Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2008 17 viðmerkingar Bíblian, innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud 5.partur Seinast sóu vit, hvussu Harrin talaði við Móses beinleiðis úr tabernakli­ num. Vit fara nú frá Mósesi og fram til at síggja, hvussu Harrin helt á at tala við menn. Nú er tað Josva , hin stóri herførari Ísraels. Eftir at tænari HARRANS Móses var deyður, segði HARRIN við Josva, son Nun, tænara Mósesar: ”Móses, tænari Mín, er deyður; ger teg tí nú til reiðar og far um Jordan her við øllum hesum fólki, inn í landið, sum Eg gevi teimum, Ísraelsmonnum! Josva 1,1­2 Síðani heldur hann á at tala við Josva í teimum nýggju fyrstu versunum. Í endanum av 5. kapitli opinberar Gud seg fyri Josva á ein serligan hátt, og eins og tá ið Harrin opinberaði seg fyri Mósesi í tornarunninum, so biður hann Josva lata seg úr skónum, tí staðíð hann stendur á er heilagt: Meðan Josva var staddur við Jeriko, hendi hetta: Honum var hyggjandi upp, og hann fekk tá at síggja mann, ið stóð framman fyri honum við drignum svørði í hondini; Josva fór yvir til hansara og segði: ”Ert tú ein av okkara monnum ella ein av fíggindum okkara?” Hann svaraði: ”Hvørki! Eg eri høvdingin yvir heri HARRANS ­ nú eri eg komin!” Tá fall Josva til jarðar á andlit sítt og tilbað; so segði hann við hann: ”Hvat hevur harri mín at siga tænara sínum?” Høvdingin yvir heri HARRANS svaraði Josva: ”Lat teg úr skónum! Staðið, ið tú stendur á, er heilagt!” Josva so gjørdi. Josva 5,13­15. Eins og hjá Mósesi staðfestir Harrin, at hann stendur aftanfyri Josva, við tað at stór undur henda. Múrar Jerikos detta úteftir, eftir at ísraelsmen hava gingið runt um býin í sjey dagar. Eitt annað er at stórir steinar detta niður av himli omaná fíggindar ísraelsmanna. Og ikki minst tá ið sólin og mánin steðga eftir boði eins mans, Josva. Dómarabókin byrjar við at ísraelsmenn spyrja Harran, hvør nú skal ganga á odda, og Harrin svarar teimum, at Juda skal vera á odda hjá teimum. Í øðrum kapitli síggja vit, at eingil Harrans talar við fólkið. Í gjøgnum dómarabókina síggja vit, at Harrin talar við menn, og eisini kvinnur. Í 4.kapitli síggja vit, at hann talar gjøgnum Deboru, sum er dómari i Ísrael um ta tíðina. Í sætta kapitli talar hann við Gideon gjøgnum ein eingil. Í 13. kapitli talar Gud aftur til eina kvinnu, gjøgnum ein eingil. Konan er gift við manni, sum eitur Manoa. Hetta eru foreldrini hjá Samson, hinum víðagitna fyri sína ómetaligu styrki. Nú koma vit fram til sámuelsbøkurnar, og í næsta parti hyggja vit eitt sindur eftir hinum stóra gudsmaninum Sámuel. Framhald. Sum framhald av grein míni um skerpað eftirlit við læknum, og fyri at vísa týdningin av tí arbeiði, sum gerast kann, til frama fyri nógvar sjúklingar, vil eg hervið koma við mínari egnu sjúkrasøgu, og hví eg fór í viðgerð hjá læknanum Øivind K. Mathiassen. Fyri skjótt 30 árum síðani, kom eg út fyri ferðsluvanlukku sum kollrendi lívinum hjá mær og mínari familju. Í umleið 25 ár eftir vanlukk­ una livdu vit eitt lív, sum eg ikki ynski, at nakar annar skal koma út fyri. Eg royndi stutt sagt alt, sum hugsast kann av viðgerð­ um, men lítil og ongin hjálp var at fáa, uttan eitt hav av heilivági av øllum handans slag. Eg fekk ymiskar diagnosur settar á meg, ein var so flott sum “posttraumatisk høvuð­ pína”, men hetta hjálpti bara ikki mær. Fyrst í 90. unum setti ein kendur fysioterapeutur á Argjum navn á mítt brek, og eri eg ómetaliga takksamur fyri, at funnið var fram til hetta. Piskesmæld ella koyrils­ brest hevði eg ikki hoyrt grett fyrr, og tá eg nevndi hetta fyri læknum o. ø., kendu teir tað heldur ikki. Løgið, tá hugsað verður um, at fyribrigdið við nakkaskaðum v. m., hevur verið kent rættuliga leingi í útlondunum. Ja heilt aftur til tíðina, tá góði gamli egyptin Imhotep var uppi á døgum, fyri umleið 5000 árum síðani. Sjálvt um roynt var at geva mær viðgerð fyri mína sjúku, so hjálpti lítið. Orsøkin var stutt sagt, at viðgerðin bert fevndi um umráði, har eg føldi meg hava mest ilt, og ikki sjálvt skaðastaðið. Í øll árini hevði eg ilt í nakkanum, rygginum og serliga niður millum herða­ bløðini, og harafurat kron­ iska høvuðpínu. Skaðin sat djúpt í hálsinum / nakka­ num, men av tí at nervarnir ganga harfrá og aftur um og niður um herðabløðini, fekk eg óteljandi viðgerðir við varmateppi og gnígg­ ing á staðnum, har mesta pínan føldist, og hjálpti hetta sjálvsagt ikki. Tók kanska tey ringastu “symp­ tomini”, men pínan kom skjótari aftur. Fyri góðum 5 árum síðani fekk eg samband við læknan, Øivind K. Mathias­ sen, sum í Danmark er kendur sum “Piskesmælds­ lægen”, av tí at hann, umframt at viðgera fyri flestu brek í sokallaðu bleytu kroppslutunum, eisini viðgjørdi fólk fyri koyrilsbrest, við frálíkum úrslitum. Hetta kollvendi aftur mínum lívi, men nú rætta vegin. Við fingrunum finnur hann staðið, har skaðin situr, og viðger harútfrá. Hetta var ein long og hørð process, við mong­ um niðurtúrum á vegnum, men alla tíðina tó við størri og smærri framstigum. Áðrenn hetta hendi, var eg vorðin so ringur, at tað bert var ein spurningur um tíð, nær eg heilt mátti gevast at arbeiða, og gerast fulltíðar avlamispensionistur. Arbeiðsplássi mínum beri eg størstu tøkk fyri teirra tolsemi. Eg bjóðaði Øivind lækna til Føroya at vitja, tí eg hugsaði, at kanska gekk onkur í Føroyum, við sama slag breki sum eg. Tíverri hevur tað víst seg, at rættu­ liga nógv fólk hava skaða í spongum, nervalagi og ikki minst hovnaðum musklum, sum t. d. kroysta pulsæðrar saman, og ger hetta, at blóðtilførslan til eitt nú heilan minkar, og man gerst troyttur og følir seg útbrendan v. m. Hesi, eins og eg, hava bert fingið at vita, at hasum mást tú bara læra at liva við. Nógv neyðars menniskju, sum føla seg totalt slept upp á fjall. Tey kenna seg ikki verða tikin fyri fult, og føla seg sum blakaði í hypo­ kondaraleypin, har ringt er at sleppa burtur úr aftur. Fyri umleið 2 árum síðani, datt eg úti í haga­ num, í arbeiðsørindum, og nakkin brast í vøllin. Eg gjørdist rættuliga ringur, og kom undir læknahond. Fekk trupulleikar við anda­ dráttinum v. m., og fór til kanningar á Landssjúkra­ húsinum. Okkurt var at síggja við øðrum lunga­ num. Eg nevndi hetta við Øivind, sum var staddur í Danmark. Hann grunaði beinanvegin hvar feilurin lá. Hann segði, at eg nokk hevði kleimt ein lítlan muskul aftan á hálsinum. Muskulin var síðani hovn­ aður, og trýsti á nervarnar, sum ganga niður til flag­ bróstið og stýra andadrátti­ num. Eg nevndi hetta fyri einum kommunulækna, og segði hann seg væl kenna til hetta. Segði eisini, at hann visti um fleiri fólk, sum gingu við hesum breki, men onki var at gera við tað. Eg hugsaði mítt, men segði onki, tí eg visti, at antin ypti læknin bara øksl, ella bleiv hann óður, um eg nevndi Øivind. Aftan á 2 viðgerðir hjá Øivind, var alt í lagi aftur. Onki Hokus Pokus, men gott gamalt læknahond­ verk, sum tíverri er við at hvørva her hjá okkum og í okkara grannalondum. Hetta er ikki nøkur sokallað alternativ viðgerð, sum Dimma valdi at kalla viðgerðarhátt hansara. Kanningar í skannaranum vístu nú, at lunganum onki bagdi. Fór eg í staðin til fysioterapi, so hevði við­ gerðin nokk verið ein varmapúta á búkin, og út frá tí ástøði, hevði læknin nokk rætt, at ongin hjálp fekst fyri slíkt. Eg nevni hetta ikki fyri at seta niður á læknar og viðgerarar í øllum vanlig­ um viðurskiftum. Men tá ið tað kemur til skaðar í sokallaðu bleytu økjunum, t. v. s. slíkt sum ikki sæst í røntguni ella scannara, vísir tað seg, at teir í mongum førum standa púra óhjálpnir. Í røntguni sæst næstan bert beina­ grindin, og er onki at síggja har, ja so fært tú bara at vita, at tær feilar onki fysiskt, so tað mugu vera sálarligir trupulleikar sum gera, at tú hevur pínu!! Men hvat við øllum, sum situr uttan á beina­ grindini av musklum, spongum, nervum v. m? Hendan manglandi vitan hevur kanska sína grund, tí tann gamla útbúgvingin við fysiurgiskum læknum bleiv avtikin í Danmark fyri skjótt mongum árum síðani. Í staðin fyri at læknarnir sjálvir skuldu viðgera sjúklingarnar, fingu vit skipanina við fysioterapeutum o. ø. sum skuldu “behandla”, meðan læknarnir bert skuldu “diagnosticera” , sum tað so fínt nevnist. Síðani komu reumatologar, ella giktalæknar, men aftan á at Elin Mørkøre, yvirlækni, fór frá fyri aldur, er mær vitandi ongin lækni settur í føroyska heilsuverkinum, at taka sær av slíkum sjúk­ lingum. Fysioterapeutar hava heldur ikki somu kompetancu sum læknar, at viðgera sjúklingar, har skaðar t. d. sita djúpt ella nær mønuni v. m. Nú skuldi man trúð, at ein slíkur sum Øivind, bert fekk vinir og tøkk av slík­ um vælgerðum. Men tíverri vísir tað seg, at hann hevur nógvar fíggindar, sum ynskja hann niður við nakkanum. Men sannleikin kann ongantíð tigast í hel, ella sigrast á við lygnum. Í staðin fyri at fara eftir bólt­ inum, verður heldur farið eftir manninum. Í dag skulu vit øll vera so vælsignað eins, og ikki skal vera pláss fyri einum slíkum einara – genii – sum hevur vígt lív sítt til tænastu fyri tey, sum eru uppgivin av tí etableraða systeminum. Ongin lækni, heldur ikki Øivind Mathias­ sen, kann hjálpa øllum fyri alt. Men hann er ikki bangin fyri, at vísa til aðrar serlæknar, tá brekini eru uttanfyri hansara øki. Hevði tað mótsatta verið galdandi, hevði hetta gagnað mongum sjúklingi, bæði við at sloppið av við pínuna, at kunna verið á arbeiðsmarknaðinum, og ikki minst, fingið økta lívsgóðsku. Tað er ikki til stuttleikar, ella fyri at raka nakran, at eg skrivi hetta, men bert fyri at vísa á tann stóra tørv á hjálp hjá fólki, sum bert eru kveistrað til síðis við orðum sum: “ hasum finst ongin hjálp fyri, og hasum mást tú bara læra at liva við” , og at hetta ikki neyðturviliga, er tann ævigi sannleikin hjá hesum sjúklingum. Til fysioterapeutar o. a. vil eg bera hesa heilsan: Latið ikki stoltleika og øvundsjúku fáa yvirhond. Heitið á Øivind um ráð og vegleiðing, tá tit føla, at tykkara viðgerð ikki røkkur. Kenni eg hann rætt, lærir hann við gleði frá sær. Føroysk list/ búrpsykosa Var á alnetinum og sá skering úr miðlahúsi­ num har dóttir risagittar­ leikaran Hans Carl Han­ sen Gurið Hansdóttir, segði seg ætla (við tónleiki sínum) at koma eins langt Eivør Pálsdóttir. Mín vón er tó (havi frætt at bólkurin ætlandi í næstum fer at framføra á flatlandi) at dygdarvøran hjá Gurið ikki fer at royna at íbirta ans millum danir, meir enn at geva teimum »smakk« av tí, sum helst førkar seg víðari út í heim umvegis býir sum Berlin og London, skjótast gjørligt. Hví skal føroyskt list, ofta næstan sjálvsagt fyrst »ríka danir« (á kolonikendan hátt) tá heimurin er á tremur við ektaðum longsli trafikin forkunnigum ráevnum handan oyggjabólk í norði. Anyway, the sun does not know it’s a star. RichaRd danielsen loysingarsinnaður Christianiasympatør John ToRkilsson Lat ikki øvundsjúku fáa yvirhond leivuR søRensen tíðindaskriv Javnaðarflokkurin Í dag er Sundalagið at meta sum eitt miðøki í Føroyum. Øll ferðslan til og frá Eysturoynni og Norðoyggjum gongur gjøgnum hetta økið, og skulu fólk sunnanfyri norðurum, er bert henda leiðin at fara eftir. Nógv virksemi er í øki­ num kring Sundalagið og nógvar tænastur eru á góðum støði, millum ann­ að innan barnaansing, skúlagongd og eldraøkið. ­ Ja, tað er eingin ivi um, at uttan arbeiðið hjá Heðin (Zachariassen, blað.) so var einki røktarheim komið her í bygdini, staðfestir ein kvinna. Men treyðugt so, tað er altíð okkurt sum vantar – millum annað at fáa eina heilsusjúkrasystir til tey eldru børnini og møguleik­ arnir at sleppa til talu­ pedagog. Spurningurin sum fólk eru upptikin av er, hvussu leingi hetta fer at vara aftrat. Sunda kommuna hevur lagt eitt stórt arbeiði í at útbyggja og saman­ sjóða tær mongu bygdirnar í teirri samanløgdu kommununi, og líkt er til at hetta hevur eydnast væl. ­ Tann dagin tunnilin til Skálafjørðin gerst veru­ leiki, fer hetta økið at missa sín týdning. Tí er av størsta týdningi at tað verður væl útbygt NÚ, sigur ein kvinna. Sundalagið - eitt øki í miðjuni