mánadagur 14. januar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2008
Tað eru ikki bert
seinastu tvær
vikurnar, ið telja.
Eg vóni, at veljarin
hyggur at tí, ið
avrikað er hetta
valskeiðið, og
samstundis hugsar
fram, sigur Kristian
Magnussen
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Javnaðarflokkurin stendur
at missa ein mann í Suður
streymi – men stendur sam
stundis til at vinna tvær
kvinnur á ting í sama øki.
Í grundini er tað so ein
falt, at verði eg ikki valdu
inn aftur, so er tað tí, at velj
arin ikki hevur nóg stórt álit
á mær, sigur Kristian Magn
ussen.
Hann sigur, at tað er so
ymiskt, sum fólk føra val
stríð. Summi eru nógv
frammi, summi minni, og
summi brúka nógvan pen
ing, onnur minni.
Eg haldi, at eg fari at
biðja fólk um at hugsa long
ur aftur enn eina ella tvær
vikur, sigur Kristian Magn
ussen.
Hann heldur seg síggja ten
densir í kanningini sum
benda á, at hon skal takast
við fyrivarni. Hann trýr lítið
upp á, at hvørki Óli Breck
mann ella Bjarni Djurholm
sleppa á ting aftur. Men í síð
sta enda koma tey inn, sum
veljarin hevur størst álit á.
Eg vóni bara, at fólk
hugsa seg um. Eg vóni tey
minnast, hvat er komið av
skafti hetta valskeiðið. Tað
er so nógv, man hevur verið
við til at bygt upp, men eis
ini nógv, sum mann hevur
verið við til at varðveitt,
sigur Kristian Magnussen.
Tí tað ræður ikki bert
um at bróta burtur úr nýggj
um, men eisini at varðveita
tað, sum vert er at halda
fast um. Vit forðaðu eitt nú
fyri, at rentustuðulin varð
avtikin, og tað er eitt dømi
um nakað, ið vit eiga at
varðveita, sigur Kristian
Magnussen.
Hann heldur ikki, at hans
ara støða til Føroyar sum
eitt valdømi hevur skatt
hann nakað.
Eg havi kanska mist eitt
sindur av teimum gomlu
atkvøðunum, men so fái eg
vónandi nakrar nýggjar í
staðin fyri, sigur Kristian
Magnussen.
Eg havi nógv úrslit
at vísa á seinasta val
skeið, og tí undrar tað
meg, at eg ikki komi
upp á listan í hesi
veljarakanningini, sig
ur Bjarni Djurholm
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sambært veljarakanningini,
sum stóð í Sosialinum
fríggjadagin, fær eingin av
teimum trimum ting og
landsstýrislimunum í Suður
streym hjá Fólkaflokkinum
afturval. Og tað undrar
Bjarna Djurholm nakað.
Nú skal mann ikki taka
eina veljarakanning fyri
meira enn tað, hon er. Men
sæð í ljósinum av tí, sum er
avrikað seinasta valskeiðið
kundi eg rokna við, at
komið longur upp á listan,
sigurBjarni Djurholm.
Hann vísir á, at hann var
fyrst valdur til løgtingsvalið
seinast, og tí skuldi tað
undra, um avrikini ikki
munnu fara at síggjast aftur
í síðsta enda.
Tað kundi verið nevnd
so ómetaliga nógv mál, sum
eru loyst úr lagdi hetta
valskeiði, og sum hava ovur
stóran týdning fyri mening
ina av øllum samfelagnum.
Hugsa bara um vegakervið,
hvussu nógv tað er útbygt.
Og tær privatiseringarnar,
sum eru farnar fram. Vit
hava brotið burtur úr nýggj
um við børsskráseting av før
oyskum fyritøkum. Skuldi
eg nevnt øll málini hevði eg
næstan ikki blivið liðugur,
sigur Bjarni Djurholm.
Langi listin við málum,
sum eru avgreidd undir hesi
samgonguni, fer at telja í
síðsta enda, væntar Bjarni
Djurholm.
Fólkaflokkurin hevur en
kjarnuskara av veljarum,
sum er trúgvur, og tað skal
verða løgið, skuldi eg mist
so nógvar atkvøður frá sein
asta løgtingsvali, sum hend
an kanningin bendir á, sigur
hann.
Tað er eisini so mikið av
óvissu í kanningini, at eg
ikki missi móti av hesum,
heldur tvørtur ímóti. Tað
ræður jú um hjá teimum,
sum liggja á vippuni í kann
ingini at renna tað skjótari,
sigur Bjarni Djurholm.
Nógv
kann
gerast
Finnur Helmsdal
viðgongur, at veljara
kanningin ikki sær
nakað serligt út fyri
hansara viðkomandi,
men – sum hann sig
ur – enn eru ikki alla
súður syftar
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Veljarakanningin í Sosialin
um fríggjadagin hevur utt
an iva loypt hvøkk á nógvar
politikarar. Kanska serliga
teir í miðstaðarøkinum.
Kanningin sær ikki so
gott út fyri politikarar í
Havn. Minst fimm av høv
uðsstaðarpolitikarunum
koma ikki inn aftur sam
bært kanningini.
Eg dugi ikki at siga,
hvussu eftirfarandi hendan
kanningin er. Fyri mítt við
komandi havi eg verið lítið
frammi og havi lýst lítið.
Nú skal eg so í sjónvarpið í
kvøld, so tað er møguligt, at
tað fer at gera mun, sigur
Finnur Helmsdal.
Hann sigur, at hann veit
ikki, hvussu nógv ein skal
leggja í eina slíka kanning,
tí mann skal minnast til, at
tað er ein heil vika eftir til
valið.
Hinvegin skal mann
heldur ikki ignorera eina
slíka kanning, men nógv
kann sum kunnugt henda
upp á eina viku, sigur Finn
ur Helmsdal, sum annars
ikki hevur tær nógvu við
merkingarnar til veljara
kanningina, sum bert gevur
tingmanninum 0,5% av
atkvøðunum hjá Tjóðveldi.
Skulu vit, sum Høgni
Hoydal mælir til, bíða
eftir fullveldi, fyri at
fara upp í ES, mugu
vit bíða í minst 50 ár.
Men vit hava brúk
fyri at koma upp í ES
nú, sigur Jóhan Dahl
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað tykist, sum Høgni
Hoydal liggur og skvatlar í
sínum egna politiska dunnu
hyli. Tað sigur Jóhan Dahl
úr Sambandsflokkinum.
Hann sigur, at einasti
máti at sleppa upp í ES við
verandi støðu, er ígjøgnum
Danmark.
Og vit hava brúk fyri at
koma upp í ES nú, sigur
hann.
Vit fáa undir øllum
umstøðum ikki meiri ávirk
an í ES, antin vit fara upp í
sum sjálvstøðug tjóð ella í
einum sambandsríki, sigur
Jóhan Dahl.
Hann vísir á, at tað standa
nógv stór lond í Europa og
rópa eftir at sleppa at gerast
limir í ES, lond, sum eru
nógv størri og hava nógv
størri týdning enn Føroyar.
Tað er av stórum týdn
ingi fyri menningina av
vinnulívinum, fólkinum og
samfelagnum sum heild, at
vit beinanvegin sleppa í
samráðingar við ES um
treytirnar fyri limaskapi.
Tað einasta, sum ræður um,
er, at finna rætta leistin fyri
limaskapi saman við Dan
mark, sigur Jóhan Dahl.
Vit mugu ásanna, at vit eru
í einum ríkisfelagsskapi, og
Jóhan Dahl vísir á, at skulu
vit, sum Høgni Hoydal mælir
til, bíða eftir einum fullveldi,
áðrenn
ESspurningurin
kann takast upp til viðgerðar,
so koma vit at bíða í minst
50 ár aftrat. Og tað heldur
hann ikki at hvørki vinna ella
samfelag hevur ráð at bíða
eftir.
Tað er naivt at halda, at
allir trupulleikar verða loyst
ir, bara vit fáa fullveldi. Vit
eru í einum ríkisfelagsskapi
og tí ræður um at gagnnýta
teir møguleikar, sum hesin
ríkisfelagsskapur
gevur,
sigur Jóhan Dahl.
Finnur Helmsdal fær
sambært kanningini lítla
undirtøku. Men enn er long
tíð til valið
ES kann ikki bíða
Hugsa longur enn tvær vikur
Kristian Magnussen vónar, at
fólk hugsa seg um
Úrslit síggjast aftur
Bjarni Djurholm hevur góðar
vónir, hóast veljarakanningin
ikki gevur honum sess á tingi
Jóhan Dahl fýlist á, at hinir
flokkarnir bara avvísa at
kanna møguleikarnar fyri ES-
limaskapi gjøgnum Danmark.
– Vit hava brúk fyri at koma
upp í ES nú, sigur hann
Føroyskur dansur
í Keypmannahavn
Dansifelagið Fótatraðk heldur til í Føroyahúsinum í Keypmanna
havn. Endamálið hjá felagnum er at samlast um tann føroyska
dansin. Dansað verður annað hvørt sunnukvøld kl. 18.00 frá fyrst í
februar til mai. Síðan er summarsteðgur og byrjað verður aftur fyrst
í septembur mánaði og dansað verður til desembur. Umframt tey
føstu dansikvøldini er Fótatraðk eisini við í Mentanarnáttini í
Keypmannahavn og á Bornholm og aðra staðni, tey hava eisini
verið í Føroyum á Landsdansistevnu. Felagið gevur eisini eitt blað
út fýra ferðir árliga. Tað er Theodor E. D. Olsen, Ið er blaðstjóri á
blaðnum.
Javnakalendarar eru
framvegis eftir
Nógv vóru hørm um, at tey ikki vóru heima, tá árligi
Javna kalendarin var seldur hurð til hurð undan jólum.
Tey flestu halda óivað, at kalendarin nú er útseldur, tí
einki hevur verið at hoyrt, síðani selt varð. Og tað er
eisini harmiligt hjá Javna, sum fær ein stóran part av
fíggingini til virksemi sítt frá søluni av kalendaranum.
Men Lis Eklund í Niðristovu, forkvinna í Javna, sigur, at
tað framvegis eru kalendarar eftir. Til ber at keypa
kalendaran við at venda sær til skrivstovuna hjá Javna.
5