Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 9 Floksblaðið – Valið 2008 Navn Artur Johansen Føddur 1. juli 1970 Bústaður Strendur Áhugamál Føroysk náttúra, ítróttur, seyður, politikkur v.m. Visión Føroyar sum vitanarsamfelag við umsorgan fyri tí einstaka Góð heimasíða: www.j.fo Giftur við: Marjun, f. Mikkelsen, av Skála Børn: Karl Martin, f. 1993, d. 1995, Linda, f. 1995, Karl Martin, f. 1999, Judit, f. 2002, Petur Pauli, f. 2004, d. 2006. Foreldur/Verforeldur: Karl Robert og Johanna, bæði av Strondum Petur Pauli og Oluffa Mikkelsen, av Skála Starv: Grannskoðari hjá SPEKT statsaut. revisorar Sp/f Vælferðin kemur ikki av sær sjálvum © Vælferð merkir, at øll verða vird í samfelagnum, og at øll hava atgongd til arbeiðsmark­ naðin og vælferðarskipanir. Hitt fremsta og týdningar­ mesta politiska høvuðsmálið hjá mær og Javnaðarflokkinum er at tryggja og menna væl­ ferðina hjá øllum sum búgva og búleikast í Føroyum. Tey veiku í samfelagnum Sjúklingar, rørslu­ og menn­ ingartarnað og teirra avvarð­ andi, hava ovmikið at stríðast við, bæði við at fáa heimið at virka og at fáa tað fíggjarliga at hanga saman. Almanna­ og heilsuverkið skal framhaldandi veita og betra neyðuga viðgerð og hjálp og í størri mun enn frammanundan virka sum ein góður tænastuveitari. Útbúgving Tað virðismesta í einum og hvørjum landi, eru fólkini ið her búgva. Ein íløga í útbúgv­ ing er besta íløgan samfelagið kann gera fyri hvønn einstakan og eisini besta íløgan hvør einstakur kann gera fyri seg sjálvan. Tað er umráðandi at sam­ felagið skapar karmar og stuðlar uppundir og virkar fyri, at vit fáa eitt vælútbúgvið fólk. Lærdómur er lættur at bera, og útbúgving er fyri lívið. Familjupolitikkur Hevur familjan tað gott, so hevur samfelagið tað gott. Nýmótans familjupolitikkur skal tryggja, at familjan hevur møguleika at sameina arbeiðs­ lív og familjulív. Vinnulívið Vinnulívið eigur at kenna sína ábyrgd fyri tí fólki, ið virkar í vinnuni, fyri samfelagnum, náttúrutilfeinginum og um­ hvørvinum. Vit skulu stuðla einum sterkum vinnulívi á burðar­ dyggum grundstøði, sum er grundarlagið undir einum góð­ um vælferðarsamfelag. Eldraøkið Fleiri hendur til eldrarøkt, og samhaldsfesti og virðing millum ættarliðini. Vit skulu tryggja teimu eldru fram­ haldandi møguleika at búgva heima ella á heimum í nærumhvørvinum. Tí at øll eiga lut í vælferðini Útbúgvingar: • HH frá Handilsskúlanum á Kambsdali í 1993, • Skrivstovuútbúgving frá Sorinskrivaranum 1995, • HD í Roknskapi frá Århus Universitet 2006. Arbeiðsroyndir: • Fiskaarbeiði v.m. á landi og sjógvi uml. 3­4 ár • Næmingur og málsviðgeri, Sorinskrivarin, 1993­1996 • Málsviðgeri, Sjóvinnufyrisitingin, 1996­1999 • Grannskoðari hjá SPEKT 1999­ • Kommunustýrislimur 2000­ Runavík høvuðsstaður Føroya í 2012 Við Skálafjarðartunnlinum gerast Føroyar sterkari, høvuðsstaðurin størri, og útjaðarin nærri. Dánial Petur Hansen varamaður hjá Sjálvstýrisflokkinum Til løgtingsvalið í 2004 varð ein av mínum yvirskriftum: 8 min til Havnar í 2010. Í hesum lá, at tá kundi Skálafjarðar­ tunnilin verða klárur til at taka í nýtslu, um rætt varð farið fram. Eg havi ongantíð verið í iva um, at tað fíggjarliga her er talan um eina so burðardygga verkætlan, at talan í veru­ leikanum er um eina tað búskaparligu mest tryggu og skynsomu íløgu her á landi í dag. Samfelagsliga er her eisini talan um tað mest nyttugu og neyðugu íløguna í infrakervi her hjá okkum í nýggjari tíð, og kostar tað okkara samfelag so mikið nógv fyri hvønn dag, sum arbeiði uppá Skálafjarðar­ tunnilin verður drigið út, at talan er í veruleikanum er um stórt ábyrgdarloysi hjá teimum pørtum, sum eru viðvirkandi til at so er. At vit enn ikki eru byrjaði uppá undirsjóvartunnilin mill­ um Suðurstreymoy og Skála­ fjørðin skyldast fyrst og fremst væntandi politiskum vilja, pol­ itiskum dugnaloysi og stórum politiskum ábyrgdarloysi. Til valið í 2004 varð mín málsetningur um, at tað við bili bert skuldi taka 8. min frá Skálafjørðinum til Suður­ streymoy í 2010, rættuliga realistiskur, tað einasta sum kravdist varð at teir politikarar, sum valdir vórðu, ikki minst úr Eysturoynni, høvdu tað neyð­ uga politiska hegni, tað neyðuga politiska dirvi, og tann neyðuga politiska viljan til at fremja hesa týdningar­ miklu verkætlan. So varð ikki. Nú tað aftur stundar til val, er bert at vóna at løgtingið hesaferð verður mannað so­ leiðis, at vit, áðrenn 2012 er lagt afturum, við bili bert nýtast at brúka 8 min. av Skálafjørðinum til Høvuðs­ staðin, og harvið í veruleika­ num gera Skálafjørðin til høvuðsstað Føroya í 2012. Í yvirskriftini liggur tí ikki hetta, at Føroya Landsstýri og Føroya Løgting skulu til at flyta høvuðssæti inn til Runavíkar, men meira ein staðfesting av hvussu stóran týdning Skála­ fjarðartunnilin í veruleikanum hevur, ikki bert fyri Skálafjørðin, men eisini Tórshavn, Gøtu, Fuglafjørð, Leirvík, Klaksvík, osfr. Ein av neyðugu fyritreytunum fyri menning, tryggleika og trivnaði í einum og hvørjum framkomnum landi er eitt væl útbygt, væl virkandi og væl nýtiligt infrakervi. Við Skála­ fjarðartunnlinum gerast Før­ oyar sterkari, høvuðsstaðurin størri, og útjaðarin nærri. Valið snýr seg um at tora Dirvi er eitt lyklaorð á løgtingsvalinum. Tey, sum hava dirvi at taka týðandi og stundum ópopulerar avgerðir, eiga at fáa møguleikan at stýra landinum eDmunD Joensen Sambandsflokkurin Valstríðið er byrjað, og skjótt kemur orðastríðið í hæddina. Fyri at siga tað einfalt, so er royndin hjá flestum flokkum og politikarum upp undir val at vinna atkvøðurnar hjá teimum, sum ivast. Ert tú í iva um, hvar krossurin skal setast, ja so ert tú fremsta málið hjá flestum valevnum og flokkum. Dirvi er lyklaorð Mongdin av informatiónum – sjónarmiðum og pástandum – kann gera tað trupult at varðveita yvirblikkið, áðrenn tú sum veljari skalt taka enda­ ligu støðu. Í mínari verð er valið tó einfaldari, enn tað kann tykjast. Tað snýr seg nevniliga um dirvi og hvønn politikk, ein stendur fyri Sum veljari kanst tú kanna eftir, hvørji higartil heva havt neyðuga politiska dirvið, og hvør kann hugsast at hava sama dirvi eftir valið. Nøkur dømi um politiskt dirvi Her eru nøkur dømi um, at Sambandsflokkurin hevur havt neyðuga dirvið seinastu fýra árini: Flokkurin hevur havt ábyrgd av búskaparmálum eitt val­ skeið, og tordi at seta fótin á búskaparliga speedaran við íløgum og skattalættum, tá búskaparlig afturgongd var í Føroyum. At taka fótin av aftur speed­ aranum tora vit eisini. Flokkurin mælir staðiliga til at halda aftur við almennum íløgum og skattalættum, nú búskaparlig­ ar uppgangstíðir eru. Vit skulu leggja til viks í góðum tíðum. At seta spurnartekin við tað skilagóða í at brúka ov nógvan pening til útbygging av sam­ ferðslukervinum júst nú – ja, tað krevur eisini dirvi. Tingformaðurin úr Sam­ bandsflokkinum tordi at seta fram uppskotið um at skipa Føroyar í eitt valdømi, hóast nógv talaðu harðliga ímóti. Tað er orsøkin til, at tú nú kanst velja frítt millum øll valevnini í Føroyum. Sambandsflokkurin tordi at steðga politiska sjónleikinum í Tinginum beint fyri jól, tá aðrir flokkar og politikarar mistu jørðforbindilsið og kappaðust um at bjóða sær til at oyða burtur skattapengarnar hjá tær. Vit tora at halda fram Nú upp undir valið tora vit í Sambansflokkinum framvegis at siga og gera tað, sum vanlig fólk við viti og skili hugsa: Vit vilja stýra búskapinum við fastari hond og samstundis broyta kósina nakað, so triv­ naður, livikor og útbúgving koma fram um asfalt og be­ tong. Tað krevur dirvi at broyta mátan, sum politikkur hevur verið rikin í Føroyum, og tað dirvið hava vit í Sambands­ flokkinum. Í komandi samgongu og á Fólkatingi fara vit meira enn nakrantíð at finna skilagóðar loysnir saman við donsku stjórnini, so fyrimunirnir í Ríkisfelagsskapinum veruliga koma til sín rætt. Stutt sagt krevst dirvi at halda eina góða kós fyri Føroyar, men tað krevur eisini, at tú sum veljari hevur dirvi at velja rætt. Fólkatingsmaðurin Edmund Joensen á fundi við forsætisráðharran Anders Fogh Rasmussen. Komandi fýra árini fer fólkatingsmaðurin at leggja seg eftir at samstarva við Danmark, so fyrimunirnir í Ríkisfelagsskapinum veruliga koma til sín rætt. Edmund Joensen stillar upp til løgtingsvalið 19. januar, og í hesi greinini skrivar hann um, at dirvi er eitt lyklaorð til løgtingsvalið. Mynd: Símun J. Hansen