Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 10 Floksblaðið – Valið 2008 Tí velja ung Miðflokkin Bill Justinussen Valevni hjá Miðflokkinum Sambært veljarakanningum er stórur partur av veljarum Mið­ floksins ung fólk. Tey ungu eru radikal eins og Miðflokkurin. Ung vilja hava greið svar og avgjørdar meiningar um stóru spurningarnar í politikki. Tey góðtaka ikki, at ein tosar í eystur og annar í vestur í sama flokki, tí tá er meiningin við at hava politiskar flokkar burtur. Aðalmálið við at hava ein politiskan FLOKK er júst, at har savnast fólk, sum hava somu politisku sjónarmið. Tað er óskiljandi, at fólk, sum eitt nú eru ímóti skrásettum par­ lagi kunnu flokkast saman við fólki, sum taka undir við skrásettum parlagi. Tí júst tað málið er ein stórur politiskur spurningur. Ungdómsumboðan Men Miðflokkurin hevur eisini ungdómspolitikk á skránni á øðrum økjum enn teimum etisku. Í hesum valskeiði hevur Miðflokkurin lagt fleiri ung­ dómspolitisk mál fram. Fyrsta málið snúði seg um at áleggja almennum myndugleikum at velja ungdómsumboð í al­ mennar nevndir og ráð. Tey ungu síggja heimin úr tí nýggjasta sjónarhorninum, og tí eiga teirra sjónarmið at takast við í øllum hugsandi politiskum høpi. Hetta upp­ skotið fekk undirtøku, hóast tað varð nakað broytt. Ung og ferðsla Undirritaði legði uppskot fram um at hækka ferðmarkið á prutlum. Øll ung skilja hetta sjónarmið, men tíverri skiltu fleiri av eldri politikkarunum als ikki hetta málið. Tí er onki hent á hesum øki enn, og er tað bæði synd og skomm at síggja ungfólk liggja og "skríða" eftir vegnum, meðan tey alla tíðina verða yvirhálað av bilum. Sera órógvandi fyri øll í ferðsluni og helst orsøk til nógvar vandastøður og óhapp. Eisini talaðu vit at, tá klippi­ kortskipanin varð til viðgerðar í Løgtinginum. Eitt mega­stórt mistak í skipanini er, at ungir bilførarar verða harðari revs­ aðir enn teir meira royndu. Hvør man logiska frágreiðingin vera? Ein óroyndur bilførari er í nógv størri vanda fyri at koma til at gera eitthvørt mistak í ferðsluni, og tí eigur hann sjálvandi at fáa fleiri kjansir enn tey eldru at gerast ein royndur bilførari. Politiski myndugleikin er so fokuseraður upp á tey ungu, sum koyra ov skjótt og koyra ávirkað av rúsdrekka, at øll hini ungu, sum uppføra seg fyrimyndarliga í ferðsluni, skulu revsast kollektivt saman við fáu lóg­ brótarunum. Fyrr plagdi lær­ arin at hótta við at fleingja allar næmingarnar í flokkinum, um vit ikki avdúkaðu, hvør hevði brotið rútin, og soleiðis verður eisini hugsað um ung í ferðsluni. Og so eru tað takksomu hagtølini, sum verða misnýtt yvir øll mørk. Sambært hag­ tølunum eru tað ungir dreingir í aldrinum 18­25 ár, sum eru við í flestu ferðsluóhappunum. So tí mugu politisku átøkini venda sær til hendan aldurs­ bólkin. Men um eg nú spyrji, hvussu nógvar ferðir meira hesi ungu eru á vegunum í mun til tey eldru, so fær ongin svarað. Tað finnast ikki hagtøl, sum snúgva seg um hetta. Løgið. Hetta er tann altav­ gerandi spurningurin. Tí um tann ungi bilførarin er 20 ferðir so nógv í bilinum, sum tann vaksni, og bara ger 10 ferðir so nógv óhapp, so er tað í veruleikanum tey vaksnu, sum ikki klára seg nóg væl í ferðsluni. Eg skilji væl, at tey ungu eru misnøgd við politikkararnar. Ungdómsting og vælrættur Eg eri sera fegin um, at ung­ dómsting varð skipað á fyrsta sinni fyri 2 árum síðani sum eitt ítøkiligt úrslit av okkara áheitan av Tingsins røðarapalli. Men hóast ungdómsting er eitt stig rætta vegin, so snýr tað seg tó bara um, at ung sleppa at "spæla" politikkarar. Og tað er ikki nóg gott. Nógv hava í ungum aldri gjørt sær sera skilagóðar meiningar um politisk mál, og tær mein­ ingarnar eiga at koma til sín rætt. Tí skutu vit upp at lækka valrættaraldurin niður í 16 ár. Vit vistu væl, at hetta málið ikki fór at vinna frama, men tað hugaliga var, at vit høvdu argumentini, meðan hini fingu rætt. Tann, sum hevur hug at hoyra orðaskiftið á Tingi, kann fara inn á heimasíðu Løg­ tingsins www.Logting.fo og kanna eftir. Ítróttarfólk og tónleikarar Miðflokkurin hevur ein fram­ sóknan mentanarpolitikk. Ikki minst, tá tað snýr seg um ítróttarfólk og tónleikarar. Í løtuni liggur eitt uppskot á løgtingsskrivstovuni, sum snýr seg um at seta eina skipan við starvslønum í verk fyri ambitiøs ítróttarfólk og tónleikarar. Hvussu stolt eru vit ikki øll, tá vit hoyra um framúr úrslitini, sum ungu ítróttarfólkini og tónleikararnir fáa í millumtjóða kappingum. Tey eru okkara stoltleiki og vinna Føroyum stóra virðing úti í heimi. Miðflokkurin ynskir at flyta seg saman við ungdóminum og vil virka fyri, at tað almenna tekur lógvatak saman við hesum ungu fyri at lyfta tey enn longur fram á leið. Alt hetta og nógv afturat ger, at ung velja Miðflokkin. Bill Justinussen, eitt gott umboð fyri unga ættarliðið. AndriAs Petersen Løgtingslimur fyri javnaðarflokkin Havið haft tann heiður at sitið á tingið fyri Javnaðaflokkin valdur í Eysturoynni síðan 2002. Havið verðið formaður í Mentanarnevnd Løgtingins og limur í Trívnaðarnevnd Løg­ tingsins í farna valskeiðið. Í hesum valskeiðið eru hend stór frambrot á Mentunar­ og Trívnaðarøkinum. Kirkjan er yvirtikin við einum partið av lógarverkinum gjørdum og ætlanin er at fáa írestandi lóg­ arverkið gjørt komandi ting­ setu. Eg bjóðið meg fram at verða við í hesum arbeiðið og fáa tað eins skilagott framt sum farna valskeið. Í samband við vánaligu PISA­úrslitini eru vit farin undir at dagføra fólkaskúlan og lyfta hann upp á eitt hægri støðið. Hetta arbeiðið fer at halda fram í komandi valskeiðið og eg bjóðið meg somuleiðis fram til at verða við til at gera hetta arbeiðið hógliga og skilagott, so vit náa málinum um eitt undirvísingarverk á fremsta plássi í heiminum. Javnaðarflókkinum er sann­ førdur um, at útbúgving er fyrsta fyritreyt fyri at hetta samfelag kann mennast og harvið varveita vælferðarstøðið, har øll fáa ágóðan. Á heilsu­ og almennaøkinum treingir eisini til ábøtur og har bjóði eg meg fram við míni servitan á økinum at fáa loyst búðstaðarviðurskiftið á eldra­ økinum í komandi valskeiðið og hækka støðið í heilsu­ verkinum við viðgerðartrygd, so bíðiðtíðin í heilsuverkinum skal koma niður á 2 til 6 vikur. Tað er umráðandi at vit fáa bústaðarpakkan í gjøgnum fyrst í komandi valskeiðið, so øll fáa møguleika fyri hóskandi búðstaðið og nýtímans lóg­ arverk er um leigu av íbúðum. Alis HøJgAArd Sjálvsstýrisflokkurin Hóast vit javnan í fjølmiðlu­ num hoyra um, hvussu væl føroyingar eru fyri fíggjarliga, so er veruleikin ein heilt annar. Gjógvin millum rík og fátæk gerst alsamt størri og størri og stættarmunurin økist. Nei sanniliga, tað eru mong í hesum landið, sum ikki eru væl fyri fíggjarliga, og sum ikki fáa endarnar at røkka saman, hetta eru ávísir sam­ felagsbólkar, ið nærum ikki verða nevndir í samfelags­ høpi. Hvørji eru so hesi, ið ikki eru væl fyri fíggjarliga í føroyska samfelagnum? • Hjún eru rættiliga illa fyri. Um hjúnafelagi vegna sjúku ella óhapp søkir um almanna­ veiting, so fær viðkomandi millum lítla og onga veiting, tí øll inntøkan hjá hjúnafelag­ num verður mótrokna. Um hesin gifti persónur hevur børn undir 18 ár, so fær við­ komandi heldur ongan barna­ frádrátt yvir skattin, tí hesin frádráttur verður eisini mót­ roknaður. Her má broyting koma í, tí eingin kann verða revsaður fíggjarliga, av tí at hann ella hon eru gift. Hjún eiga at fáa júst somu sømdir sum allir aðrir samfelags borgarar. • Fyritíðarpensjónistar, sum av eini ella aðrari orsøk hava fingið skaða, og eru vorðnir óarbeiðsførir eru sera illa fyri fíggjarliga. Sjálvt um ein gerst fyri­ tíðarpensjónistur, so hevur við­ komandi júst somu útreiðslur sum øll onnur í samfelagnum. Tí er tað ikki meiri enn rímiligt, at hesi kunnu hava eina hálvtíðar inntøku áðrenn inn­ tøkan ávirkar fyritíðarpen­ sjónina. Her má eisini broyting koma í, soleiðis at hesi kenna seg vird ájavnt við aðrar samfelags borgarar. Góði veljari lurta ikki eftir teimum valevnum sum siga at eingin stættarmunur er í Før­ oyum. Lurta heldur eftir val­ evni Sjálvstýrisfloksins, ið veit at stættarmunurin er stórur. Hesar broytingar verða framdar um tit velja ein sterkan Sjálvstýrisflokk inn á ting. Vit fara í gongd stig fyri stig, og minnist til, vit standa lið við lið við veljaran. Vælferð og trivnaður í hásætið Gjógvin gerst bara størri og størri Bleytu virðini fáa raðfesting