mánadagur 14. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2008
Av teimum 3.000-
4.000 fólkafloks-
veljarunum, sum velja
eftir konservativum
og kristnum lívsvirð-
um, plagi eg at fáa
mín part, sigur Óli
Breckmann
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein av teimum, ið sambært
veljarakanningini í Sosialin
um fríggjadagin ikki kemur
á ting aftur, er Óli Breck
mann. Men sjálvur ivast
hann í, hvussu eftirfarandi
kanningin í veruleikanum er.
Fólkafloksveljarar halda
ikki nógvan gang, men fara
stillisliga á val og stuðla
Fólkaflokkinum. Í høvuðs
staðarøkinum búgva eini
10001500 borgarligir og
sjálvstýrissinnaðir veljarar,
og hesi fólkini plaga ikki at
svíkja meg, sigur Óli Breck
mann.
Hann vísir á, at tað altíð
er tengd ein ávís óvissa at
einari veljarakanning, og at
hendan í Sosialinum fríggja
dagin neyvan er nakað und
antak.
Somuleiðis
vísir
hann á, at hann fyri tveimum
mánaðum síðani til fólka
tingsvalið fekk út móti 500
atkvøðum í Suðurstreym og
út við 800 atkvøður tilsam
ans. Og tí ivast hann stórliga
í, um undirtøkan er minkað
so nógv eftir tveimum mán
aðum.
Vit kenna hvørannan, og
hava stuðlað hvønannan,
mínir veljarar og eg. Teir
sum veljarar, og eg sum ting
maður, sigur Óli Breck
mann.
Hann vísir eisini á, at
Fólkaflokkurin traditionelt
stendur seg illa í veljara
kanningum, og at hann
sjálvur eisini plagar at fáa
lítla undirtøku í hesum
kanningum.
Tað eru minst 3.000
4.000
fólkafloksveljarar,
sum velja eftir einum kon
servativum, kristnum lívs
sjónarmiði, og har plagi eg
at fáa mín part, sigur Óli
Breckmann.
Hann leggur aftrat, at
Fólkaflokkurin plagar at
hava ein góðan endaspurt,
sum togar flokkin væl upp
á prosentstigalistanum, og
soleiðis roknar hann eisini
við, at tað fer at verða.
Leygardagin mannaði
Sosialurin nýggja
tingið sambært eini
kanning, sum Fynd
hevur gjørt fyri Sosia-
lin. Sambært Jógvani
Mørkøre, sum hevur
staðið fyri kanningini,
kundi umleið helm-
ingurin av teimum
avmyndaðu eins væl
ikki komið inn, tá
stóra óvissan í teimum
persónligu tølunum
verður havd í huga
VeLjArAkAnning
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Sosialurin prentaði fríggja
dagin eina veljarakanning,
sum Fynd hevur gjørt fyri
Sosialin tann 9. og 10.
januar. 2069 fólk vórðu
spurd í kanningini.
Umframt floksval vórðu
respondentarnir
eisini
spurdir, hvønn persón teir
fóru at velja á komandi løg
tingsvali. 15 prosent høvdu
ikki tikið støðu til, hvønn
flokk tey fara at velja.
Vert er at leggja til
merkis, at í øllum teimum
stóru
flokkunum
svarar
umleið ein fjórðingur av
teimum spurdu, at tey ikki
hava gjørt av, hvønn persón
tey fara at velja. Hetta hevur
við sær, at óvissan í teimum
persónligu atkvøðutølunum
gerst sera stór. Hjá teimum
smærru flokkunum ivast
veljararnir minni í, hvønn
persón teir skulu velja.
Tað ber væl til at síggja
ávísar tendensir í teimum per
sónligu tølunum hjá teimum
valevnum, sum standa seg
væl, men tá ið hugt verður
eftir
teimum
marginalu
valevnunum, gerst munurin
millum valevnini minimalur.
Tí skal manningin av tí
nýggja tinginum sjálvsagt
takast við stórum fyrivarni.
Helvtin kundi
verið øðrvísi
Jógvan Mørkøre, samfelags
frøðingur, hevur um viku
skiftið hugt nærri at teimum
persónligu tølunum, og hann
metir, at 16 av teimum 33
valevnunum, sum komu í
løgtingið sambært kanning
ini, eins væl kundu dottið út,
tí at óvissan er so stór.
23 onnur valevni, ið
standa næst á listanum,
kundu sostatt eins væl kom
ið ting havandi óvissuna í
huga.
Óvissan í teimum smærru
tølunum hjá fýra teimum
stóru flokkunum er (+/) 2
prosent. Óvissan hjá teim
um
smærru
flokkunum
gerst nakað størri.
Jógvan Mørkøre metir har
umframt, at óvissan í undir
tøkuni hjá Jacobi Vestergaard,
sum var heili 14 prosent, er
umleið 4 prosent.
Hesi 23 kundu eins væl
komið á ting sambært kann
ingini:
A: Poul Michelsen (4,2),
Bjarni Djurholm (3,8), Óli
Breckmann (2,3), Jákup
Mikkelsen (2,3) Kitty Mai
Ellefsen (1,9) og Kjartan
Joensen (1,9)
B: Ingvør Nolsøe (2,0),
Rósa
Samuelsen
(2,0),
Helgi Abrahamsen (1,6)
C: Aksel V. Johannesen
(2,5), Eyðgunn Samuelsen
(2,2), Mamy Dahl Sørensen
(2,2)
D: Hans Blaasvær (6,2),
Sámal Petur í Grund (6,2),
Rúna Sivertsen (4,9)
E: Sirið Stenberg (2,1),
Heini O. Heinesen (2,1),
Heidi Petersen (1,6), Olga
Biskopstøð (1,6), Hergeir
Nielsen (1,4)
H: Tordur Niclasen (4,3),
Vinjard
Johansen
(3,2),
Egin Henriksen (3,2)
Plagi at fáa mín part
Stríðist
víðari
- Eg taki kanningina
sum eina ábending
um, at eg má gera
meira í valstríðnum.
Og eg falli í hvussu
er ikki í fátt, sigur
Heidi Petersen
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Millum tey mongu, sum
sambært veljarakanningini
hjá Sosialinum ikki sleppa
aftur á ting, er umboðið
hjá Tjóðveldi í Norður
streym, Heidi Petersen.
Men hon missir ikki pipp
ið av tí.
Eg taki hetta sum eitt
hint um, at eg má gera
meiri í valstríðnum, sigur
Heidi Petersen.
Hon heldur ikki, at
Tjóðveldi hevur fokuserað
upp á persónar heldur enn
upp á politikkin hjá flokk
inum. Tvørturímóti.
Vit hava fordeilt upp
gávurnar sera væl so ølle
ru sloppin framat. Tað eru
tekin um, at aðrir flokkar
hava valt at fokusera meiri
upp á persónar heldur enn
flokkin, men soleiðis er
tað ikki hjá okkum, sigur
Heidi Petersen.
Tað, at Føroyar nú eru
eitt valdømi, broytir viður
skiftini hjá teimum, sum
eru stillað upp í útjaðaran
um, men tað sær Heidi Pet
ersen ikki sum nakran
trupulleika.
Mítt øki er ikki so
stórt, og tí má eg fáa
atkvøður aðrastaðni í land
inum, skal eg koma inn.
Ella mugu fólk í økinum
standa betri saman. Men
tað er í lagi, tí tað eru
treytirnar, og eg ræðist so
ikki kapping, sigur Heidi
Petersen.
Hon vónar samstundis,
at fólk ikki bara hugsa um
flokkin, men eisini um at
hava góða breidd í flokk
inum.
Undir øllum umstøðum
ætlar Heidi Petersen ikki
at tveita handklæðið í ring
in, men fer at stríðast víð
ari við góðum treysti.
Veljarakanningin í fullum líki
kanning Í mun til Tingfólk
Val jan 9.-10. jan
seinasta
vald tingsessir broyting
04
08
vald
2004 í kanning í sessatali
Fólkaflokkurin
20,6
17,9
2,7
7
6
1
Sambandsflokkurin
23,7
24,0
0,3
7
8
1
Javnaðarflokkurin
21,8
20,1
1,8
7
7
0
Sjálvstýrisflokkurin
4,6
5,9
1,3
1
2
1
Tjóðveldisflokkurin
21,7
21,6
0,1
8
7
1
Miðflokkurin
5,2
8,7
3,5
2
3
1
Miðnámsflokkurin
0,0
1,8
1,8
0
0
0
Hin stuttligi flokkurin
2,4
0,0
2,4
0
0
0
Tilsamans
100,0
100,0
32
33
2069 veljarar svaraðu í kanning, gjørd mikukvøld 9. og hóskvøld 10. januar
Tá tey vórðu spurd um val av flokki, svaraðu
at tey ætlaðu at svara blankt
0,2%
at tey ikki ætlaðu at velja
1,5%
at tey høvdu ikki tikið støðu til hetta.
14,1%
Viðmerkingar:
1) Upptalt eftir d’Hondt, tvs. við divisorunum 1,2,3,4,5 osfr.
2) 1/33 ella 3,03 % brúkt sum tinggátt
Óli Breckmann hevur ein hóp av kjarnuveljarum, og hann
roknar ikki við, at teir fara at svíkja hann hesaferð heldur
Stór óvissa í persónligu tølunum
Postkassi sprongdur í luftina
Burtursæð frá onkrum ferðsluóhappi og einum sprongdum postkassa,
hevur vikuskiftið verið stak friðarligt. Nøkur smærri ferðsluóhapp orsakað
av hálkuni hava verið, men hesi høvdu ikki nógv upp á seg. Onkur kærdi
um harðan tónleik í einari íbúð í vesturbýnum, men eingin harðskapur ella
illstøða var, sum løgreglan veit um at siga. Á Tvøroyri var eitt
ferðsluóhapp, har ein ávirkaður bilførari rendi á annan bil, men sum skilst
var skaðin kortini ikki stórur. Mest harðliga hendingin fór fram náttina til
leygardagin, tá onkur hevði funnið frægd í at spreingja ein postkanna í
luftina við fýrverki. Hetta var meldað til løgregluna seinnapartin
leygardagin. Men samanumtikið eitt óvanliga friðarligt vikuskifti
5