mánadagur 14. januar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2008
Tað kemur ikki upp á
tal at flyta valdið úr
Keypmannahavn til
Brússel. Skal valdið
flytast, skal tað flytast
til Føroya, sigur
Jørgen Niclasen
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Heldur ikki Fólkaflokkurin
tekur undir við ætlanunum
hjá Sambandsflokkinum at
lima Føroyar inn í ES
gjøgnum Danmark.
- Vit vilja hava limaskap í
EFTA,
og
harvið
fáa
atgongd til tey fýra frælsini.
Noregi og Ísland hava hend-
an limaskap, og tí kemur
tað ikki hesum londum til
hugs, at fara upp í ES, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann vísir á, at tað nyttar
einki at tosa um atlimaskap
í ES, tí ein slíkur er stutt
sagt ikki til.
- Fara vit inn í ES sum
ein partur av Danmark,
koma vit í somu støðu sum
Áland. Vit avreiða alt vald
og hava ikki so frægt sum
talirætt í limaskapinum,
sigur Jørgen Niclasen.
Hann heldur tí, at ein
avtala við EFTA millum
tveir partar á jøvnum føti,
hevði verið tað virðiligasta.
- Um vit vilja tað ella ei,
so er fiskivinnan framvegis
høvuðsvinnan. Eg havi vitj-
að nógv fiskivinnusamfeløg
í ES, serstakliga Skotland,
Ongland, Írland og Norður-
írland, og tað er ein sorgar-
leikur at síggja. Støð, sum
ein og hvør, sum hugsar um
ES-limaskap, eigur at vitja.
ES-fiskivinnupolitikkurin
hevur sligið fullkomiliga
feil, sigur Jørgen Niclasen.
Viðvíkjandi
undantaki
fyri fiskivinnuna sigur for-
maður Fólkafloksins, at
eingin fær undantøk innan
ES. Áland fekk undan tøk
viðvíkjandi heimstaðarrætti
og sjóvinnu, men hesi
vórðu avmarkað til tíggju
ár.
Tey fýra frælsini
- Undantøk verða ikki givin
innan fiskivinnuna, men
skuldi tað hent, mugu vit
rokna við somu treytum
sum Áland. Tað vil siga, at
vit í besta føri kunnu vænta
okkum tíggju ár, áðrenn vit
mugu avreiða valdið á fiski-
vinnuøkinum til ES, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann heldur tí, at úttalils-
ini hjá Kaj Leo Johannesen,
har hann mælir til ES-lima-
skap gjøgnum Danmark, er
einki annað enn illa umhugs-
að populistiskt valagn.
- Ein EFTA-limaskapur
við avtalu um tey fýra fræls-
ini er nakað, ið veruliga ber
Føroyar fram, samstundis
sum vit varðveita avgerðar-
rættin her heima hjá okkum
sjálvum, sigur Jørgen Nicla-
sen.
Hann er sostatt samdur
við Jóannes Eidesgaard úr
Javnaðarflokkinum
og
Høgna Hoydal úr Tjóðveldi
um, at vit ikki eiga at fara
upp í ES gjøgnum Danmark,
men heldur ganga saman í
EFTA saman við eitt nú
Íslandi og Noregi.
- Við verandi ríkisrættar-
ligu støðu kemur tað ikki
upp á tal at flyta valdið úr
Keypmannahavn til Brússel.
Skal valdið flytast, skal tað
flytast til Føroya, slær for-
maðurin í Fólkaflokkinum,
Jørgen Niclasen, fast.
Valdið flytast
til Føroya
Skal valdið flytast úr Keypmannahavn skal tað ikki flytast til
Brússel, men heim til Førya, sigur Jørgen Niclasen.
Men alt er møguligt
í framtíðar
samráðingum og
sjálvandi avreiða vit
einki sjálvræði, sigur
Kaj Leo Johannesen
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Løgmaður kom úr aftur
Brüssel fyri tíð síðani við
einari avtalu við ES um
gransking. Sambandsflokk-
urin hevur altíð trúð uppá at
henda avtala skuldi koma í
hús, atfinningarsamar rødd-
ir høvdu verði frammi áðr-
enn hendan fund um at hetta
fór ikki at lata seg gera.
Tað
sigur
Kaj
Leo
Johannesen. Hann vísir við
hesum á, at samstarv og sam-
ráðingar er vegurin fram.
Eitt er at blaka pástandir
út um framtíðina, og at gita
um, hvat ES fer at krevja av
føroyingum.
Men
hvat
høvdu føroyingar sagt, um
vit fingu prógvað yvirfyri
ES, at fiskidagaskipanin er
ein fongur fyri Føroyar? Og
hvat um vit fingu sannført
ES limalondini um, at tað
loysir seg at brúka okkara
skipan, og at fyri hvønn dag
sum gongur, tapa ES-lima-
londini hópin av peningi
orsaka av, at tey ikki enn
hava sett okkara fiskidaga-
skipan í gildi? Spyr Kaj
Leo Johannesen.
Hann vísir ál at heimurin
broytist skjótt, og tað er
positivt, at føroyingar halda
áfram at greiða ES-myndug-
leikunum frá, hvussu góð
fiskidagaskipanin er, tí mál-
ið eigur at vera, at ES tekur
okkara skipan til sín. Hetta
kundi ført við sær, at lima-
londini byrjaðu at umsita
fiskiríkidømið hvørt sær.
Víðka sjónarringin
Tað er avgerandi fyri
framtíð Føroya, at vit víðka
okkara sjónarring og tora at
trína inn í altjóða sam-
felagið, heldur enn at byrgja
okkum inni, soleiðis sum
gjørt hevur verið higartil.
Orð ella gitingar sum »Vit
avreiða alt sjálvsræði til
ES«, hoyra ikki heima í
hesum sambandinum, sigur
Kaj Leo Johanesen.
Hann sigur, at tann einasti
mátin, vit kunnu gerast
klókari uppá, hvørjar treytir
Føroyar kunnu fáa frá ES,
er at tingast beinleiðis við
ES. Vit kunnu ikki byggja
framtíð Føroya á gitingar,
heldur hann.
Hann sigur víðari, at um
treytirnar, ið ES setir okk-
um, eru órímiligar, taka vit
sjálvandi ikki av tilboðnum.
Men
sambandsflokkurin
trýr uppá, at tað fer at bera
til at fáa eina góða avtalu í
lag við ES.
Vit noyðast longu sum er
at lúka nógv av teimum
krøvum, sum ES setur til
limalondini. Men í verandi
støðu hava vit eingi rættindi
í ES og fáa tískil heldur ong-
an ágóða av at ganga undir
ES-krøv, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Hann sigur tað vera eina
sjálvfylgju, at vit ikki skulu
geva hvørki okkara fiski-
ríkidømi ella oljuríkidømi
burtur. Men heldur enn at
gita, hvørjar treytir ES fer
at seta okkum, eiga vit at
tingast við henda felags-
skap, fyri at fáa staðfest,
hvat ES hevur at bjóða før-
oyingum. Vit skulu »vita og
ikki gita«.
Men fyrsta treytin fyri
konstruktivum samráðing-
um er, at vit orka tankan og
vilja tosa, heldur hann.
Vit hava havt fiskivinnu-
sáttmálar við ES síðani
1977 og kenna væl til at
samráðingar geva okkum
altíð ein javnvág í virði
millum tað vit lata av fiski
og tað vit fáa og er hetta
meginreglan ES avtaluleist-
in. So lat okkum tora at
koma til eitt samráðingarúr-
slit við ES, sum vit so
leggja til eina fólkaatkvøðu,
eingin kann verða bangin
fyri at spyrja sítt egna fólk,
sigur Kaj Leo Johannesen.
EBS ikki fyri samríkislond
Kaj Leo Johannesen heldur tað vera ov vánaligt av hinum
flokkunum bara at siga tað vera ómøguligt, heldur enn at
kanna fyrst, hvørjar treytir ES í veruleikanum setur
Vildu ikki senda tyrluna
Skiparin á íslendska verksmiðjutrolaranum Hrafni er í øðini
inn á bjargingartænastuna, tí hon sýtti fyri at senda eina tyrlu
eftir einum manni, sum hevði fingið skaða umborð. Maðurin
kom í eina flakamaskinu og misti eitt petti av einum fingri.
Skiparin bað bjargingartænastuna senda eina tyrlu eftir
manninum, men svarið var nei, tí ein lækni metti ikki málið
vera nóg álvarssamt. Tað tók Hrafni seks tímar at sigla til
lands við manninum.
5