fyri at varveita. Tað gera vit best við at velja ein sterkan sambands­ flokk inn á ting. Tá verður tryggleiki, framburður og væl­ ferðin hjá tí einstaka sett í hásæti. Sambandsflokkurin og vinnulívið Eitt annað av mínum hjarta­ málum er at skapa tær bestu fortreytirnar fyri vinnulívinum. Teir bestu karmarnir skulu setast upp, soleiðis at vinnan kann menna seg á allarbesta hátt. Tá broytingar skulu gerðast fyri vinnuan eigur tað ikki at vera handla í óðum verkum, men tað er sera týðningarmikið at vinnan verður tikin við upp á ráð, ti tey sum dríva vinnulív hava tann fagliga førleikan, og tað kann ofta vea til stóra hjálp fyri allar partar. Uttan eitt vælvirkandi vinnu­ lív verður tað trupult at fáa samfelagshjólini at mala. Hetta vil so aftur raka tey bleytu virðini rættuliga meint, tí hesi sosialu virðir fíggja seg ikki sjálvi, men eru nógv ávirkaði av, hvussu stórar inntøkurnar eru til samfelagið. Ein atkvøða fyri sambands­ flokkin er ein atkvøða fyri • Tryggleika • Framburði • Vælferð Farið tí á val setið X við lista B Gott val! Átrúnaður/Demokrati/ Politikkur Eitt viðkomandi evni, sum javnan er frammi, er um átrúnaður og politikkur skulu ganga hond í hond ella um átrúnaður ikki hoyrir heima í politikki JAspur lAnggAArD Valevni hjá Miðflokkinum Hetta hevur stóran týdning fyri Miðflokkin, tí kristindómur er virðisgrundarlagið undir poli­ tikkinum hjá flokkinum. Tað má vera eitt ja­ligt tilknýti millum politikk og átrúnað og somuleiðis millum demokrati og átrúnað. Hervið er ikki sagt, at vit ynskja at blanda okkara guds­ trúgv, og tað at liva í hesum heimi. Í tí politiska arbeiðinum er átrúnaður til staðar, men tað er ikki her gudstrúgvin verður skapt, tað verður hon í kirkjusamfeløgum og sam­ komum kring landið og hjá tí einstaka menniskjanum. Tí hevur tað týdning at vit ikki gera átrúna til politikk og politikk til átrúna. Politikkur snýr seg um at skipa eitt samfelag á ein skynsaman hátt, meðan átrún­ aður er sambandið millum Gud og menniskjuna. Tá ið talan er um demokrati, so merkir hetta fólkastýri ella fólkaræði. Her hava vit øll frælsi at velja hana ella hann, sum vit meina vil arbeiða fyri teimum virðum, ið viðkomandi kann standa inn fyri. Tín atkvøða vil hjálpa, so­ leiðis at hesi virðir verða varðveitt í landi okkara. Hetta er ikki ein sjálvfylgja, men nakað sum vit miðvíst mugu arbeiða fyri. Øll valumboð hjá Miðflokki­ num taka undir við hesum. Tí er tín atkvøða fyri Miðflokkinum trygd fyri, at hesi virði verða varðveitt til gagns fyri fólk og land okkara Føroyar. Set X við Miðflokkin