Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2008 ” - Politikarar gera tað, sum teir sleppa avstað við, og tá fjølmiðlarnir ikki forlanga greiðari boð um ítøkiligar fíggjarligar raðfestingar, so hava teir eisini ábyrgdina av trupulleikanum. Fyrsti spurningurin til eina og hvørja valskrá ella vallyfti átti at verið, hvussu hetta ella hatta skal fíggjast, og hvaðani pengarnir skulu fáast til vega. Men tað spyrja føroyskir journalistar alt ov sjáldan um, og tí er úrslitið fullkomiliga veruleikafjarar og ullintar kampanjur uttan nakað fokus Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur” - Gongdin er fyrst og fremst eitt úrslit av eini búskapargongd, sum hevur gjørt tey allar flestu av okkum til eina stóra miðalstætt. Vælferðarstaturin er etableraður, og tað vil eingin flokkur broyta uppá. Flokkarnir renna aftaná eini veljarafjøld, sum ikki longur er eins eyðkend av interessumótsetningum, og tí gerst miðsavningin so sjónlig Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur arvøkstri og eini búskapar­ gongd, sum hevur gjørt tey allar flestu av okkum til eina stóra miðalstætt. Væl­ ferðarstaturin er etableraður, og tað vil eingin flokkur broyta nakað uppá. Flokkar­ nir renna aftaná eini veljara­ fjøld, sum ikki longur er eins eyðkend av interessu­ mótsetningum, og tí gerst miðsavningin so sjónlig, sigur Jógvan Mørkøre. Tann stóra broytingin er, at meðan flokkarnir fyrr umboðaðu ávísar partar av veljaraskaranum, kappast allir flokkarnir í dag um allar veljararnar. Kjarnuvelj­ arin er skiftur út við margi­ nalveljaran, og tann so­ nevndi “Catch all”­flokk­ urin hevur av sonnum fing­ ið gjøgnumbrot í Føroyum. Valstríð uttan innihald Jóannes Jacobsen, búskapar­ frøðingur og Ph.d.­lesandi, metir, at tá flokkarnir ikki hava ítøkiligar fíggjarligar raðfestingar, gerst valstríðið innihaldsleyst. ­ Ein valskrá, sum einans sigur, at alt skal broytast til tað betra, sigur akkurát einki. Tá flokkarnir ikki so mikið sum ómaka sær at rokna uppá tey mongu og gyltu vallyftini, sum í hes­ um døgum bombarderað føroyska veljaran, er talan um ábyrgdarleysa popul­ ismu, sigur Jóannes Jacob­ sen úr telefonini í Keyp­ mannahavn. Eitt og hvørt vallyfti kost­ ar, og um okkurt skal rað­ festast hægri enn í dag, so skal okkurt eisini niður­ prioriterast. Jóannes saknar, at politisku flokkarnir verða tvingaðir at koma við ítøki­ ligari raðfestingum. Og tað eru fjølmiðlarnir, sum eisini hava ábyrgdina. ­ Politikarar gera tað, sum teir sleppa avstað við, og tá fjølmiðlarnir ikki forlanga greiðari boð um ítøkiligar raðfestingar, so hava teir eisini ábyrgdina av trupul­ leikanum. Fyrsti spurning­ urin til eina og hvørja val­ skrá ella vallyfti átti at ver­ ið, hvussu hetta ella hatta skal fíggjast, og hvaðani pengarnir skulu fáast til vega. Men tað spyrja før­ oyskir journalistar alt ov sjáldan um, og tí er úrslitið fullkomiliga veruleikafjarar og ullintar kampanjur uttan nakað fokus, sigur Jóannes Jacobsen. Hann metir av tí sama, at valstríðið higartil hevur verið innihaldsleyst, tá veljarin ikki ítøkiliga fær at vita, hvør flokkur ætlar at raðfesta hvat. Fáið ósemjurnar á breddan! Við hesum í huga er tað spell, at tey málini, sum framvegis skilja partarnir í føroysku floksskipanini, ikki hava verið serliga domi­ nerandi í valstríðnum higar­ til. Í staðin verður eitt hav av tíð og orku nýtt til evni, sum øll eru so eviga samd um. Og einki er keðiligari enn at lurta eftir seks flokk­ um, sum við ein munn siga, at mentan, útbúgving, um­ hvørvi, heilsuverk, eldra­ røkt, vælferð og bla bla bla skal raðfestast komandi fýra árini. Hví ikki taka fatt í teir spurningar, sum av sonnum skilja flokkarnar? Sum t.d. fiskiloyvini, skattalættan, skrásett parlag, fosturtøku og allan spurningin um loys­ ing ella samband, sum held­ ur ikki hevur verið serliga sjónligur í valstríðnum higartil? Okkurt av hesum evnum var lukkutíð uppi at venda á valfundi Kringvarp­ sins í Klaksvík sunnukvøld­ ið, og tað var eitt satt ljós­ punkt í valstríðnum higartil (hóast umfarið um javn­ støðu, átrúnað og etiskar spurningar ongantíð kom í gongd). Samanumtikið er tað spill av tíð og orku at seta evni á breddan, sum allir flokkar eru so samdir um. Heldur áttu vit at nýtt tíð til tað, sum av sonnum skilir flokk­ arnar, so politisku positión­ irnar ikki hvørva heilt í eini tíð, sum er eyðkend av mið­ savning og konsensus um teir flestu av teimum stóru avbjóðingunum, sum sam­ felagið stendur yvir fyri. eiri enn nakrantíð 5 Nýtt handilshús reist í Vági Leygardagin vórðu sperrurnar til nýggja handilsbygningin, Torgið, í Vági reistar. Tað eru Arni D. Brattaberg og Rakul Borg, sum standa aftanfyri Torgið, har m.a. ein stórur matvøruhandil skal húsast.Arni D. Brattaberg sigur, at byggingin gongur sum ætlað, og tey vænta at lata upp í vár. Í handilsbygninginum verða umframt tann stóri matvøruhandilin eisini aðrir handlar. Sum er, er eingin stórur handilsbygningur í Vági, so hetta kemur væl við hjá íbúgvunum í syðru helvt av Suðuroynni.