Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 12 Floksblaðið – Valið 2008 Fólkavøkstur gevur búskaparvøkstur AnnikA Olsen Fólkaflokkurin www.annikaolsen.net Tað er neyðugt, at vit taka vantandi fólkavøksturin í Før­ oyum í djúpasta álvara. Um vit ikki fáa fólkatalið upp, hava vit onki grundarlag fyri búskap­ arvøkstri og harvið menning av okkara samfelag, og tað er ein vanlagna. Umframt at tað eru 22.000 føroyingar búsít­ andi í Danmark, sum ikki flyta heim aftur, so sær tað heldur ikki út til, at føroyingar føða fleiri børn enn áður. Ì Tórs­ havnar kommunu hevur talið av føðslum ligið um 300 um árið, meðan hetta talið í fjør fór niður á 256 føðslar, hetta eru ikki góð útlit. Orsøkirnar kunnu vera so mangar, men ein sannroynd er, at tað er dýrt at búgva í Havn, og tað kann halda familjum aftur at fáa sær barn nummar 2 ella 3. Tí avgjørdu vit á seinasta býráðs­ fundi fyri jól at hækka systkina­ avslátturin úr 25% upp í 75%. Hetta skuldi hjálpt hartraktu barnafamiljuni og møguliga givið øðrum familjum fíggj­ arligt rásarúm til at fáa sær eitt barn aftrat. Tað skal vera freistandi at flyta aftur til Føroyar Fyri at fáa føroyingar uttan­ lands og onnur at flyta heim til Føroyar mugu vit gera tað freistandi og spennandi at búgva í Føroyum. Fólk í dag seta krøv og velja tískil neyvan at flyta til Føroyar av reinari nostalgi. Tað eru 89 læknar, 54 løgfrøðingar og 83 útbúnir føroyingar innan vinnulív og leiðslu í Danmark. Hetta er serfrøði, vit hava tørv á í Føroyum, og hava vit ikki ráð til at lata standa til. Her eiga vit at skapa karmar fyri einum spennandi vinnulívi og arb­ eiðsumhvørvi, har tað fíggar­ liga lønar seg at flyta heim. Tann størsti bólkurin av før­ oyingum, ið eru búsitandi í Danmark, eru fólk, ið starvast innan tað almenna; 334 sjúk­ rarøktarfrøðingar, 371 náms­ frøðingar, 227 lærarar og 685 heilsuhjálparar. Tað skulu ikki nógvar kanningar til at rokna út, hví hesin bólkurin er so stórur. Lønin í nevndu bólkum er hægri í Danmark enn í Før­ oyum, umframt at livikostnað­ urin í Danmark er lægri. Hetta kunnu vera orsøkir til, at hesir føroyingar ikki halda, at tað lønar seg at flyta heim aftur. Umframt at tað fíggjarliga skal løna seg at búgva í Føroyum, mugu vit føra ein góðan starvsfólkapolitik, har trívnaður og førleikamenning eru lyklaorð. Hartil skulu vit styrkja um mentanarlívið, býarlívið og frítíðarlívið, sum eisini er neyðugt fyri tann sosiala trivnaðin. Velur man at arbeiða uttanlands, men búgva í Føroyum, so skal man hava møguleika fyri at draga meg­ inpartin av ferðaútreiðslunum frá í skatti, um man er skattskyldug/ur í Føroyum. Vit mugu seta ferð á vínnulívið, vitanina og vælferðina, soleiðis at vit kunna økja um fólkatalið í Føroyum og harvið skapa gróðrarlíkindi fyri búskapar­ vøkstri og samfelagsmenning. Tað skal vera so freistandi at búgva í Føroyum, at man ikki kann siga nei til at flyta til Føroyar. Mítt aðalmál er, at í 2020 hava vit 75.000 íbúgvar í Føroyum Landshúsarhaldið er sum øll onnur húsarhald Helgi AbrAHAmsen Sambandsflokkurin Landshúsarhaldið virkar sum eitt vanligt húsarhald. Tað kann vera líkamikið hvussu nógvar rokningar ein kona sendir til mannin, ella maðurin sendir til konuna í einum hús­ arhaldi. Tað sum tey liva av, eru ikki peningaflytingar úr einum lumma í annan innanfyri teirra fýra veggir, men tey liva av inntøkum, sum tey forvinna uttanfyri teirra egna heim. Tað eru pengarnir sum koma inn í húsarhaldið, sum eru avgerandi fyri, hvussu stór keypiorkan er. Men so mugu tey sjálvsagt eisini ansa eftir, at tað sum tey keypa ikki kostar meira enn tey klára at gjalda. Eisini mugu tey hugsa seg um, hvussu tey brúka pengarnar. Skulu tey til dømis gloyma tey gomlu og sjúku í familjuni, og heldur brúka pengarnar til luksus­ vørur? Soleiðis er eisini í landshús­ arhaldinum. Sum samfelag liva vit av tí, sum vit forvinna úr útheiminum, og ikki av rokn­ ingum sum vit senda til hvønn annan innanfyri landoddarnar. Men í løtuni hava vit eitt stórt undirskot á handilsjavnanum. Hetta merkir, at føroyska hús­ arhaldið keypir fyri meira enn tað selur fyri. Tað ger kanska ikki so nógv í eitt styttri tíðarskeið, men í longdini kunnu vit ikki liva soleiðis. Eisini hava vit lindi til at gloyma tey sjúku og veiku í okkara felags húsarhaldi, og brúka ístaðin pengarnar til ymiskt marglæti. Stóru avbjóðingarnar í kom­ andi tíðum verða tí at økja um útflutningsvirðið (millum ann­ að við at betra um marknaðar­ atgongdina), og vit mugu eis­ ini raðfesta tey bleytu virðini fram um óneyðugt luksus. – Og so ikki at gloyma: ­ Vit mugu siga nei til ta kostnaðar­ miklu fullveldisætlanina! HAnnA Jensen Fólkaflokkurin Vit hava eina stóra høvuðs­ vinnu í fiskivinnuni og tá tað kemur til vinnulív, liggur part­ urin hjá Eysturoynni ikki eftir. Okkum tørvar framhaldandi at byggja upp aðrar vinnur aftur­ at fiskivinnuni, samstundis sum vit effektivisera og nú­ tímansgera hana – eisini við atliti at umhvørvi. Ferðavinnan er ein vinna undir uppbygging, men føroyingar eru skapandi fólkaslag, og teir røttu kar­ marnir, tann rætti stuðulin og tær røttu visiónirnar høvdu skjótt sett ferð á onnur nýggj frambrot eisini. Sum dømi kunnu nevnast KT­vinna, tón­ leikavinna og vinna knýtt at sniðgeving og list. Og tað er alneyðugt, fyri at vit kunnu fáa størri inntøkur til landið, fyri at fáa størri javnvág í okkara vinnulív og framhaldandi fáa okkara fólk at trívast í landi­ num – eisini í Eysturoynni. Vel tí heldur Honnu http://hanna.folkaflokkurin.fo og http://homepage.mac.com/ hannajensen http://www.dimma.fo/Bloggan/ hanna.jensen/ Hanna heldur At nýhugsan innan vinnulívið skal fjálgast Sølan av rúsdrekka er munandi økt JAspur lAnggAArd Miðsflokkurin Eg upplivdi, sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi, eitt politiskt ynski um eina meira frísinnaða skipan, tá ið talan er um sølu av rúsdrekka. Kann nevna millum annað skeinking á festivalum, sølu av rúsdrekka umborð á Smyrli og uttandura sølu av rúsdrekka. Tað er sjálvandi ilt at siga, hvat orsøkin er til hesa øking. WHO er ein felagsskapur, sum granskar nógv innan hetta økið, og teir hava staðfest, at atkomuligheit er ein týðandi faktorur fyri nøgdina av rús­ drekka sum verður drukkin. WHO staðfestir somuleiðis, at ein greiður samanhangur er millum litur pr. íbúgva og hvussu nógvar samfelagsligar skaðar standast av rúsdrekka. • Rúsdrekka relateraðir tru­ pulleikar kosta danska stati­ num 6 til 10 mia. árliga. • Í Danmark eru 3000 deyðs­ fall árliga har rúsdrekka er ein partur av orsøkini – beinleiðis ella óbeinleiðis. • Helvtin av teimum í Dan­ mark, sum misnýtslan rakar, eru undir 30 ár. Kelda: www.sundhedsstyrelsen.dk Tað er ilt at meta um, hvussu støðan verður um 10 ár, um henda frísinnaða kósin heldur fram. Persónliga vil eg arbeiða fyri, at hetta ikki hendir, um eg kann gera mína ávirkan gald­ andi, har hesi viðurskifti verða lóggivin. Rúsdrekkasølan boðar frá, at sølan í Føroyum var munandi økt seinasta árið, bæði í nøgd og krónum Hesum standi eg fyri • Nei til at avtaka rentustuðul til egnan bústað • Barnsburðarfarloyvið leingjast upp í eitt ár – 3 mánaðir til pápan • Stakir uppihaldarar skulu hava barnaískoyti og dupultan lestrarstuðul • Lønarendurgjald til tímalønt foreldur fyri barnins fyrsta sjúkradag • Bústaðarpakkin leggjast fram aftur og víðkast við bygging av leiguíbúðum • Rættindi og virkismøguleikar hjá førleikatarnaðum skulu tryggjast • Eldrarøktin fleiri hendur – tørvurin á røktarbúplássum nøktaður í 2010 rAndi í JógvAnsstOvu Sambandsflokkurin