mánadagur 14. januar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2008
”
- Tað er í stóran mun trupult at skyna á, hvør flokkur hevur orðið.
Fólkaflokkurin er vorðin sosialliberalur og tosar um tey veiku í øðrum
hvørjum setningi. Javnaðarløgmaður hevur avtikið stættarstríðið, og
flokkur hansara góðtekur nú marknaðarliberalismu, privatiseringar og
skattalættar. Og hinir flokkarnir liggja á miðjuni við smærri variantum.
Úrslitið er eitt trunkaspæl á miðjuni, sum gerst trengri og trengri
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur”
- Ein valskrá, sum einans sigur, at alt skal broytast
til tað betra, sigur akkurát einki. Tá flokkarnir
ikki so mikið sum ómaka sær at rokna uppá tey
mongu og gyltu vallyftini, sum í hesum døgum
bombardera føroyska veljaran, er talan um
ábyrgdarleysa populismu
Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur
Flokkarnir líkjast m
Tey somu gandaorðini ganga aftur í øllum valskráunum.
Flokkarnir appellera breiðari enn nakrantíð. Javn
aðarflokkurin er komin frá vinstru og Fólkaflokkurin frá
høgru, og trunkaspælið á miðjuni í føroyskum politikki
er sjónligari enn nakrantíð. Tí er spell, at teir spurningar,
sum framvegis skilja flokkarnar, hava verið alt ov
ósjónligir í valstríðnum higartil
AnAlysA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Undirritaði fekk ein trupul
leika í seinastu viku, tá val
skráirnar skuldu gjøgnum
gangast og analyserast. Tí
hóast yvirskipaða hugsjón
arliga útgangsstøði framveg
is er at hóma, og hóast vit
framvegis hava ítøkiligar
ósemjur um loysing og
samband, um ES, um fiski
dagar og fiskiloyvi, um
skatt, Kyotolimaskap, fost
urtøku og skrásett parlag,
so ganga somu gandaorðini
aftur í øllum valskráunum.
Umhvørvi er vorðið eitt
nýtt mantra, sum allir flokk
ar leggja dent á. Útbúgving
og gransking eru vorðin
nýggj plussorð, sum verða
endurtikin upp í saman
(hóast vit dagliga hoyra um
triðja
heimstilstandir
í
fleiri føroyskum skúlum og
um túsundavís av útbúnum
føroyingum, sum ikki koma
heim aftur, tí her snøgt sagt
ikki er nakað granskingar
umhvørvi at koma heim
til). Mentanin skal raðfestast
sum ongantíð áður, hóast
øll tey, sum vara av føroysk
ari mentan, rópa neyðarróp.
Vælferðin og tey sonevndu
“bleytu virðini”, sjúkrahús
ini, eldrarøktin og korini
hjá menningartarnaðum og
støkum uppihaldarum skulu
ovast á breddan. Og so fram
vegis og so framvegis.
Valskráirnar til ársins løg
tingsval eru nevniliga so
drúgvar og umfatandi, at
tær samstundis eru at kalla
reinsaðar fyri ítøkiligum
fíggjarligum raðfestingum.
Og ein tekstur, sum vil
broyta øll øki til tað betra,
men sum ongar ítøkiligar
fíggjarligar
raðfestingar
hevur, sigur ikki serliga
nógv. Úrslitið er, at tað
gerst trupult at orientera
seg í politiska landslag
num.
Tí hvat skal byggjast
fyrst, ein skúladepil, eitt
universitet ella fimm røktar
heim? Um játtanin til Ment
unargrunn
Landsins
og
Tjóðpall Føroya skulu tví
faldast, hvat skal so niður
prioriterast? Um sjúkra
húsið, eldrarøktin, játtanin
til stakar uppihaldarar og
fólkaskúlin skulu hava so
og so nógvar pengar afturat,
hvørjar kontur skulu so
skerjast? Her vísa flokkarnir
dirvisloysi og svíkja so
dyggiliga.
“Catch-all” flokkurin
Jógvan Mørkøre, samfelags
frøðingur, metir, at trunka
spælið á miðjuni í føroysk
um politikki er sjónligari
enn nakrantíð.
Tað er í stóran mun trup
ult at skyna á, hvør flokkur
hevur orðið. Fólkaflokkurin
er vorðin sosialliberalur og
tosar um tey veiku í øðrum
hvørjum setningi. Javnaðar
løgmaður
hevur
avtikið
stættastríðið, og flokkur
hansara góðtekur nú markn
aðarliberalismu,
privati
seringar og skattalættar. Og
Sambandsflokkurin, Tjóð
veldi, Sjálvstýrisflokkurin
og Miðflokkurin liggja inni
á
miðjuni
við
smærri
variantum. Úrslitið er eitt
trunkaspæl á miðjuni, sum
gerst trengri og trengri,
sigur Jógvan Mørkøre.
Við øðrum orðum er ikki
so nógv eftir av teimum
gomlu hugsjónarligu posi
tiónunum, tá Sambands
flokkurin og Fólkaflokkurin
vóru borgarligir, og tá Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldis
flokkurin vóru garantar fyri
solidariteti og kollektivari
stýring. Gongdin er sam
bært Jógvani Mørkøre úrslit
av einum ráki, sum hevur
verið sjónligt í londunum
kring okkum í mong ár, og
sum nú tykist at sláa ígjøg
num í Føroyum.
Gongdin er fyrst og
fremst eitt úrslit av búskap
Cruiseskipini eru fullfermd av møgu-
leikum – og avbjóðingum
NORA – Norrønt Atlantssamstarv – varpar ljós á vaksandi norðuratlantisku cruiseferðavinnuna við
ráðstevnu í Keypmannahavn 14. februar. Ráðstevnan verður fyriskipað, tí alt fleiri og størri cruiseskip
leggja at landi í mongu havnunum í Norðurhøvum. Í kjalarvørrinum á skipunum eru nýggir
vinnumøguleikar, men eisini avbjóðingar. Á cruiseferðum upplivir ferðafólkið alt Norðuratlantshavi á somu
ferð. Tí mugu londini í Norðuratlantshavinum styrkja samstarvið innan vaksandi cruiseferðavinnuna, sigur
stjórin á NORA, Lars Thostrup. Ráðstevnan verður á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn hósdagin 14.
februar. Skráin fyri ráðstevnuna sæst á heimasíðuni hjá NORA á HYPERLINK ”http://www.nora.fo/”
www.nora.fo og har ber eisini til at tekna seg. Avmarkað luttakarapláss.